|
28.
juli 2009
Góðu útisetar, góðu landsmenn
og føroyavinir!
Enn eina ferð savnast vit um
ólavsøkuna, bæði burturi og heima,
og mær er tað aftur í ár ein stórur
heiður sum borgarstjóri í høvuðsstaðnum
at sleppa at bera tykkum á Norðurbryggjuni eina
serliga ólavsøkuheilsan, nú tit gera
tykkum til reiðar at tríva í midnáttarsangin.
Hugaligt, at hetta serliga ólavsøkuhaldið
er blivið ein afturvendandi táttur hjá
tykkum mongu, ið ikki vilja vera tjóðarhátíð
okkara fyriuttan, hóast tað onkursvegna ikki
lá fyri hjá tykkum at vera heima í
Føroyum ólavsøkudagarnar.
Tað, at eisini tit á Norðurbryggjuni
finna saman um ólavsøkuna, avspeglar júst
aðalmálið við okkara tjóðarhátíð,
soleiðis sum vit elska at halda hana, tí samveran
og samanhaldið er kjarnin og mergurin í sjálvum
hátíðarhaldinum, har vit leggja gerandisdagin
frá okkum eina løtu og njóta felagsskapin.
Er tað nakar, ið veruliga kennir
sjálvan pulsin og hjartað í ólavsøkuni,
man tað vera útisetin, tí søgan
hevur ferð eftir ferð lært okkum, at nógv
av tí dýrabærasta og mest sjálvsagda,
vit eiga í okkara mentanar- og tjóðskapararvi,
er júst sprottið millum útisetar og síðani
borið heim til Føroya.
Nógvir av okkara fagrastu fosturlandssangum
eru yrktir í útlegd, tí heimlongsulin
og tráðanin eftir móðurlandinum vóru
andadrátturin, ið bar føgru orðini
fram og setti tey saman til tær reglur og tey vers,
vit í eftirtíðini hava sungið og lært
frá barnsbeini av, so tey kennast okkum sjálvsøgd
í dag.
Merkið er enn eitt dømi um
skapandi hugin í føroyskum útisetum,
og í juni mánaði vóru júst
90 ár liðin, síðani Merkið á
fyrsta sinni var borið fram í Keypmannahavn av
trimum ungum lesandi niðri, sum vóru Jens Olivur
Lisberg, Janus Øssursson og Pauli Dahl.
Tey mongu føroyingafeløgini
hava millum ár og dag gjørt tað lætt
og heimligt hjá føroyingum at funnið saman
og hildið saman, hóast teir vóru staddir
í øðrum landi, og hetta ólavsøkuhald
tykkara er runnin av somu rót, so vit kunnu siga,
at tit í dag bera víðari arvin, tykkum
var givin.
Ólavsøkan hevur ómetaliga
nógv at siga fyri okkara samleika og mentan sum fólk
og tjóð, og tað er sanniliga føroyskt
at hitta skyldfólk, gamlar vinir og kenningar, tá
vit soleiðis savnast um nakað, ið er oman fyri
alt tað, ið annars kann skilja okkum sundur
tí vit eru líka so ymisk, sum vit eru eins.
Júst tað, at vit eru so ymisk,
samstundis sum vit eru felags um tað, gevur okkum eina
fjølbroytta og breiða tjóð, ið
bæði burturi og heima er til reiðar at vísa
Merkið og tjóðskap okkara, so vit ongantíð
dylja, at her eru vit, føroyingar ella sum
skaldið segði tað so beinrakið á
sinni: Serstøk tjóð!
Eitt av okkara allarsterkastu eyðkennum
og sermerkjum er felagssangurin, ið hevur livað
og andað í føroyingum í øldir
og ger tað enn so tí er einki náttúrligari
enn tað, at tit á Norðurbryggjuni taka á
við okkum, sum í hesi løtu eru savnað
saman á Vaglinum í Havn til tann stóra
felagssangin.
Hóast nógvir hundraðtals
fjórðingar eru okkara millum, er tað bæði
hugaligt og stuttligt, at vit hvør í sínum
lagi kunnu savnast ólavsøkukvøld at
syngja somu sangir og somu løg og enntá
úr sama sanghefti tí okkara góði
felagssangur kanska megnar at sameina okkum meiri enn nakað
annað.
At enda vil eg ynskja tykkum øllum
somlum eina góða sangløtu og góða
samveru saman við okkum her heima so langt burturi
og tó so nær.
Takk fyri og góða ólavsøku!
Heðin Mortensen
borgarstjóri
í Tórshavnar kommunu
|