.
| Javnaðarflokkurin | Løgting | Býráðið | Ítróttur | Talur |






Send mær ein teldupost

Vitjandi nr:

síðani 1. sep. 03

 

 

11. august 2005

Ovastevnan í Nólsoy


"Nólsoy ryggin úr sær spennir, stendur stinn - so long og mjá, verjir fyri Havnarvág".

Soleiðis lýsir skaldið Hans Andrias Djurhuus oynna í sanginum "Lítið yvir Føroya land".

Góðu nólsoyingar - góðu gestir úr bygd og úr bý.
Sangkórið, takk fyri vakran sang.

Tað er mær ein stór gleði at verða boðin út til Nólsoyar í dag á Ovastevnu. At stevnunevndin enntá hevur boðið mær at seta stevnuna í ár tvífaldar gleðina, og eiga tit tøkk fyri henda stóra heiður.

Summarið er farið at halla, og dagarnir styttast.

Ólavsøkan, summarstevnurnar og tónleikafestivalarnir í bygd og í bý eru av á hesum sinni. Bátaeigarar og tey, ið hava góðan sjóhug, hava verið á bátastevnum og á Oyggjaleikum í Hetlandi. Í juni var Útoyggjastevna úti í Svínoy, og í morgin endar Listastevnan í Norðurlandahúsinum.

Soleiðis hava tiltøkini - eitt fyri og annað eftir - sett dám á summarið, og soleiðis eigur at vera. Men ein stevna er eftir - hon hjá nólsoyingum.

"Ovastevnan" ber navnið á navnframa bygdamanni tykkara Ova Joensen, ið gjørdi kappabragdið einsamallur at rógva við báti sínum Dianu Victoriu teir 720 fjórðingarnar úr Føroyum til Keypmannahavnar.

Málið, Ove setti sær, áðrenn hann legði til havs var, at eydnaðist túrurin vildi hann royna at fremja eitthvørt vakurt og gott tiltak fyri heimbygdina. Staddur í havsneyð millum lond lovaði hann, at kom hann fram í øllum góðum, skuldi svimjihylur verða gjørdur í Nólsoy, so at børnini kundu læra at svimja.

Og tað er við hesum vakra og ítøkiliga endamáli, at Ovastevnan verður hildin: at útvega pening at gera svimjihyl til børnini í bygdini, soleiðis at lyftið hjá Ova kann verða fullført.

Tá ið eg var spurdur, um eg kundi siga nøkur orð í dag, fóru tankarnir - eftir at telefonhornið varð lagt á - alt fyri eitt á flog. Tí, er nakað roysnisbragd í okkara tíð, sum einstaklingur í Føroyum hevur útint, og sum stendur rimmarfast í minni okkara, so er tað bragdið, ið Ove Joensen gjørdi á sumri í 1986.

1. juli hetta árið legði hann frá landi í Nólsoy, og ikki fyrr enn seinnapartin 11. august - 42 samdøgur seinni - setti hann fótin á land aftur.

Sjálvur hevði eg ta gleði sum ÍSF-forseti at verða staddur í Keypmannahavn henda góðveðursdag í august fyri 19 árum síðani. at taka ímóti Ove.

Gloymi ongantíð løtuna, tá ið Ove tók um hálsin á lítlu havfrúnni og kysti hana, meðan stóra mannamúgvan, sum var komin saman á Longulinju fagnaði honum fyri avreksverkið, ið neyvan nakrantíð verður gjørt honum eftir.

Á Kongabrúnni búði eg sum smádrongur, og minnist eg tí væl, tá ið nólsoyingar komu til Havnar. Tað veri seg til handils, lækna, í skúla ella til arbeiðis.

Vit smádreingir kendu væl nólsoyarbátarnar, tí teir vóru eyðkendir og lættir at kenna við grønmálaðum stokki. Týðiliga sást, at stórur dentur varð lagdur í at røkja bátarnar væl.

Teir lógu við Kongabrúnna innanvert Bursatanga um ólavsøkumundið og seldu lunda. Um mánaðarskiftið august/september havhest og annars, tá ið útróðrarveður var, seldu teir havnarfólki eitt kók av nýveiddum fiski til døgurða.

Toskur, hýsa og seiður, fiskaður á plinkum og miðum í fjørðinum, eystanfyri ella sunnanfyri. Teir róðu á tær ymsu leiðirnar tær ymsu árstíðirnar, tí útróðarmenn vóru, og eru nólsoyingar tiltiknir. Kenna hvønn plink og hvørt mið her um leiðir.


Søgufróða Maria Eide skrivar í bókini "Rekar", at í Nólsoyarfirði er bæði nógvur og góður fiskur, og mangan búkin hevur hann mettað. Eystan fyri oynna eru rík fiskimið, summi rættiliga langt til havs. Hagar út løgdu teir á hav við róðrarbátum.

Og Maria hugleiðir eisini um Víkina og skrivar, at hon stóð steinstappað við seiði bæði vetur og summar.

Soleiðis fóru tankarnir á flog. Góðveðursdagar plagdu vit at spyrja fryntliga skiparan Villa á Rituni, um vit kundu sleppa við ein túr til Nólsoyar. Lovaðu vit at vera hampiligir og skikka okkum væl, so var leyst og liðugt at sleppa við.

Hetta var við Rituni - hinari, ið Ternan sigldi á í februar 1968 við molahøvdið í Havn, og sum tað eydnaðist at sleipa inn á Bursatanga, har hon sakk.

Nólsoyar bygd hevur fostrað nógvar menn og kvinnur, ið hava skrivað navn sítt í søgu okkara og gjørt vart við seg í føroyskum mentanarlívi.

Her býr og hevur búð fólk, ið hevur fingið dygga vitan og ans fyri gomlu føroysku sang- og kvæðamentanini. Eitt eyðkenni fyri fleiri, sum hava sínar røtur í oynni eru listarligar gávur innan sang, kvøðing, sjónleik og frásøgukynstur, skrivar Egon Hansen í einum av sínum greinum í Varðanum um ættarsøguna í Nólsoy.

Felagslívið er fjøltáttað, har mentan, vísind, arbeiði og trivnaður ganga hond í hond.

Her verður dansað, sungið og kvøðið. Her verður sjónleikur spældur og her skriva og yrkja høvundar umframt at tónleikarar gera løg. Her verður ítróttur íðkaður, og her verða kappróðrabátar flotaðir.

Um nólsoyingar sum kappróðrarmenn er at siga, at tann báturin, sum teir vóru kendir fyri fyrr, var 6-mannafarið Tarvurin. Hann sæst fyrstu ferð í ólavsøkuúrslitum í 1942, tá hann vann á Svaninum við havnarmonnum, Risanum úr Hesti við hestmonnum og koltursmonnum, Greivanum á Signabø og Mýlingi av Argjum. Hann vann aftur í 1943 og 1944, men sæst so ikki aftur.

Í 1961 verður Studenturin mannaður við manning úr Nólsoy.

Síðani koma nólsoyingar ikki fyri aftur fyrrenn í 1978, tá ið Tívil verður mannaður. Í 1979 broytti báturin navn til Nólsoyingurin og vann ólavsøkuróðurin. Síðani hava nólsoyingar havt mong góð ár í kappróðri.

Í Nólsoy verður stórur dentur lagdur á, at gesturin skal kenna seg vælkomnan. So tað er ikki av ongum, at áhugin at fara á Ovastevnu er so ovurhonds stórur.

Umframt fjølbroyttu skránna, er árliga Regattasiglingin av Eiði til Hósvíkar og svimjingin um Nólsoyarfjørð partur av dagsins stevnu, og hevur tað óivað økt um stevnuáhugan.

Mær er sagt, at í fjør komu eini 4000 fólk um fjørðin, og tað er ikki lítið, tá ið hugsað verður um, at tað búgva 255 fólk her úti.

At fólk á slíkari stevnu nýta høvi at vitja vinir, kenningar og skyldfólk, er aldargamal føroyskur siður. Og Gud gævi, at hesin siðaarvur ongantíð verður undirmettur og gloymdur, tí fyri samleikan og ættarkensluna hevur tað týdning, at vit kenna okkara skyldfólk - okkara fedranna upphav, og er tað gleðiligt at síggja, hvussu sterk ættarkenslan er hjá tykkum, ið hava ættarbond til Nólsoyar.

Síðani árskiftið hevur Nólsoyggin verið partur av Tórshavnar kommunu, og tað fegnast vit um í Tórshavnar býráð. Tað gleðiliga var, at ynskið kom hiðani, og at undirtøkan var so greið. Ikki tí, samstarv hevur í nógv harrans ár verið millum kommunurnar, og hevur tað altíð verið gott og fyrimyndarligt, so tað var kanska ikki so løgið og fjart at ganga saman í ein felagsskap.

Men lat meg siga, at tað var ikki av neyð, at Nólsoyar kommuna hevði hug at leggja saman við høvuðsstaðin, tí kommunan var væl fyri fíggjarliga og hevði sum so onga skuld, heldur stóð fitt av peningi á bók. Men eyðsæð er, at fyrimunir eru við eini størri eind, tá ið fíggjarlig tøk í framtíðini skulu takast. Tað verið seg á umhvørvis- og tekniska økinum, innan eldrarøktina, barnaansingina og skúla- og trivnaðarøkið.


Ítøkiliga er arbeiðið at byggja nýggjan barnagarð byrjað. Graslíkisvøllurin eysturi á Mýruni skal gerast liðugur. Tørvur er at útvega nýggj grundøki, tí hugur er at sleppa at seta búgv her úti, og tað er gleðiligt, tað er tíanverri ikki gerandiskostur á øllum smáplássum.

Sum eg segði fyrst í røðuni, so eru summarstevnurnar farnar aftur um bak í øllum góðum. Um tær ikki vóru, haldi eg meg tora at pástanda, at summarið hevði verið møtimikið, tí stevnurnar skapa hugna og styrkja um samanhaldið á staðnum. Tær eru ein týðandi táttur í okkara mentan og samleika.

Lat okkum tí nýta Ovastevnuna til at seta lívsgleðina í hásætið. Lat okkum vísa, at í felag ber til at skapa hugna og trivna. Latið okkum, tá ið Ovastevnan er liðug, kunna siga, at vit øll hava havt eina góða stevnu, har orðafellið, at "maður er mans gaman" er sett í fremsta rað.

Við hesum orðum lýsi eg Ovastevnuna 2005 at vera setta og fari eg at ynskja øllum eina góða stevnu.


Takk fyri

Heðin Mortensen
borgarstjóri






 

 




Heðin Mortensen - tel. 31 11 96 / fax. 31 12 65 / fartel. 21 11 96

Gjørt síðuna og sum er webmaster -------> Guðrun Heðinsdóttir Mortensen



Løgtingið Býráðið ÍSF Skansin Forsíðan Send mær ein teldupost Býráðið Løgtingið Ítróttasamband Føroya