.
| Javnaðarflokkurin | Løgting | Býráðið | Ítróttur | Talur |






Send mær ein teldupost

Vitjandi nr:

síðani 1. sep. 03

 

 

2. november 2009

Dagrøktin 35 ár

Dagrøktin 35 ár

Góðu dagrøktarar, góðu áhoyrarar!

Í dag hátíðarhalda vit at 35 ár eru liðin síðani Dagrøktin í Tórshavnar kommunu bleiv til. Tað var hin 1. november 1974 at Annika Nielsen, sjúkrasystir, legði lunnar undir tað fjálga og heimliga virksemið, sum vit nú, 35 ár seinni, kunnu líta aftur á.

Eg havi hug at byrja við einum setningi úr einari enskari lýsing hjá gistingarhúsum úti í heimi. Setningurin ljóðar: Your Home Away From Home. Vit eru títt heim, úti í heimi. Hvør skal siga: Vel tí okkum.

Haldi, at hesin útlendski lýsingasetningur sigur, hvat Dagrøkin er. Hon er eitt heim, burtur frá heiminum. Hon er eitt heim, tá vit ikki eru heima. Ella enn betur: Dagrøktin er okkara heim, hóast vit ikki eru heima. Og tá eg sigi 'vit', so er tað sjálvandi børnini eg hugsi um.

At vera barnsins heim, tá tað ikki er heima, er hugsaða støðið fyri virkseminum í Dagrøktini í Tórshavnar kommunu. Einfalt og heimligt.

Í kommununi royna vit at hava faldarar um allar okkara tænastur til borgaran, sum fólk kunnu taka við sær heim úr Snarskivuni, ella taka niður av heimasíðuni hjá okkum. Í nýggjasta faldaranum verður sagt at Dagrøktin er ein lítil eind í heimligum umhvørvi har nærvera, umsorgan, menning og trivnaður eru í hásæti.

Dagrøktin tekur altso støði í heimligum virðum, so sum umsorgan og nærveru.

Úr námsfrøðini kunnu vit leita fram orð og hugtøk sum behaviour-ismu, atburðarfrøði, sum helst er tað rákið, ið liggur næst virkseminum í Dagrøktini. Men opnar dyr og rúmligt pláss eru onnur lyklaorð í hesari skipan, sum eisini er samansett og umfatandi úti í kommununi.

Ì Dagrøktini starvast 21 dagrøktarar. 15 í Havn og 6 í Kollafirði. Tær hava næstan allar 3 børn hvør. Tað eru í dag 70 børn í dagrøktini. Tey allar flestu børnini eru millum 9 og 15 mánaðir. Tó eru børnini í Kollafirði millum 9 mánaðir og 2 ár og har eru so 4 børn hjá hvørjum dagrøktara.

Vit hava eisini eina vøggustovu sum eitur Reiðrið. Har ganga 8 børn, sum øll eru 9 - 12 mánaðir. Har eru 3 starvsfólk.

Á kontórinum í Dagrøktini, sum er her í Arnes Minde, eru tveir pedagogar. Annar er leiðari og hin er varaleiðari og økispedagogur. Solvá Sondum, sum er økispedagogur, ráðgevur og vegleiðir øllum dagrøktarum í kommununi - mammunum, sum vit søgdu fyrr - og Joan Simonsen, sum er leiðari í Dagrøktini, vegleiðir og ráðgevur í Kollafirði.

Í fyrstuni helt dagrøktin til úti í húsinum hjá Christinan Holm Jacobesen í V.U. Hammershaimsgøtu, síðani flutti dagrøktin í Skansastovu í Djóna í Geilgøtu. Eitt skifti var Dagrøktin á Meiarínum og síðani 1986 hevur Dagrøktin hildið til her í Arnes Minde á Kirkjuvegi 1. Og her angar av søgu í ymsar ættir. Arnes Minde hevur verið bæði politistøð og býráðsskrivstova. Og í teim ófriðarligu árunum, síðst í 70'unum, tá ung vildu sleppa at dansa aðrastaðni enn í Diskotek-klubbanum, tá vóru hesi húsini heimstaður hjá Skansastovu.

Tað var árið eftir altjóða ungdómsárið, at Dagrøktin flutti inn higar.

Men fara vit til fyrsta leiðaran, so var tað sum nevnt Annika Nielsen. Ingrid Midjord byrjaði at arbeiða í Dagrøktini í 1977 og varð leiðari frá 1985 til 1997. Brynhild Mohr Joensen var leiðari 1997 til 2005, síðani Marjun Midjord, Tróndur Ennistíg, Karla Joensen og í dag er Joan Simonsen leiðari í Dagrøktini.

Tá Dagrøktin var uppá tað mesta, fevndi hon um fleiri enn 300 børn, heilt frá nýføðingum til skúlaaldur í Tórshavnar kommunu.

Dagrøktin, sum arbeiðir eftir dagstovnalógini, er væl skipað og hevur eftirlit við dagrøktarheimunum og vegleiða dagrøktarar í dagliga arbeiðinum.

Tað er eitt avbjóðandi og týdningarmikið pedagogiskt starv at vera dagrøktari, har tú dagliga ger stóran mun fyri uppvaksandi ættarliðið.

Barnið verður ansað heima við hús hjá dagrøktaranum undir tryggum og heimligum viðurskiftum, saman við tveimum ella trimum øðrum børnum.

Dagrøktarin tryggjar børnunum fjølbroyttar og mennandi upplivingar, soleiðis at barnið kann menna seg á øllum økjum.

Umsitingarliga er Dagrøktin í Tórshavnar kommunu býtt upp í seks øki, so foreldur á høgligasta hátt kunnu raðfesta dagrøktarpláss í tí øki, ið passar teimum best. Økini eru Argir, Vesturbýurin og Norðasta Horn, Miðbýurin og Eysturbýurin, Ternuryggur, Hoyvík og Hvítanes, Kaldbak og so Kollafjørður.

Vegna Tórshavnar kommunu skal eg ynskja tykkum til lukku við teim 35 árunum við góðari dagrøkt og góðan byr fram yvir í tykkara týdningarmikla arbeiði.

Takk fyri!

Heðin Mortensen
borgarstjóri




 



Heðin Mortensen - tel. 31 11 96 / fax. 31 12 65 / fartel. 21 11 96

Gjørt síðuna og sum er webmaster -------> Guðrun Heðinsdóttir Mortensen



Løgtingið Býráðið ÍSF Skansin Forsíðan Send mær ein teldupost Býráðið Løgtingið Ítróttasamband Føroya