|
28.
juli 2009
Góði ólavsøkugestur!
Sum borgarstjóri í
høvuðsstaðnum er tað mær í
ár ein serligur heiður at bjóða tær
vælkomin á ólavsøku 2009, nú
Tórshavnar kommuna hevur 100 ár á baki
sum fólkavald kommuna.
Á ólavsøku savnast
fólk úr øllum heraðshornum í
Havn, og tí gera vit okkum aftur í ár
ómak, so vit hava nakað at bjóða øllum
bæði verðsligt og andaligt, til gamans
og álvara, inni og úti. Allur býurin
er við í ólavsøkuni, so tí
kann vera hent at hava við hondina hesa lítlu
skránna, ið greitt sigur frá, hvørji
tiltøkini eru og hvar tey eru.
Tað eru mong fólk og feløg,
ið standa saman um ólavsøkuskránna,
ið framvegis fyri ein stóran part er merkt av
tí, vit kennast við ár undan ári.
Men vit vilja fegin gera ólavsøkuna til eina
enn betri og breiðari fólkaveitslu, so tí
halda vit í ár fram á sama hátt
sum í fjør, tá vit royndu at skapa
nýggj tiltøk í býnum.
Nýtt er í ár, at
undan setanini fara býráðslimir at ganga
í skrúðgonguni saman við ítróttarfólkinum
og Havnar Hornorkestri úr Kommunuskúlagarðinum
oman á Vaglið. Á Tórspalli verða
forvitnisligar framførslur í miðbýnum,
og til ólavsøkudag hava vit bílagt
nýggja kantatu, har Sunleif Rasmussen brúkar
alt ljóðrúmið kring Vaglið, frá
kóri, kingosangarum og kvøðarum til hornblásarar
á býráðs- og tinghúsloftinum.
Undirhaldið hjá ítróttarráðnum,
sum fyrr hevur verið í Kommunuskúlagarðinum,
er flutt oman á Skálatrøð, har
børnini sleppa í ókeypis hoppiborg.
Sostatt verður allur høvuðsstaðurin,
av vágni og niðan í Gundadal, karmur um
tjóðarhátíð okkara í
ár.
Tað er okkara vón, at Havnin
eisini í ár verður ein góður
karmur um ólavsøkuna, tí hon er tjóðarhátíðin
hjá øllum føroyingum. Úr bygd
og úr bý savnast føroyingar í
høvuðsstaðnum, umframt at eisini útlendsk
ferðafólk leggja leið sína higar,
og tí er tað okkara vón, at øll
kenna seg væl og fáa nógv burturúr
í Havn hesar hátíðardagarnar.
Á ólavsøku stendur
føroyska felagskenslan helst sterkari enn nakrantíð,
og tí er umráðandi, at vit øll,
sum møtast í Havn til tjóðarhátíð
okkara, duga at leggja gerandisdagin frá okkum eina
løtu og bara njóta samveruna og samanhaldið,
sum er mergurin í okkara mentanarliga arvi.
Við hesum orðum vil eg
bjóða tær vælkomin á ólavsøku!
Heðin Mortensen
borgarstjóri
í Tórshavnar kommunu
|