.
| Javnaðarflokkurin | Løgting | Býráðið | Ítróttur | Talur |






Send mær ein teldupost

Vitjandi nr:

síðani 1. sep. 03

 

 

22. mars 2010


Myndatakari: Jens Kristian Vang


Útisetar venda heimaftur til mentanina!

- Eg havi seinastu tíðina tosað við útisetar í Danmark og Bretlandi fyri at vita, hvat hevur týdning fyri teirra avgerð um, hvar tey velja at liva og virka, tá tey eru liðugt útbúgvin. Eins og aðrastaðni í verðini er mentanarlívið ein avgerandi faktorur. Vit vita, at tá tað fyrr vóru vinnukarmar og vinnumøguleikar, ið avgjørdu, hvar fólk valdu at seta búgv, er tað í dag í stóran mun mentan, og í hvønn mun samfelagið er tollynt móti alternativt hugsandi fólki.
Hetta segði Heðin Mortensen m.a. undir 40 ára hátíðarhaldinum hjá Listaskálanum sunnudagin.


Góðu gestir!

Fyrst takk fyri sera góðan tónleik og kórsang og sambært skránni kunnu vit gleða okkum til nógv gott aftrat.

Vit eru savnað her í dag, tí vit hátíðarhalda, at 40 ár eru liðin, síðan Listaskálin varð tikin í nýtslu.

Upprunan til Listasavn Føroya finna vit heilt afturi í krígsárunum, og gjørdist tað fyrsti spírin til eitt veruligt alment savn av føroyskari list í breiðastu merking.

Føroyskir útisetar og listafólk undir útbúgving tóku stig til at stovna Listafelag Føroya, tá Danmark varð hersett í 1940.

Tá tey so eftir kríggið fluttu heimaftur til Føroya, tóku tey Listafelagið við sær, og síðani hevur hetta felag havt ómetaliga stóran týdning fyri listarligu menningina, serliga av myndlistini.

Tað var Listafelagið, sum við stuðli frá Føroya Løgtingi bygdi framsýningarhúsið Listaskálan, ið lat upp í 1970 her í Viðalundini.

Og í 1989 vóru almenna føroyska listasavnið, listasavnið hjá Listafelagnum og Listaskálin, løgd saman til Listasavn Føroya.

Í dag tosa vit um eitt savn við túsundtals listaverkum, ið umboða alt frá elstu varðveittu myndlistini, sum er hálvtannaðhundrað ára gomul, til nýggjastu myndlistina, sum vit eisini rópa samtíðarlist.

Fremsta uppgávan hjá Listasavninum er sum almennur mentanarstovnur at savna inn og varðveita, granska og sýna fram á framsýningum og á annan hátt verja um føroyska list.

Tá savnshúsini vóru tikin í nýtslu í 1993, var talan um eina serføroyska og byggilistarliga uppliving í sær sjálvum, ið kundi vera karmur um føroyska listaskattin, ið verður hýstur her.

Nógvar góðar kreftir tóku hendur saman um at fíggjað hetta arbeiði, og vit í Tórshavnar kommunu eru fegin um, at vit eisini kundu vera við til at lyfta, so hetta Listasavn sum vit eiga í dag gjørdist veruleiki.

Listaskálin er sum ein partur av Havnini og býarmyndini, sum hann liggur so vakurt og væl her við Viðarlundina, samstundis sum stutt er at ganga niðan úr miðbýnum, at njóta viðalundina, umhvørvið her í Gundadali. Síggja føroyska list bæði úti og inni.

Hann dregur fólkið til sín við sínum mongu tiltøkum og er við virksemi sínum við til at skapa ein hugna og eitt listarligt umhvørvi, býurin ikki kundi verið fyriuttan.

Vit vita, at um vit skulu koma víðari og taka í móti teimum avbjóðingum, sum eru fyri framman, so er alneyðugt at víðka um karmarnar her í listaskálanum. Ætlan fyriliggur og eiga almennu mynduleikar á øllum økjum at hjálpa til her. Her mugu ongar forðinginar koma í vegin, tí tað skapar ikki framburð. Tórshavnar kommuna tekur fult undir við hesi ætlan um útbygging, sum kemur at styrkja okkum sum eitt listarligt kraftsentur í høvuðstaðnum og um landið alt, eisini uttanlands.

Tí er tað náturligt, at Tórshavnar kommuna er við í arbeiðinum og sum í gerandisdegnum stuðlar innihaldið í karmunum hjá Listaskálanum.
Býráðið hevur lim í nevndini í Listaskálanum, sum er Jógvan Arge, formaður í mentanarnevndini, sum saman við øðrum nevndarlimum mynda Listasavnið dag.

Tórshavnar kommuna stuðlar Listaskálanum við árligum rakstrarstuðuli og á annan hátt, og hetta er stuðul, sum er væl farin, tí her fæst so nógv afturfyri, ið ikki kann gerast upp í krónum og oyrum.

Ikki bara rúmar hann føroyska list, tí av og á eru eisini útlendskar serframsýningar, ið geva okkum møguleika at kunna okkum um myndlist aðrastaðni, so vit kunnu víðka listarliga sjónarringin.

At vit á henda hátt venda eygum okkara úteftir, er tó bara ein partur av tí, slíkar framsýningar geva, tí tær kveikja eisini útlendska áhuga fyri okkum og okkara list, so tað virkar báðar vegir.

Eg havi seinastu tíðina tosað við útisetar í Danmark og Bretlandi fyri at vita, hvat hevur týdning fyri teirra avgerð um, hvar tey velja at liva og virka, tá tey eru liðugt útbúgvin. Eins og aðrastaðni í verðini er mentanarlívið ein avgerandi faktorur. Vit vita, at tá tað fyrr vóru vinnukarmar og vinnumøguleikar, ið avgjørdu, hvar fólk valdu at seta búgv, er tað í dag í stóran mun mentan, og í hvønn mun samfelagið er tollynt móti alternativt hugsandi fólki. Hetta tí vit eru farin frá ídnaðarsamfelagnum til eitt samfelag, har tað í størri mun er tað skapandi í hvørjum menniskja sær, sum skapar framburð og vøkstur.
Tí er tað í dag enn meira týdningarmikið fyri eitt samfelag at hava vælvirkandi stovnar sum Listaskálan – sum lívga um og menna listina – og harvið alt samfelagið.

Í dag er Listaskálin fasti karmurin um okkara frægastu málningalist, og nú vit hátíðarhalda 40 ára dagin, vil eg vegna Tórshavnar kommunu takka Listasavninum og Listaskálinum fyri tað, sum hesi árini er gjørt fyri at varðveita og breiða út føroyska list.

Eisini vil eg takka listafólkum, nevnd, stjóra, starvsfólkum og øllum, sum á ymsan hátt hava verið við til at mynda og ment Listaskálan sum mentanarstovn hesi 40 árini.

Tórshavnar kommuna kemur altíð at stuðla og menna undir arbeiðið tykkara, her í Listaskálanum.

Hjartaliga tillukku við Listaskálanum og blíðan byr í komandi ár

Heðin Mortensen
borgarstjóri




 



Heðin Mortensen - tel. 31 11 96 / fax. 31 12 65 / fartel. 21 11 96

Gjørt síðuna og sum er webmaster -------> Guðrun Heðinsdóttir Mortensen



Løgtingið Býráðið ÍSF Skansin Forsíðan Send mær ein teldupost Býráðið Løgtingið Ítróttasamband Føroya