|
Yvirlit yvir Mortensens ættina
hjá okkum!
Jesper Joensen, 1634 - 1653, bóndi í Øravík
Danjal Jespersen, bóndi í
Øravík.
Sorinskrivarin í Føroyum,
greiðir í bókini Færøerne
1600 - 1709 soleiðis frá á síðu
456:
I 1656 var Poul Johannesen af Mykledal (Páll Fangi)
tiltalt for at have drevet gand, dels ved lønruner,
dels ved løsningsknude, som han havde ladet læse
i, og i undersøgelsen imod ham vare blandt andre
de endnu bekjendte gandekarle: Ole Jacobsen på Ejde,
Steffen Simonsen på Svinø og Daniel Jespersen
i Ørdevig.
Jesper Danielsen, syslumaður, Øravík,
festi í 1688. Kona hansara Sunneva, var dóttir
Clæment Laugesen Follerup, prestur á Sandi.
Vanliga varð hann nevndur Harra Clæmint. Hann
doyði í 1686, 86 ára gamal.
Danjal Jespersen, Rådni Dánjal,
f. 1700, festi í 1720. Hann gjørdist syslumaður
í Suðuroy og giftist við Onnu. Børn
teirra: Jaspur og 3 døtur, sum allar doyðu ungar.
Aðru ferð giftist hann við Súsannu úr
Sumba. Børn teirra: Sørin, Danjal og Jógvan
Vilhelm.
Jaspur Danielsen, syslumaður og
bóndi í Øravík, festi í
1761. Hann giftist við Kristin Joensdatter úr
Porkeri. Børn teirra: Danjal, Jógvan, Elin
og Anna. Jógvan druknaði saman við pápanum.
Elin, giftist til Fámjins og fekk 3 børn:
Jaspur, Jákup og Kristianna. Jaspur, varð verandi
í Fámjin. Jákup gjørdist bóndi
í Giljum í Hvalba. Kristianna, var móður
Ellind við Toftir í Hvalba. Anna, giftist á
Hamar í Hvalba og fekk tvær døtur: Kristin
og Karin.
Danjal Jespersen f. 1745, festi í
1784, bóndi uppi í Stovu í Øravík.
Hann giftist við Susannu, dóttir Mortan Jespersen,
bónda á Bø í Froðba. Tey
áttur Jaspur, f. 1776, Mortan, f. 1778 og Kristina,
sum giftist við Hanusi bónda Pállson við
Neyst í Hvalba. Jaspur doyði ungur, og sonur
hansara Danjal, f. 1804, vanliga nevndur Danjal Lamni, tí
hann hevði eina visna hond, fekk ikki festið Uppi
í Stovu.
Danjal, setti búgv í Ungagarði í
Øravík og var ættarfaðir at Ungagarðsfólkinum.
Mortan Danjalson f. 1778 - * 1835, festi í 1812 og
giftist sama árið við Elsebeth Jacobsdatter
f. 1789 - * 1870 úr Garðsenda í Hósvík.
Tey áttu 8 børn:
1.
Danjal Jacob, f. 1814 - * 1896 festi í 1843, bóndi
Uppi í Stovu.
2.
Johan, f. 1816 - * 1896 keypmaður, stovnari av Mortansons
handlinum á Tvøroyri, sum tá hann var
í hæddini, var hildin at vera ein tann størsta
fyritøkan í kongaríkinum.
3.
Jóan Petur, f. 1818 - * 1899 bóndi úti
í Garði í Øravík.
4.
Petur Mohr, f. 1820 bóndi og jarnsmiður í
Kálgarðinum í Øravík.
5.
Kristin, f. 1823 bóndi í Kelduni á
Hamri í Froðba.
6.
Súsanna Malena, f. 1825
7.
Rakul, f. 1828
8.
Anna Maria, f. 1831
>> Nú útgreinar Mortensens ættin
seg soleiðis:
1
Danjal Jacob Mortensen, giftist
við Marin Katrinu f. 1812 - * 1894, dóttir Jans
Jensen, bónda á Lagnum á Hamri í
Froðba og Onnu Katrinu Mikkelsdatter, Tey áttu
3 børn:
1.
Mortan, sum doyði ungur.
2.
Danjal Jacob, f. 1848, bóndi uppi í Stovu.
Hann giftist við Bettu, dóttir Johan Mortensen,
keypmann á Tvøroyri.
3.
Súsanna Malena, f. 1850 gift við Napoleon Mortensen,
keypmann á Hvítanesi, Tvøroyri.
Danjal og Betta áttu hesi børn:
1.
Danjal Jacob, bóndi Uppi í Stovu giftist við
Daniellu, úr Smiðuni í Famjin.
2.
Johan, lærari á Tvøroyri f. 1873 - *
1962 giftist við Tinu, f. 1890 - * 1984 dóttir
Jettu og Aksal Nolsøe undir Heygnum á Tvøroyri.
3.
Napoleon, tók við ognini í Klovanum í
Øravík eftir Poul Haldanson, vanliga nevndur
Lamba Poul. Poli, giftist við Rasminu Justinussen, lærarinnu
úr Havn.
4.
Marius, f. 1877 - * 1951 skipari giftist við Louisa
Mikkelsen f. 1868 - * 1941.
5.
Jens Mohr, keypmaður, giftist við Jacobinu, dóttir
Jógvan Mortensen, keypmann.
6.
Sanna, gift við Kristin Mortensen, skipara, á
Sevmyri, hann var ættaður úr Kelduni í
Froðba.
7.
Elspa, f. 1882 gift við Johan Mortensen (hjá
Minu) f. 1877 bókhaldara, Tvøroyri.
8.
Lisa, gift við Niels Poula Mortensen (sonur Petur Mortensen).
9.
Elin, gift við Johan Mortensen (sonur Jógvan
Mortensen).
2... Johan Mortensen, keypmaður, Tvøroyri, hann
giftist við Súsannu Jacobsen av Húsum
í Havn, f. 1817 - * 1889. Tey áttu 9 børn:
1.
Mortan, sum doyði ungur.
2.
Jákup, skipari.
3.
Jógvan, keypmaður f. 1846 - * 1914 giftist við
Elspu Kristinu, dóttur Óla Skaalum, bónda
Vestan Tún í Skálum í Hvalba.
4.
Betta, gift við Danjal Jacob bónda, Øravík.
5.
Danjal, keypmaður, giftist við Johannu úr
Kálgarðinum í Øravík.
6.
Napoleon, keypmaður, á Hvítanesi, Tvøroyri.
Hann giftist við Súsannu Malenu f. 1850 dóttur
Danjal Jacob, bónda í Øravík.
7.
Petur, keypmaður, f. 1852 - * 1924. Hann giftist við
Annu Mariu f. 1854 - * 1921 dóttir Karinu og Niels
Paula Mikkelsen, bónda í Bú í
Skálum í Hvalba.
8.
Elin, gift við Napoleon Nolsøe, keypmanni á
Marknoyri í Vági. Seinra kona Napoleon var
Vilhelmina, dóttir Petur Thorsteinsson á Brúgv
í Trongisvági.
9.
Niels Juul, keypmaður, Tvøroyri f. 1860 - * 1929
giftist við Josefinu, dóttir Gudmund Effersøe
f. 1827 - * 1916, syslumaður, Tvøroyri, vanliga
nevndur Kanseliraaden.
3... Jóan Petur Mortensen f. 1818 - * 1899 giftist
við Marin Malenu f. 1818 - * 1899, dóttir Joen
Thoresøn Nattestad, bónda í Stórstovu
í Hvalba. Tey áttu 6 børn:
1.
Mortan, f. 1845 - * 1912, giftist við Johannu Kristinu
f. 1847 - * 1898, dóttir Danjal Jacobsen, bónda
í Giljum í Hvalba og Mariannu Evensen. Mortan,
tók við festinum Úti í Garði
eftir pápan.
2.
Johan, f. 1847 búsettist í Leivsgarði
í Hovi. Konan, Marin Malena Danilesen, var ættað
úr Sumba.
3.
Danjal Jacob, f. 1847 - * 1875 giftist við Marionnu
Poulsen úr Víkarbyrgi, f. 1849. Tey settu
búgv í Myruni í Øravík.
4.
Elsebeth Kristina, f. 1850 giftist við Niels Paula Nielsen,
f. 1851 bónda í Geil í Hvalba.
5.
Katrina Malena, f. 1852 giftist við Danjal Petur Kjærbo,
bónda í Gomlustovu í Sumba. Hann var
sonur Hans Petur í Gomlustovu.
6.
Thorer, f. 1854 - * 1878 giftist við Elisebeth Helena
Olsen í Kálvistovu í Famjin og setti
búgv har.
4
Petur Mohr Mortensen, f. 1820 bóndi og jarnsmiður,
giftist við Julinu Mathildu Sørensen, dóttir
smiðjumeistara í Danmark, har Petur Mohr lærdi
jarnsmið. Tey áttu 8 børn:
1.
Dorthea Kristina, f. 1848 giftist við Ahlen úr
Svøríki. Tey settu búgv í Trongisvági.
2.
Elisebeth Louisa, f. 1849 ógift.
3.
Jens, f. 1851 skipari giftist við Viktoriu, dóttir
Petur Thorsteinsson á Brúgv í Trongisvági.
4.
Mortan Eirik, f. 1853 bóndi og jarnsmiður í
Kálgarðinum í Øravík. Hann
giftist við Sannu Petersen, f. 1863 Við á
í Øravík. Sanna var systur Annu Mariu,
f. 1866 og Annu Helenu, f. 1870 - * 1942, sum í felag
høvdu stóran mótahandil á Tvøroyri,
nevndur Søstrene Petersen. Ein onnur systur teirra
Paulina, f. 1868 var gift við Anthon Degn, sjalavørði,
Tórshavn.
5.
Johanna Malena, f. 1855 giftist við Danjal Mortensen,
bátasmiði, Tvøroyri.
6.
Mortina, gift við Niels Paula Mortensen, úr Sørvági,
hann var smiðjumeistari á bedingini á
Tvøroyri.
7.
Maria, gift við Niclas Holm av Hólum í
Hvalba. Niclas var skósmiður og búsetti
seg á Tvøroyri.
8.
Jørgen, jarnsmiður (Jørgen smið vanliga
nevndur) f. 1861 - * 1948 Tvøroyri. Hann giftist
við Thoru, dóttir Petur Thorsteinsson á
Brúgv í Trongisvági, hon var f. 1868
- * 1937.
5
Kristin Mortensen, f. 1823 bóndi í
Kelduni á Hamri í Froðba. Hann giftist
við Onnu Kristinu Debes í Stovu á Hamri
í Froðba. Tey áttu 8 børn:
1.
Niels Gustav Mortensen, hann giftist við Elisabeth Christinu
Nolsøe úr Garðinum í Trongisvági.
2.
Mortan, skipari og handilsmaður, vanliga nevndur Mortan
á Sandi, tí hann eina tíð handlaði
fyri Mortensens menn á Sandi. Konan, Amalia, f. 1847
- * 1932 var heiman av Sandi.
3.
Debes, f. 1852 - * 1924 skipari, við Sílánna
á Tvøroyri. Hann giftist við Elini Mariu
við Neyst í Hvalba. Tey vóru barnleys.
4.
Johannes, bóndi og handilsmaður í Kelduni
í Froðba. Konan, Vilborg, var dóttur Petur
Thorsteinsson á Brúgv í Trongisvági.
Kona Petur, Lisa Nolsøe úr Garðinum í
Trongisvági, var jarðamóður.
5.
Danjal Johan, skipari, Við Sílánna, Tvøroyri
f. 1868 - * 1946. Hann giftist við Johannu Poulsen,
lærarinnu úr Skopun, hon var f. 1865 - * 1930.
6.
Kristina, bleiv gift við Jens Paula Skaalum, handilsmanni
í Vági.
7.
Elspa, gift við Jógvani Joensen, bónda
í Beitinum Heima á Sandi.
8.
Jetta, gift við Johan Skaalum, bónda og handilsmanni
Vestan Tún í Skálum í Hvalba.
7
Rakul Mortansdóttir, f. 1828 gift við
Joen Erik Joensen, skúlalærara, úr Sumba.
Dóttir teirra Súsanna Elisabeth, f. 1864 -
* 1930 giftist við Lars Larsen (Læars) f. 1866
- * 1931 úr Gjørum í Porkeri. Læars
búsetti seg á Tvøroyri, hann var skóðsmiður
og útróðramaður.
Niels Gustav Mortensen, sonur Kristen
Mortensen, bóndi í Froðba, giftist við
Elisabeth Christinu Nolsøe úr Trongisvági,
tey fingu 8 børn:
1.
Anna Katrina, gift við Villiam Mortensen, Tvøroyri.
2.
Kristina, gift við Dánjal Johan Lisberg í
Famjin.
3.
Leisabeth Maria, gift við Magnus Bærensen, Tórshavn.
4.
Lina, gift við Emil Rein, Tórshavn, seinri Helsingør.
5.
Kristin, giftur við Sannu úr Øravík,
búsitandi á Sevmyru, Tvøroyri.
6.
Niels Pauli (Palli á Brekkunum) giftur við Mariannu
Holm úr Hvalba. Seinra konan Maria F. Petersen úr
Sandvík.
7.
Thorvald, giftur við Elin á Marknoyri í
Vági.
8.
Dánjal Mohr, giftur við Amaliu av Eiði, bóndi,
búsitandi í Froðba.
Niels Pauli Mortensen, (Palli á Brekkunum, vanliga
nevndur) f. 29-11-1877. * 27-9-1963, sonur Niels Gustav
Mortensen, Froðba.
(1) Giftur við Mariannu Holm, úr Hvalba, f. 2-11-1880.
* 4-10-1919
(2) Giftur aftur við Mariu F. Petersen, Sandvík,
f. 25-8-1897. * 1973
Børnini hjá Mariannu
og Niels Paula (Palla):
1.
Niels, giftur við Thurid úr Hvalba, búsitandi
í Trongisvági. Børn: Helgi, Thorkil
og Marna.
2.
Hans, ógiftur, deyður 8. februar 1937.
3.
Martin Eliesar , (Eli) giftur við Ethel Mariu Thurid
Jespersen úr Trongisvági, búsitandi
í Tórshavn.
4.
Erling, giftur við Edith úr Oyndarfirði,
búsitandi har. Børn: Jaspur og Marjun.
5.
Debes, giftur við Katrinu úr Fuglafirði,
búsitandi í Klaksvík. Børn:
Palli og Kristin.
6.
Thorvald, deyður ikki ár gamal.
Børnini hjá Mariu
og Niels Paula (Palli):
1.
Anna Katrina, gift við Svend Aage Jensen, búsitandi
í Københ. Børn: Inger og Aase.
2.
Frits, giftur við Rikku úr Sumba, búsitandi
í Trongisvági. Børn: Kaj, Magni, Páll,
Ib og Finnbogi.
3.
Esther, gift við John Holm úr Hvalba (deyður),
gift aftur við Martin Mørk(deyður).
4.
Martin, giftur við Margitt úr Svøríki,
búsitandi í Trongisvági. Børn:
Palli, Beritt og Maria.
5.
Palma, gift við Hjørleif Solmunde úr Søldarfirði,
búsitandi í Trongisvági. Børn:
Petur, Ninna, Mannbjørn, Laila og Anita.
6.
Anker, giftur við Astu úr Danmark, búsitandi
har
7.
Hansy, gift við Finn Østergaard úr Jyllandi,
búsitandi í Danmark. Børn: Irena, Johan
og Laila.
Martin Eliesar Mortensen (Eli)
f. 21-7-1909 * 25-9-1976 sonur Niels Pauli Mortensen (Palla
á Brekkunum) giftist við Ethel Maria Thurid Jespersen
úr Trongisvági f. 29-10-1915, búsitandi
í Tórshavn. Tey áttu 3 børn:
1.
Hans Jarmund, f. 11-7-1938, giftur við Sólvá
Niclasen úr Miðvági, f. 18-2-1941, búsitandi
í Tórshavn. Børn teirra: Ethel f. 6-3-1959,
Conny f. 20-10-1962, Anker f. 27-3-1960 og Eli f. 12-11-1968,
doyði 19 ára gamal.
2.
Pauli Erhard, f.31-12-1939, búsitandi í Tórshavn.
3.
Heðin, f. 7-4-1946, giftur við Hjørdis Egholm,
f. 20-12-1943, úr Tórshavn, dóttir
Eriku og Alfred Egholm, Tórshavn. Búsitandi
í Tórshavn.
Børn teirra: Elin f. 4-1-1966, Ann f. 26-2-1968,
Guðrun f. 30-12-1970 og Eirikur f. 4-12-1975

|