.
| Javnaðarflokkurin | Løgting | Býráðið | Ítróttur | Talur |






Send mær ein teldupost

Vitjandi nr:

síðani 1. sep. 03

 



Grein 1 til 25 av 1217


17-01-2012
Nýggjur leiðari á sosialu deild
Tórshavnar kommuna hevur sett Eyðfríð L. Jacobsen í starv sum leiðari á sosialu deild, nú Eyðun Jensen, sum hevur verið leiðari á deildini í meira enn fjórðingsøld, hevur valt at fara frá sum leiðari



Les meira...

09-01-2012
Vil løgmaður ikki síggja veruleikan?
Tað var ikki so lítið hugstoytt at lesa samrøðu við Føroya løgmann í Norðlýsinum fríggjadagin. – Tað er skelkandi, hvussu langt frá veruleikanum, ið løgmaður er, og at hann als ikki tykist vilja skilja álvarsama boðskapin, sum eg royndi at bera honum og hinum landspolitikkarunum í mínum nýggjárskronikki

Les meira...

08-01-2012
Útjaðaravøkstur ógjørligur uttan eitt sterkt miðøki
Helt tilbage fra 1970´erne har det været et klart politisk mål at styrke bygdesamfundene, mens man for Tórshavns vedkommende slet ikke har haft nogen proklamerede mål. Snarere tvært imod, for udviklingen de sidste 8-10 år har været at flytte arbejdspladser og institutioner fra Tórshavn og til bygderne. Følgen af det er selvfølgelig, at centrum svækkes.

Les meira...

05-01-2012
Bjørn Kalsø á fundi á Ráðhúsinum
Fyrrapartin hittust Bjørn Kalsø, mentamálaráðharri, og Heðin Mortensen, borgarstjóri, á fyrsta sinni, síðan Bjørn Kalsø tók við starvinum sum mentamálaráðharri. Fleiri felagsmál vóru á skránni. Tosað varð millum annað um Skúladepilin, Tjóðpallin, Fróðskaparsetrið, Hoydalar, Venjingarskúlan og Skansan



Les meira...

05-01-2012
Vilja almennu Føroyar stuðla høvuðsstaðnum?
Kommunan ger alt hon kann fyri at økja um fjølbroytnið í bústaðarmynstrinum, og samstundis alt sum ber til, fyri at gera tað so bíligt at seta búgv og virka sum gjørligt. Men í hesum seinasta berjast vit ein vónleysan bardaga móti serliga fíggingarstovnunum, sum umsita bæði keyp og sølu og fígging, og halda prísinum á einum høgum og kunstigum støði

Les meira...

03-01-2012
Ungi ferðamaðurin úr Japan kemur til Tórshavn
Ungi ferðamaðurin úr Japan kemur til Tórshavnar 22. desember at uppliva okkara lítla land. Japanesarin er útbúgvin verkfrøðingur, men lesur nú kunningartøkni. Sandportalurin hitti Sámal Bláhamar ið rekur TORU Tourist Traffic og hann greiðir soleiðis frá



Les meira...

02-01-2012
Johanna Dalsgarð 100 ár í dag
Veitsluhald var á Ellisheiminum í Havn í dag, tá Johanna Dalsgarð av Velbastað fylti hundrað ár.
Heðin Mortensen, borgarstjóri, var ein av røðuhaldarunum, og bar heilsu vegna Tórshavnar Býráð. Heðin segði millum annað:



Les meira...

28-12-2011
Fiskimálaráðharrin, ið sum fyrsta avrik í starvinum niðurlaðaði Sjósavnið
Øll kanna vit Sjósavnið, men mong vita helst ikki, hvussu Sjósavnið er skipað, og hvussu raksturin er. Føroya Sjósavn er ogn hjá einum grunni. Tórshavnar kommuna eigur húsið og økið rundanum, og kommunan letur hvørt ár 400 túsund beinleiðis til grunnin, umframt at hon ber kostnaðin av húsi, umvælingum o.ø., t.v.s. um hálva miljón árliga

Les meira...

23-12-2011
Jólini hjá borgarstjóranum
Borgarstjórin í Havn hevur úr at gera uppundir jól. Hópur av fólki vitja innar at avgreiða stórt sum smátt, sum fáast skal frá hondini áðrenn árslok

Les meira...

15-12-2011
Boðanesheimið verður grønt!
Boðanesheimið verður hitað við sjóvarhita. Tað hevur Tórshavnar Býráð avgjørt í kvøld eftir at nýggir upplýsingar í dag eru komnir í málinum.



Les meira...

15-12-2011
Nýggj útstykking í Djúpagili
Farið verður nú undir at gera skitsuuppskot til útstykking í økinum, har Djúpagil møtir nýggja sambindingarvegnum við nýggja innkomuvegin



Les meira...

15-12-2011
Eigarar við Myllutjørn fáa kekk til jóla
Arbeiðið hevur gingið sera væl og nú verkætlanin við Myllutjørn er liðug, er samlaði kostnaðurin slakar 29 miljónir. Verkætlanin varð mett at kosta góðar 31 og eru sostatt næstan hálvatriðju miljón bíligari enn mett



Les meira...

14-12-2011
Brúkarin skal ikki gjalda umleggingina einsamallur
Kommunurnar hava ábyrgd av SEV, tí kommunurnar eiga elfelagið. Fremsta ábyrgdin hjá kommununum sum eigarar av SEV er at veita burðardyggan streym fyri bíligasta kostnað.
Sjálvandi er rætt at leggja um til grøna orku, men vit eiga ikki uttan víðari at geva hvørjum einasta húsarhaldi í Føroyum eina óneyðuga eykarokning á 3.000 kr. um árið

Les meira...

12-12-2011
Boðanesheimið verður sanniliga grønt!
Kringvarpið borðreiddi allan sunnudagin mestsum bert við orku- og umhvørvistíðindum líka frá ST-klimafundi í Suðurafrika, grønu útbýggingarætlanunum hjá SEV, og síðst men ikki minst, at Tórshavnar kommuna gongur beint í móti hesum ráki, tí at kommunan fer at hita Boðanesheimið við dýrari og dálkandi olju heldur enn við sjóvarhita sum upprunaliga ætlað

Les meira...

10-12-2011
Jólabarnakonsert við Føroya Symfoniorkestri
Góðu áhoyrarar, góðu tónleikarar – og ikki minst, góðu børn!
Hetta er fimtu ferð, at Føroya Symfoniorkestur skipar fyri jóla- og familjukonsert, og er hetta eitt av teimum stóru, afturvendandi tiltøkunum um jólini, sum vit eru sera spent uppá, og sum hjá fleiri er vorðið sjálv ímyndin av, at nú eru jólini í hondum.

Les meira...

08-12-2011
Starvsdagar á Býarbókasavninum
Tilsamans hava tey fýra, sum halda 20, 25 og 30 ára starvsdagar í dag, 100 ára royndir. Bæði nýggi leiðarin, Svend Højgaard, og borgarstjórin, Heðin Mortensen, vístu á, hvussu ómetaliga stóran týdning tað hevur, at hava so roynd og so trúføst starvsfólk



Les meira...

07-12-2011
Kommunan sett fólk at ansa trøunum
Kommunan hevur sett vaktarhald at ansa jólatrøunum. Harafturat eru átøk gjørd, so tað verður torførari at stjala trø ella ljós



Les meira...

02-12-2011
Gapandi tómt ellisheim?
Av sonnum ein skelkandi og ófrættakendur boðskapur, sum nýggja landsstýriskvinnan í almannamálum, Annika Olsen, borðreiddi við fyrr í vikuni – at eingin játtan er til at reka øll tey nýggju ellisheimini, sum kommunur kring landið í løtuni lata byggja, og sum skjótt eru liðug

Les meira...

02-12-2011
Kirkjan og roykstovan bjargaðu jólatræshaldinum
Jólatræið skuldi verða tendrað í Kirkjubø í dag kl 17. Men tá myndamaðurin kom til Kirkjubøar var stormur, jólatræið hekk meira at kalla vatnrætt í luftini, tað var ringasta ætt í Kirkjubø og tað oysti niður. Ikki hugsingur um nakað jólatræshald



Les meira...

01-12-2011
Fleiri arbeiðsskapandi íløgur í 2012
Tórshavnar býráð hevur tilvitað lagt seg eftir arbeiðsskapandi verkætlanum á trivnaðar-, mentanar- og tekniska økinum. Tey ungu skulu hava bestu umstøður at takast við og gerast dugnaligari innan tónlist, og tí ger býráðið íløgur í nýggjan musikkskúla, ítróttaøkini verða útbygd, íløgur verða gjørdar í nýggja svimjihøll við 50 metra hyli, brúgv verður bygd um Sandá og Boðanesheimið verður gjørt liðugt

Les meira...

26-11-2011
Jólatræið tendrað í miðbýnum
Her er røðan hjá Heðini Mortensen, borgarstjóra: Góðu borgarar í Tórshavnar kommunu – góðu gestir úr øllum landinum – og góðu børn! Hjartaliga vælkomin her oman í miðbýin í høvuðsstaðnum



Les meira...

25-11-2011
Jól í Miðbýnum byrja í morgin sambært skránni
Borgarstjórin boðar frá, at jólatræið á Vaglinum verður sum ætlað tendrað í morgin leygardagin kl. 15.30, har Havnar Hornorkestur fer at spæla jólaløg og borgarstjórin sjálvur og Bergur Debes Joensen, prestur, fara at halda røður

Les meira...

19-11-2011
Skúlastýrini og býráð viðgera skúlabygnaðin
Øll 11 skúlastýrini í Tórshavnar kommunu eru boðað til fundar, har uppskot til nýggjan skúlabygnað verður lagt fram. Fundurin verður mikukvøldið kl. 19 á Hotel Hafnia

Les meira...

19-11-2011
Er skúladepilin við Marknagil politiskt steðgaður?
Fleiri landsstovnar liggja á málinum.
Tað ørkymlar Tórshavnar kommunu, at kommunan ikki fær avgreitt skjótt tvey ára gomlu umsóknina frá Landsverk um byggiloyvi til skúladepilin, orsakað av at málið tykist vera steðgað upp hjá fleiri landsmyndugleikum og stovnum, sigur Tórshavnar kommuna í skrivi til Mentamálaráðið

Les meira...

17-11-2011
Kommunuskúlin – skúlin í kommununi
Andrea Heindriksdóttir, forkvinna í skúlastýrinum fyri Kommunuskúlan, hevur í almennum skrivi spurt, hvørjar ætlanir eru fyri framtíðarstøðu Kommunuskúlans?

Les meira...

 

Grein 1 til 25 av 1217

 



Heðin Mortensen - tel. 31 11 96 / fax. 31 12 65 / fartel. 21 11 96

Gjørt síðuna og sum er webmaster -------> Guðrun Heðinsdóttir Mortensen



Løgtingið Býráðið ÍSF Skansin Forsíðan Send mær ein teldupost Býráðið Løgtingið Ítróttasamband Føroya