.
| Javnaðarflokkurin | Løgting | Býráðið | Ítróttur | Talur |






Send mær ein teldupost

Vitjandi nr:

síðani 1. sep. 03

 

 

16. juli 2009


Góðu sangarar, tónleikarar, áhoyrarar og
– ikki minst – fyriskiparar!


Tað er mær ein heiður og ein stór gleði at sleppa at seta fyrsta tónleikafestivalin við Múrin í Kirkjubø, sum má sigast at vera eitt nýbrot av teimum heilt stóru.

Vit hava tey mongu seinnu árini sæð alsamt fleiri festivalar sprottið um alt landið, og hóast onkrir teirra í løtum eru hoyknaðir í knøunum, hava teir reist seg aftur og herjað á av nýggjum.

Tá so tíðindini bórust um, at nú kom ein aftrat – og enntá her í Kirkjubø – mundu fleiri av okkum óivað hava hug til at klípa seg í armin, tí hesum hevði helst fáur roknað við.

Men nú vit standa her í søguríkastu bygd á Føroya landi, mugu vit ásanna, at hugskotið bæði var serstakt og genialt í senn – og ikki bara, tí tað at byrja við virkaði eitt sindur óvæntað.

Fyriskipararnir vilja við hesum vera við til at menna føroyska tónleikalívið og ferðavinnuna við serligum denti løgdum á Tórshavnar kommunu.

Tí skal frá okkum í kommununi ljóða ein stór tøkk til tykkara, ið tóku hetta djarva og øðrvísi stigið, ið vónandi verður ein festivalur, vit fara at síggja aftur komandi árini.

Sum nevnt, hevur Kirkjubøur eina langa og ríka søgu, tí bygdin var í síni tíð miðdepilin á Føroya landi – við bispasæti og sum heimstaður fyri andligum lívi í hesi ungu tjóð.

Úr søguni vita vit eisini, at Sverri, ið seinni gjørdist norskur kongur, var føddur her oman fyri bygdina í einari holu, ið seinni fekk navnið Sverrishola.

Kongsgarðurin við sínum serliga byggistíli er víðakendur og ikki minst søguligur – millum annað við Roykstovuni, ið er yvir 900 ára gomul.

Tann hvíta Ólavskirkjan, ið framvegis er í fullum brúki, stavar frá tólvtu øld og er okkara elsta miðaldarkirkja, og her stóðu eisini teir víðagitnu Kirkjubøstólarnir í síni tíð.

Á hesum stað hevur føroyska tjóðskaparrørslan eisini fostrað fleiri av sínum stóru oddvitum, og siga vit fyrst Patursson, ja, so siga vit eisini Kirkjubø.

Men tað kendasta av øllum, er sjálvur Kirkjubømúrurin, ið tú neyvan sleppur undan at síggja ella hoyra um, tí hann er helst kendasta eyðkenni og sermerki fyri Føroyar.

Magnusarkirkjan, sum hann eisini kallast, er framvegis ein stór gáta, tí ikki vita vit, um hann nakrantíð gjørdist liðugur ella um hann bara er etin av tíðarinnar tonn.

Júst tað gátukenda við Múrinum er eisini við til at gera henda festivalin til nakað heilt serligt, tí nú vit fyri fyrstu ferð eru við Múrin í festivalørindum, bíðar nakað nýtt og spennandi fyri framman.

Tað hevur eydnast tykkum fyriskiparum at sett saman eina góða og breiða skrá, ið fevnir um næstan 30 góð nøvn – harav ein rúgva av teimum bestu føroysku nøvnunum, sum eru frammi júst nú.

Og hartil koma eisini tey útlendsku – Tiësto úr Hollandi, Ace of Base úr Svøríki, Anna David og Trentemøller úr Danmark og Hatcham Social úr Bretlandi – sum ikki eru smávegis heldur.

Her er pláss fyri bæði hálvvaksnum, vaksnum og barnafamiljunum, so øll kunnu kenna seg væl við Múrin hesar dagarnar í Kirkjubø, sum vónandi fara at hildnast øllum væl.

Tit hava tikið eitt djarvt stig og víst, at vit eisini í 2009 kunnu bróta upp úr nýggjum á einum øki, har vit annars hildu, at tað mesta var roynd, ið roynast kundi.

Kirkjubøur hevur millum ár og dag upplivað nógv og verið karmur um bæði stórt og smátt, men kortini bar altso til at skapa nakað nýtt og øðrvísi á hesum søguliga stað.

Sum borgarstjóri í Tórshavnar kommunu kann eg bara fegnast um henda nýggja festivalin og vil ynskja tykkum øllum nakrar góðar og ógloymandi dagar við nógvum og góðum tónleiki.

Við hesum orðum er tónleikafestivalurin við Múrin settur!

Takk fyri!

Heðin Mortensen, borgarstjóri í Tórshavnar kommunu




 



Heðin Mortensen - tel. 31 11 96 / fax. 31 12 65 / fartel. 21 11 96

Gjørt síðuna og sum er webmaster -------> Guðrun Heðinsdóttir Mortensen



Løgtingið Býráðið ÍSF Skansin Forsíðan Send mær ein teldupost Býráðið Løgtingið Ítróttasamband Føroya