.
| Javnaðarflokkurin | Løgting | Býráðið | Ítróttur | Talur |






Send mær ein teldupost

Vitjandi nr:

síðani 1. sep. 03

 

 

19.06.2004

Góðu Hestfólk, góðu stevnugestir


Vit eru savnað til stevnu úti í Hesti í dag í samband við, at Útoyggjafelagið hevur havt sín árliga aðalfund.

Útoyggjafelagið er ein felagsskapur, sum skal virka fyri betri umstøðum hjá teimum, ið búgva á útoyggj á øllum økjum. Í hesum arbeiði skulu sereykennini og ynskini hjá fólkinum í hvørjari einstakari oyggj hava ein týðandi leiklut.

Soleiðis stendur í viðtøkum felagsins, sum vóru samtyktar á stovnandi aðalfundinum tann 13. desember 2001.

Uppí útoyggjarnar hoyra Fugloy, Svínoy, Kalsoy, Mykines, Koltur, Hestur, Skúvoy og Stóra Dímum. Hvør oyggj velur sítt umboð í umboðsráðið, sum er hægsti myndugleiki felagsins millum aðalfundirnar.
Felagið verður stýrt av eini 3-manna nevnd.

Hetta er triðji aðalfundur felagsins, fyrsta árið var fundurin hildin í Skúgvi, og í fjør á Kalsoynni. Miðjað verður ímóti, at útoyggjarnar skiftast um at skipa fyri aðalfundinum.

Tað er ivasamt, nær hugtakið "útoyggj" er uppfunnið. Valla er tað serliga gamalt. Harnæst tykist ósemja vera um, hvat hugtakið merkir. Sambært Fróðskaparfelagnum merkir útoyggj fjarskotin oyggj, ið liggur uttarlaga í oyggjalandi. Tað hóskar illa til Hest, tí Hestur liggur meira miðskeiðis í landinum. Meira hóskandi tykist nýggjari definisjónin at vera, at útoyggj er oyggj, sum tú bara sleppur til sjóvegis ella við tyrlu, t.v.s. oyggj, sum hvørki hevur tunnilssamband ella annað fast samband.

Ikki bara liggur Hestur miðskeiðis í landinum, men hyggja vit at søguni, so tykist oyggin at hava verið roknað sum partur av sjálvum miðøkinum. Niels Winther skrivar í fornsøgu Føroya um bygdirnar - og áhugavert er at síggja, at hann býtir Streymoynna í tveir partar longu frá tíð Trónda í Gøtu.

Norðurstreymoy var ein partur fyri seg og Suðurstreymoy ein partur fyri seg. Men í dag, vit tosa so nógv um kommunusamanleggingar - og fólk í Hesti og Koltri einmælt hava samtykt at leggja saman við Tórshavnar Kommunu - so er stuttligt at síggja, at hesar oyggjar longu í fornari tíð vóru ein náttúrligur partur av hesum miðøki.
Tá Niels Winther ger Streymoynna upp, sigur hann, at Norðurstreymoy er alt norðanfyri Hóreksgøtu, meðan Suðurstreymoy umfatar bygdirnar og økini Tórshavn, Kirkjubø, Velbastað, Norðradal, Syðradal, Kaldbak, Sund, Hvítanes, Hoyvík, Álakeri, Argir, Argjaboga, Nólsoy, Hest og Koltur. So vit mugu endiliga ikki billa okkum inn, at "samanleggingar" ella "miðøki" eru nýggj fyribrigdi.

Í hesum døgum fyri sjeyti árum síðan var stórur fólkafundur í Hesti. Hetta var 10. juni 1934, at Føroya Ungmannafelag hevði lýst til fólkafund uppi á oynni í Hesti. Ikki kunnu føroyingar tá hava mett oynna sum nakra útoyggj í týdninginum av, at hon lá serliga langt burtur, tí sagt verður, at eini 1500 fólk vitjaðu í Hesti henda góðveðursdagin.

Petur Háberg skrivar í hugbirtingum sínum, at bátar komu úr øllum heraðshornum, úr Havn komu Streymur og Álkan, báturin hjá urmakar Lauritsen og Thorstein Petersen, úr Kollafirði kom Staksáfossur, av Skálafirði skonnartin Sanna, úr Norðoyggjum sluppin Bjørgvin og úr Suðuroynni kom Smiril við rúgvu av fólki. Og umframt alt hetta kom rúgva av opnum bátum við Merkinum á stong bæði norðan- og sunnaneftir.

Hvussu hestsfólk hava tikið sær av so nógvum gestum, er ikki lætt at vita, men Petur sigur, at "mong húsmóðurin stákaðist í sveittabroti", og væl hepnaðist, tí hestsfólk eru tiltikin fyri gestablídni.

Tað heilt serliga høvið henda góða dagin í Hesti, sum var heitasti dagur, menn vistu um, var at hoyra gudstænastu á móðurmálinum - summi fyri fyrstu ferð. Jákup Dahl próstur prædikaði, pallurin stóð á køksgrundini frammanfyri húsini í Kovanum, og sagt verður, at veðrið var so gott og tað var so stilt, at eldri fólk, sum ikki høvdu likamsevni at ragga sær til gudstænastuna, kundu sita fyri opnum gluggum og hoyra og uppliva, at móðurmálið var við at festa røtur innan kirkjugátt.

Hevði áhugin at koma á fund í Hesti verið líka stórur í dag sum í 1934, so høvdu vit helst verið fleiri túsund savnað í dag. Tað løgna er, at oyggin, sum tað eingin trupulleiki var at vitja fyri sjeyti árum síðan, tí hon lá mitt í landinum, nú er vorðin útoyggj. Og tað er ikki tí, at oyggin landafrøðiliga hevur flutt seg út sum sjómarkið, ella tí korini annars í samfelagnum eru vorðin verri, men bert tí, at vit sum menniskju og sum føroyingar seta heilt onnur krøv til tilveruna í dag. Oyggin er vorðin útoyggj, millum annað tí vit mugu í bát eina løtu fyri at koma inn og út um fjørðin - tí vit ikki kunnu sita í bili heilt í túnið!

"Einaferð, tá ið Magnus Heinason var hjá kongi, vísti kongurin honum hestar sínar og helt fyri, at so prúðar hestar høvdu teir ikki í Føroyum. Tá svaraði Magnus: Jú, at har var ein hestur, sum kundi borið allar kongsins hestar. Hetta var oyggj okkara, Hestur, hann meinti við".
Soleiðis greiðir Jóan Christian Poulsen skemtiliga frá í Hests Søgu.

Jú, oyggin er søgurík, og nú svimjihylurin aftur er vorðin samrøðuevni, rann mær eisini til hugs søguna um koltursdrongin Magnus, sum svam í Hest at fríggja, men lat lív, tá hann royndi at svimja aftur í Koltur. Úr hesi søgn, sum gongur aftur í 1600-talið, spurdist almikil mentan, bæði sangur og sjónleikur.

Sjónleikurin "Magnus", sum Rasmus Effesøe skrivaði í 1892, bleiv framførdur fyrstu ferð á føroyskum máli í Sjónleikarhúsinum í Havn síðst í 1920-unum.

Eitt sera vakurt ørindi úr hesum leiki ljóðar soleiðis:

Eg gleddist við smálomb og blómur í líð,
Eg gleddist við heyst og við háveturstíð;
Tí summar og vár í huganum var,
Og Magnus var vónin og várið hjá mær.

Svimjuhylurin, sum Jóhan Niclasen, sáli, saman við bygdafólkinum tók stig til at byggja var í gerð í eini 8 ár. Mest sum alt arbeiðið var gjørt ókeypis, og mong vóru tiltøkini hesi árini fyri at skaffa pening til svimjihylin. Í 1983 var hann so tikin í brúk á fyrsta sinni. Hetta var ein stór løta fyri bygdina, og ikki gekk long tíð, til svimjifelag varð stovnað. Svimjifelagið, sum fekk navnið "Magnus" eftir áðurnevnda koltursdrongi, hevur uppalt nógvar og góðar svimjarar. Onkur teirra hevur luttikið á svimjilandsliðnum og har skrivað søgu, nevniliga við at hava sett met, sum enn tann dagin í dag ikki er tikið. Tað má sigast, at vera óvanliga gott.

Seinastu tíðina hevur svimjufelagið tó ikki verið virkið, og hylurin hevur bert verið opin part av árinum. Hertil er at siga, at hetta er eitt av málunum, sum samanleggingin við Havnina fer at bøta um.

Mær rann eisini til hugs, nú nevnt varð í fylgisskjalinum í sáttmálanum til kommunusamanlegging, at bara 45 fólk vóru skrásett sum fastbúgvandi í Hesti, harav bara fimm undir 16 ár, at tað kortini ikki kundi standa so illa til, tí eg las í Glóðini, sum er blaðið hjá Útoyggjafelagnum, um ungmannafelagið "Randarsól", sum er sera virkið og eitt nú skipaði fyri mentanartiltøkum undan seinastu jólum.

Eg síggi kortini í eini uppgerð í sama blað, at tað hevur gingið afturá við fólkatalinum, og viðmerkt verður, at serliga konufólkini eru fáment. Hetta tørvar tó ikki at enda við nakrari skandalu - tað ber til hjá monnunum at finna sær okkurt sprund í aðrari oyggj, um teir kortini ikki sum Magnus á sinni leggja á fjørðin at svimja.

Sjálvandi eru ávísir trupulleikar knýttir at at búgva, avskorin frá hentleikum, sum bert størri økini hava at bjóða. Tað kunnu trupulleikar vera við flutningi. Tað kann vera torført at fáa hjálp ella at koma á sjúkrahús. Tað kunnu trupulleikar vera við fíggjarliga at megna tað, sum skal til, fyri at lyfta livistøðið á einum smáplássi upp á meðalin fyri restina av økinum. Men eisini her eru glottar at hóma, tí tit hava júst - einmælt - samtykt aftur at gerast partur av tí stóru miðstaðareindini.

Eg skal ikki halda nakran fyrilestur um samanleggingina, hon ber í sær fyrimunir, ið eiga og skulu vera til gleði fyri okkum øll, sum skulu virka og liva innanfyri hesa eind. Eyðsýniligu fyrimunirnir eru, tá vit saman lyfta byrðar innan umhvørvisrøkt, innan eldrarøkt, innan skúlarøkt og tá tøk skulu takast, sum fíggjarliga eru ov møtimikil at avgreiða í eini handavend hjá smáum hálvthundrað fólkum.

Men lat meg bara leggja aftrat, at Hests kommuna ikki kom upp í stóru eindina av neyð í so máta - tí her hevur verið húsast væl, og trinið var inn í eindina uttan skuld og við peningi á bók.

Persónliga trúgvi eg á eina ljósa framtíð fyri Hests og Kolturs bygd. Jákup Dahl próstur segði tað so væl í søguni "Vegurin niðan á oyggj", at her hava forfedrarnir gingið gjøgnum tíðirnar, her hava teir stigið fótaspor síni, gjørt arbeiði sítt og havt stríð sítt, og her skulu eftirmenn teirra ganga aftaná teir. Og so leggur hann ógvuliga sigandi aftrat:

"Tað var ikki lættari og lagaligari hjá teimum, men heldur torførari. Tíðirnar vóru ikki betri hjá teimum, men heldur verri. Men teir tóku seg saman, teir hildu fram, og teir komu fram. Ikki við at halda undan, men við at halda á, skulu vit eisini vinna fram!"

Í dag hevur so Hestoyggin bjóðað seg fram at skipa fyri hesi triðju útoyggjastevnuni. Við ungmannafelagnum á odda, væl stuðlað av bygdafólkinum í Hesti og Koltri, hevur oyggin gjørt seg út til at taka ímóti gestunum. Seinastu tíðina hava fólk málað og hampað um bæði úti og inni, so bygdin er vøkur á at líta, hon er øll klødd í veitslubúna.

Tað er nakað serligt at stevna inn í havnina í Hesti. Ein gerst heilt bergtikin av at síggja tað vælaarbeiði, sum menn upp gjøgnum tíðina hava lagt í her við at laga upp framvið í havnalagnum við malargróti, sum er tikið og borið her úr urðini. Næst eftir jarðarbrúkinum, hevur bygdin jú livað av útróðrinum, og til hetta hava menn miðvíst og stigvíst útbygt havnalagið, so tað í dag tænir sínum endamálið fultút.

Í nýggjari tíð hava hestmenn verið við til at byggja eina góða fergulegu til Teistan, sum bindur oynna saman við meginøkið og grannaoynna Sandoy.

Nógv forvitnisligt er á skránni fyri hetta útoyggjatiltak í dag, og her liggur nógv fyrireikingararbeiði aftanfyri. Ein víðkað ferðaætlan er løgd, so tilber at koma og fara allan dagin, og roknað verður við nógvum vitjandi. Skipað verður fyri gongutúrum á oynni eins og útferð til Koltur. Í bygdini eru framsýningar settar upp, her verður kór- og felagssangur, ymisk tiltøk fyri børn, søla er av heimavirkaðum lutum og øðrum, og dansur verður um kvøldið.

Ja, her er nógv at stytta sær stundirnar við, okkurt til øll, og vil eg ynskja stigtakarunum góða eydnu við tiltakinum, og takki fyri at vera boðin við her í dag.

Útoyggjafelagnum ynski eg blíðan byr framyvir í sínum týdningarmikla arbeiði, tí tað er sjálvandi av týdningi, at útoyggjarnar framvegis standa saman og arbeiða víðari við at menna oyggjarnar, sjálvt um tær verða samanlagdar við størri kommunur.

Við hesum orðum lýsi eg hervið ta triðju útoyggjastevnuna at vera setta!


Takk fyri.
Heðin Mortensen





Heðin Mortensen - tel. 31 11 96 / fax. 31 12 65 / fartel. 21 11 96

Gjørt síðuna og sum er webmaster -------> Guðrun Heðinsdóttir Mortensen



Løgtingið Býráðið ÍSF Skansin Forsíðan Send mær ein teldupost Býráðið Løgtingið Ítróttasamband Føroya