|

Vitjandi
nr:
síðani 1. sep.
03
|
27-07-2010
Ólavsøkan og ólavsøkukonsertin
Vit hava tosað um tað í fleiri ár. Vit byrjaðu aftur at tosa um tað eftir ólavsøku í fjør. Longu 25. mars í ár skrivaði heimasíða kommununar, at ”seinastu tvey árini hevur Tórshavnar kommuna arbeitt miðvíst við at broyta sjálvt heildarkonseptið viðvíkjandi ólavsøkuni.
Les
meira... |
23-07-2010
Áartún andar av søgu og gomlum minnum
- Kongabrúgvin kemur til sín rætt og fær tann aktivitet, sum hon hevur havt upp gjøgnum tíðina, segði Heðin Mortensen borgarsjtóri, tá hann klipti snórin til Áartún í góðveðrinum fríggjadagin

Les
meira... |
23-07-2010
Fyri løtu síðan doyðu 110 hval í Sandagerði
drápið tók sjey minnutir – øll grindin gjørdi landgongd.
Les
meira... |
23-07-2010
Eldrarøkt í vanrøkt
Samstundis sum kommunur í hesum døgum taka megnartøk at byggja út 150 røktarheimspláss fyri hundraðtals milliónir, er landsstýriskvinnan í almannamálum farin at taka ein stóran part av tøku búplássunum av. Mann trýr tað er lygn!
Les
meira... |
22-07-2010
Ólavsøka í Keypmannahavn
Aftur í ár verður ólavsøkan hildin í Keypmannahavn. Føroyahúsið skipar fyri stórum og hugnaligum tiltaki.
Les
meira... |
22-07-2010
Ókeypis sanghefti
Ókeypis sanghefti til felagssangin ólavsøkudag 29. juli á midnátt fáast við at støkka inn á gólvið hjá Snarskivuni í miðbýnum.
Les
meira... |
16-07-2010
Alternativ ólavsøkurøða 2010
Einhvør staður er heimsins nalvi fyri tey, sum búgva og liva har, hevur onkur sagt. Fyri okkum, sum búgva í Havn, er Havnin sjálvandi heimsins nalvi. William Heinesen kallaði eisini Havnina heimsins nalva, men legði aftrat, at Havnin var “den største by i mange hundrede kilometers omkreds”. Og tað gevur ikki bara fyrimunir, men áleggur býnum stórar skyldur.

Les
meira... |
15-07-2010
Jákup Simonsen 25 ára starvsdag
Mentamálaleiðarin hjá Tórshavnar kommunu, Jákup Simonsen, hevur 25 ára starvsdag í dag, 15. juli. Jákup byrjaði í starvi sum deildarleiðari í mentamálum hjá Tórshavnar kommunu 15. juli 1985 og hevur røkt hetta starv í øll 25 árini.

Les
meira... |
15-07-2010
Um undrunarverdu raðfestingar kommununar av ”dygdarlist”
Herfyri hevði Kinna Poulsen ummæli um framsýning hjá Astri Luihn. Hetta var nú ikki so nógv eitt ummæli, heldur ein niðurgerðing av nógvum av tí, hon persónliga ikki metir vera dygdarlist.
Les
meira... |
06-07-2010
Statt nú við títt orð, harra løgmaður!
Um tað snýr seg um rossahandlar og/ella egin áhugamál kann veljarin taka støðu til. Men løgið er tað, at vit enn einaferð eru vitni til eina slíka ódemokratiska avgerð, sum frá degi til dags hevur broytt tilverugrundarlagið hjá trimum familjum í Havn – umframt trimum aftrat seinni.
Les
meira... |
02-07-2010
Barnafestivalurin 2010 verður leygardagin 3. juli

Les
meira... |
02-07-2010
Appeleraði avgjørt ikki til avlýsing í Skúvoy
Í gjárkvøldið var grein á portal.fo undir yvirskrift "Skúvoyingar vónbrotnir av Drotningini", har pástandur kom fram, sum borgarstjórin í Havn als ikki er samdur í.
Les
meira... |
02-07-2010
Grind deyð í Havn
Í dag doyðu 17 hval í Havn á 130 skinn. Umleið 1000 fólk hava meldað til.

Les
meira... |
01-07-2010
Drottningin hevur vitjað á Ráðhúsinum
Tað var ein væluppløgd drottning Margretha sum í morgun vitjaði á Ráðhúsinum í Havn, har borgarstjóri og varaborgarstjóri við frúum, umframt leiðsla og starvsfólk hjá kommununi, tóku ímóti.
Les
meira... |
01-07-2010
Stórur áhugi at giftast í Føroyum
Borgarstjórin í Havn hevur úr at gera at gifta bæði útlendingar og føroyingar, sum búgva uttanlands – og vígslustøðini røkka líka frá Slættaratindi og inn í hansara egna fundarhøli.
Les
meira... |
30-06-2010
Drottningahjúnini vitja í Havn í morgin
Tey byrja vitjanina longu kl. 09.05 á Ráðhúsinum, har borgarstjórin Heðin Mortensen og frú Hjørdis, varaborgarstjórin Bogi Andreasen og frú Johanna, taka ímóti saman við stjórum, leiðarum og starvsfólkum á Ráðhusinum.
Les
meira... |
29-06-2010
Sir Elton John við tórshamarinum
Elton John spældi alla konsertina í gjárvkøldið við merkinum hjá Tórshavnar býi á bringuni. Heðin Mortensen, borgarstjóri, gav honum nálina við “vápnaskjøldrinum” við tórshamarinum beint undan konsertini, tá hann eisini handaði honum gávuna frá býráðnum, ið var ein myndabók og eitt listarverk úr glasi
Les
meira... |
27-06-2010
Drottningahjúnini fingu gávu frá Tórshavnar Býráð
Drottningahjúnini vitjaðu seinnapartin nýggja og stásiliga Skúlan við Løgmannabreyt, har Heðin Mortensen, borgarstjóri, handaði teimum eitt listarverk efftir Edward Fuglø – sum annars hevur myndprýtt skúlan – sum gávu.

Les
meira... |
17-06-2010
Borgarstjórin bjóðar Guinness Book of Records á ólavsøku
- Eitt tílíkt met er bæði stuttligt og gevur okkum eina rúgvu av positivari umrøðu kring allan heim, sigur Heðin Mortensen í stuttari viðmerking!
Les
meira... |
16-06-2010
Standmynd verður avdúkað á Høgukei við Skeiva Pakkhús
Standmyndin “Kvinna vaskar fisk”, sum listamaðurin Gianfranco Nonne hevur gjørt, verður avdúkað týsdagin 22. juni 2010 kl. 16. Standmyndin fer at standa við Skeiva Pakkhús á Høgukei.
Les
meira... |
15-06-2010
Ráðhúsið nýggjar høvuðsdyr
Vilt tú síggja ráðhúsið í Havn uttan høvuðsdyr, so skalt tú skunda tær, tí helst ganga 100 ár, áðrenn hurðin verður skift aftur. Tann nýggja verður sett í seinnapartin

Les
meira... |
06-06-2010
Einki er so gott sum at trívast millum vinir og grannar
- Kanska hevur felagskenslan ongantíð verið sterkari enn tað sama, tí onkursvegna tykist tað, sum geva vit hvørjum øðrum meira ans, enn vit hava gjørt leingi, segði Heðin Mortensen m.a. í hátíðarrøðu í Reykjavík sunnudagin. Røðan varð send beinleiðis í íslendskum útvarpi

Les
meira... |
05-06-2010
Stórfingin móttøka í Reykjavík
Westward Ho fekk stórfingna móttøku á Akranesi, og nógv fólk vitjaðu forkunnuga gestin, sum prýddi bryggjuna í nakrar dagar. Umboðini fyri Tórshavnar kommunu og manningin vóru saman fríggjakvøldið, har borgarstjórin á Akranesi var vertur til ein hugnaligan døgverða

Les
meira... |
02-06-2010
Heðin beinleiðis í Ríkisútvarpinum
Tórshavnar kommuna er sum gestakommuna boðin at vitja í sambandi við Hátíð Hafsins í Reykjavík. Í hesum sambandi er heitt á Heðin Mortensen, borgarstjóra, um at halda røðu á hátíðarfundi á Sjóminjasafninum sunnudagin, minningardag teirra sjólætnu, sum verður varpaður beinleiðis í íslendska ríkisútvarpinum

Les
meira... |
01-06-2010
Umboð fyri Havnina á Hátíð Hafsins í Reykjavík
Hátíðin snýr seg um alt, sum hevur við havið at gera, frá fiskikappingum, sýning av skipum, kappróður og til sjómannadans - hetta seinasta fyriskipað av íslendsku Rás 2. Fyriskiparar eru annars Faxaflóahafnir og Sjómannadagsráð Reykjavikur saman við Høfuðborgarstofuni
Les
meira... |
|
|
|