|
26.
mars 2010

Her verður brúk fyri øllum
- eisini íverksetarum!
Hetta segði Heðin Mortensen,
borgarstjóri, m.a., tá hann setti íverksetaradagin
í Listaskálanum seinnapartin í dag.
- Fyri eini viku síðani tók
Tórshavnar býráð eitt stig, sum
ikki hevur verið at sæð fyrr í føroyskari
politiskari søgu, tá vit á býráðsfundi
hóskvøldið 18. mars einmælt samtyktu
visiónina um okkara høvuðsstað sum
ein vakstrardepil í Norðuratlantshavi. Allir
býráðslimirnir í Tórshavnar
kommunu eru, tvørtur um floksmørk og mørk
millum andstøðu og samgongu, samdir um at seta
okkum hesa felags stevnu.
- Aðrastaðni er tað ikki
ókent, at býir gera sær langrøkkandi
stevnur, sum tey brúka sum íti fyri tann meira
ítøkiliga politikkin.
- Tað er tó ikki soleiðis,
at vit hava kopierað gongdina í útlendskum
býum, men vit hava fylgt nøkrum kommunum fyri
at kanna eftir, hvat hevur virkað væl ella minni
væl í vøkstrinum og menningini hjá
teimum.
- Hetta, at almennur, politiskur myndugleiki
saman við vinnulívinum tekur stig til menning,
vøkstur og framburð, er kortini ikki nýtt
í Føroyum uppá gott og ónt
kunnu vit siga.
- T.d. vóru teir sum stovnaðu
Færø Amts Sparekasse Tillish amtmaður,
Niels Johnsen Struer, provstur, Christian Pløyen,
fúti og Niles Hunderup, sorenskrivari. Allir vóru
teir danskir embætismenn og fríhandilsmenn.
Hetta var jú 24 ár fyri fríhandilin
og stovnsetingin var eitt slag av atfinning at einahandlinum
- Serliga Pløyen var kendur fyri
at vera drímegin fyri innivatión og liberalisering
í tátíðar samfelagnum, og var ein
av høvuðskreftunum aftanfyri moderniseringina
av landbúnaðinum og fiskivinnuni. Visjónin
hjá honum var ein liberal reformering av samfelagnum,
við tí endamáli at skapa fólkatalsvøkstur
og vinnuligan vøkstur eisini tá hingu
hesi viðurskifti óloysiliga saman.
- Eg sigi eisini tá
tí í dag er júst hetta sama okkara
stórsta avbjóðing at fáa
fólkavøkstur fyri at kunnu hava framhaldandi
menning av samfelagnum.
- Tann vøkstur og menning, sum
hesir og mangir aðrir undangongumenn til dømis
Trappubrøðurnir skaptu fortreytirnar fyri,
gera at í dag er ikki neyðugt at politikarar
og embætisfólk spæla vinnulívsfólk,
men vit hava enn eina stóra og alt ov ofta gloymda
ella misrøkta uppgávu í at skapa fortreytirnar
fyri vinnumenning og fólkavøkstri.
- Hóast vit búskaparliga
hava havt rættiliga góð ár, hava
vit ongan veruligan vøkstur havt í fólkatalinum
í Føroyum tey seinnu mongu árini. Og
serfrøðingar, sum meta um gongdina í fólkatalinum,
siga okkum, at fremja vit ikki nøkur álvarslig
átøk, kunnu vit vænta, at vit fara at
uppliva eina munandi niðurgongd í fólkatalinum
um nøkur ár.
- Hetta tí at ungdómurin
gerst alsamt meira altjóðagjørdur og flytur
hagar, hann hevur bestu møguleikarnar fyri eini góðari
yrkisleið og góðum trivnaði og frítíðartilboðum.
- Tí kann fyrst henda tað,
at ungdómurin velur at flyta uttanlands og gerst
minni og minni áhugaður at flyta heimaftur.
Vit síggja longu nú, at bara fjórði
hvør útiseti í Danmark ynskir burturav
at flyta heim.
- Síðani hendir tað,
at okkara annars lutfalsliga høga burðartal lækkar
av nátúrligum orsøkum fyrst
spakuliga, men sum frálíður skjótt.
Vit fáa færri og færri barnafamiljur.
- Tá versna møguleikarnir
fyri vinnuligar menning, og tí eisini møguleikarnir
fyri at fáa fleiri skattakrónur.
- Eitt gott og livandi íverksetaraumhvørvi
er ein sera týðandi fortreyt fyri at skapa framburð
í samfelagnum. Helst hevur tað altíð
verið soleiðis. Vit hava bara rópt tað
okkurt annað t.d. undangongufólk á
ymiskum økjum. Men hesi hava oftast gingið í
einingi, og tá tey ikki eru longur, eru vitanin og
áræðið farin við teimum.
- Í dag eru vit meria tilvitað
um týdningin av at skapa uhvørvi og umstøður,
sum fáa íverksetan at blóma og mennast
- og ikki minst fær íverksetarar at deila vitan
sínamillum.
- Tað er ein sannroynd, at gevi
eg tær eitt toskarhøvd, og tú gevir
mær eitt, hava vit framvegis eitt í part, men
gevi eg tær eitt hugskot, og tú mær eitt,
so hava vit í minsta lagi tvey hvør.
- Í dag er tað at vera íverksetari
virðismett í sjálvum sær. Vit halda
ikki longur, at íverksetarar eru serlingar
haldi eg ?
- Føroyar eru í harðari
kapping við onnur samfeløg um alt tað tilfeingi,
sum skal tryggja vøkstur og trivnað í
framtíðini.
- Tað týdningarmesta tilfeingið
okkara fremsta aktiv er okkara egna fólk.
Tað besta vit kunnu gera, er tí at gera okkara
samfelag so attraktivt sum til ber fyri tey, sum búgva
her, og fyri tey sum kunnu hugsast at búseta seg
her.
- M.a. tí er tað, at Tórshavnar
býráð hevur samtykt - yvirskipað at
stíla móti at verða ein vakstrardepil
í Norðuratlantshavi. Tað vil ikki siga, at
allur vøksturin skal vera í Havnini. Trappubrøðurnir
tóku eitt innovativt stig í Havn, men tann
stóri vøksturin í fiskivinnuni kom
í teimum støðunum í landinum, har
fortreytirnar vóru bestar.
- Fyri at røkka hesi visjón,
hevur býráðið sett sær nøkur
ítøkilig mál. Eg skal í stuttum
nevna nøkur av teimum her, og so kunnu tit annars
lesa fullu útgávuna á heimasíðuni
hjá kommununi.
Vit vilja, at høvuðsstaðurin
er alheimsgjørdur og fjølbroyttur, við
upplivingum og avbjóðingum, nýggjum og
mennandi útbúgvingartilboðum og dygdargóðum
altjóða granskingarumhvørvi.
Og at høvuðsstaðurin
gevur vinnulívinum góð vakstrarlíkindi,
og tænir øllum føroyingum í avgerandi
leikluti sínum at ganga á odda í menningini
-Býráðið fer nú
saman við øllum góðum kreftum frá
vinnulívi, arbeiðsmarknaði og vitanarstovnum
uttanfyri eins væl og í høvuðsstaðnum
- at arbeiða við meira ítøkiligum
handlingsætlanum, sum taka støði í
visjónini. Her verður brúk fyri øllu
góðum kreftum eisini íverksetarum.
- Við hesum orðum fari
eg at ynskja tykkum góðan íverksetaradag.
Heðin Mortensen
borgarstjóri
|