.
| Javnaðarflokkurin | Løgting | Býráðið | Ítróttur | Talur |






Send mær ein teldupost

Vitjandi nr:

síðani 1. sep. 03

 

 

31. oktober 2009

Fimleikahøllin Fimi er reist

Fimleikahøllin Fimi er reist


Vælkomin øll!

Vit eru í dag - sum siður er - komin saman at halda reisigildi, nú fimleikahøllirnar her í Gundadali eru reistar.

Saman kunnu vit nú øll skoða handverkið og úrslitið, bæði arbeiðsfólk, byggiharri - í hesum føri kommunan - og øll onnur, ið eru knýtt at byggingini.

At fimleikurin nú eisini fær eitt heim í Gundadali, er ikki annað enn náttúrligt, tí her hevur ítrótturin hildið til undir góðum og skipaðum umstøðum í skjótt fleiri mannaminni.

Við hesum bygningi, sum vit í dag reisa, hava vit sett okkum fyri at skapa enn betri karmar um ítróttin.

Vanligt er at síggja ryggásina skjóta seg upp úr bygninginum, tá vit halda reisigildi, men so er ikki í dag, tí bygningurin er flatur.

Bert tvey fløgg veittra og bera boð um eina hugsaða ryggás, sum vit í dag savnast undir, tí hetta er ein serlig konstruktión, ið er so gjørd so mikið sterk, at hon kann bera heilar tvær hæddir oman á bygning, ið nú er reistur.

Sermerkt er eisini, at á skráanum oman móti Tórsvølli er rúm fyri fýra røðum, har áskoðarar kunnu sita, tá dystir eru á Tórsvølli - bæði landsdystir, europeiskir og aðrir dystir.

Men tað er ikki bara uttan, at bygningurin gevur fleiri møguleikar, tí eisini innan ber til at brúka høllirnar bæði hvør sær og saman, við faldiveggi ímillum.

Tann størsta høllin í miðjuni verður til amboðsfimleik, meðan hinar báðar smærru verða til rútmiskan fimleik, men tær kunnu eisini allar tríggjar leggjast saman til eina stóra høll.

Mál okkara er, at hetta verður ein høll fyri øll í Tórshavnar kommunu, og eins og Svimjihøllin beint omanfyri verður hon tøk hjá skúlum í skúlatíð.

Og aftan á skúlatíð verða tað so tey bæði fimleikafeløgini í býnum, Havnar Fimleikafelag og Ljósið, ið koma at leiga seg inn í høllina.

Hetta er ein stór íløga hjá Tórshavnar kommunu, og sum borgarstjóri vóni og veit eg, at hon ikki fer at standa tóm, men at slit fer at síggjast aftur, tá hon letur upp til várs.

Kjarnin í einum reisigildi er, at vit í felag hyggja bæði fram og aftur, og hesa løtu kunnu vit meta um støðuna, sum hon tekur seg út í lendinum.

Havnar Fimleikafelag er javngamalt við Tórshavnar kommunu, og fólksliga ræðið hevur gingið hond í hond við fólksligu íðkanina hesa farnu øldina.

Við navninum á hesum bygningi seta vit krúnuna á verkið og staðfesta, at enn sum áður er galdandi meginreglan um eina sunna sál í einum sunnum likami.

Hyggja vit 100 ár aftur í tíðina, vóru tað bara mannfólk, ið íðkaðu skipaðan ítrótt, og tað gjørdu teir tá undir navninum Fimur, sum var fyrsta ítróttarfelag í Havn, stovnað í 1901.

Við støði í hesum elsta ítróttanavninum og tí, sum hendi í kommununi annars, tá kvinnur fingu valrætt, hava vit tikið hetta navn fram av nýggjum.

Tó hava vit bent tað eitt sindur, so bygningurin, tá hann letur upp til várs, fer at bera tað fakliga lýsandi og meiri innbjóðandi heitið: Fimi.

Nú vit í dag kunnu síggja, hvussu væl hetta arbeiði og henda bygging er komin áleiðis, er hetta helst eisini løtan at nevna nøkur tøl og nakrar samanberingar.

Fimleikahøllin á Stórheyggi, sum varð tikin í brúk fyri 35 árum síðani, í 1974, kostaði samanlagt 3,3 milliónir krónur.

Samlaði kostnaðurin fyri høllina Fimi er 59 milliónir krónur, men tá eru bæði innbúgv og hornabygningurin til Tórsvøll, niðan ímóti Svimjihøllini, eisini tald við.

Spírin til verkætlanina hómaðist í 2005, men ikki fyrr enn 19. juni í fjør samtykti býráðið at fara undir at byggja Fimi, og spakin var settur í tann 3. november.

Ingibjørg Berg hevur verið formaður í bygginevndini, til hon gjørdist kommunustjóri fyri kortum, og síðani hevur Jákup Egholm Hansen verið formaður.

Hinir limirnir í bygginevndini fyri Fimi eru Jákup Simonsen, Heri Olsen, Jógvan Arge og Sjúrður Olsen.

Maud Hilduberg er prosjektleiðari fyri MT Højgaard, og Jakob Sandgrav og Regin Poulsen eru entreprisuleiðarar.

Fyri Tórshavnar kommunu hevur Hans Suni Eiriksfoss havt prosjektábyrgdina fyri Fimi.

Sum borgarstjóri takki eg tykkum fyri, at komið er so mikið ávegis, at vit nú kunnu halda reisigildi.

Og síðst - men ikki minst - vil eg fegin takka øllum tykkum, sum dúgliga og trúliga hava arbeitt her og gjørt tykkara til, at vit eru komin so langt ávegis við Fimi.

Vit gleða okkum til várs, tá arbeiðið verður liðugt, og higartil kunnu vit ikki siga annað, enn at tað sær bæði lovandi og gott út.

Her er høgt til loft og vítt til veggja. Her eru framtíðar karmar til fimleikin á høgum støði. Vit í Tórshavnar kommunu kunnu verða stolt og tað eru vit eisini.

Takk fyri, øll somul!

Heðin Mortensen
borgarstjóri




 



Heðin Mortensen - tel. 31 11 96 / fax. 31 12 65 / fartel. 21 11 96

Gjørt síðuna og sum er webmaster -------> Guðrun Heðinsdóttir Mortensen



Løgtingið Býráðið ÍSF Skansin Forsíðan Send mær ein teldupost Býráðið Løgtingið Ítróttasamband Føroya