|
7.
juni 2009

Góðan morgun, øll somul!
Tað er mær ein heiður
sum borgarstjóri at skula siga nøkur orð,
nú ikki færri enn 90 hundar í dag skulu
kappast í 10 ymsum bólkum í hesi stóru
hundasýningini.
Hundaeigarafelag Føroya skal
hava eina tøkk fyri, at tað nú á
øðrum sinni skipar fyri hesum stóra tiltaki.
Nú eri eg ikki sjálvur
hundaeigari, men kenni fleiri, og eg veit, at tað kemur
ikki av ongum, tá sagt verður, at hundurin er
menniskjans besti vinur.
Søguliga vita vit eisini, at
hundurin er fyrsta húsdjór, sum er tamt av
menniskjanum, og tí hava hundurin og menniskjað
eina langa, felags søgu.
Hundurin stavar upprunaliga frá
úlvinum, og vísindafólk meta í
dag hundin sum eina undirgrein av úlvi, ella at hundurin
beinleiðis er ein avleiðing av, at forfedrar okkara
tamdu villu úlvarnar.
Fornfrøðiligar kanningar
vísa, at allir tamir hundar hava felags forfedrar,
sum livdu í Asia fyri umleið 15.000 árum
síðani, so hundurin sum vit kenna hann
í dag hevur eina langa søgu.
At hundurin er klókur og vitugur,
eru mong prógv fyri, og tað fer eisini at ganga
sjón fyri søgn í dag, tí tit
kundu ikki vant tykkara hundar so væl, høvdu
teir ikki so gott vit og skil, sum teir hava.
Í Føroyum hava vit í
øldir havt stórt gagn av seyðahundum,
og í dag verður enntá skipað fyri
serligum seyðahundakappingum, so hetta er sum ein ítróttargrein
fyri seg.
Men vit kenna eisini til hundar í
øðrum høpi í gerandisdegnum, tí
teir verða brúktir til bæði leiting,
varðhald, bjarging og annað gott, umframt at førarahundar
dagliga eru eygu hjá blindum.
Eisini gera hundar samfelagsgagnliga
tænastu sum bæði politihundar og hasjhundar,
so her skerst ikki burtur, at talan er um eitt klókt
djór, ið hóskar betur saman við menniskjanum
enn nakað annað.
Tað krevur óivað sítt
at vera hundaeigari, tí við eigarskapinum fylgir
sjálvandi eisini ein stór ábyrgd, men
bæði vit, sum ikki hava hund, og tit, sum ikki
kundu livað uttan hund, mugu vísa virðing
fyri hvørjum øðrum og ikki minst
hundunum.
Eins og vit menniskju, duga hundar væl
at vísa og brúka sínar kenslur, og
øll munnu kenna til ta gleði, vit uppliva, tá
vit møta einum hundi, ið letur við halanum,
tí honum dámar okkum.
Nógvir hundar hava verið
sera kendir, bæði veruligir og hundar, sum bert
eru til í bókmentum, filmum ella øðrum
søgum og sendingum.
Eg kundi nevnt Lassie, sum bæði
var partur av filmum og sjónvarpssendingum, eins
og Walt Disney-hundarnar Pluto og Vaks, og eisini eru bæði
filmar og teknifilmar gjørdir um 101 dalmatinara.
Scooby Doo hugtekur børnini í
teknifilmsrøðini við sama navni, og vit meira
tilkomnu minnast eisini Kvikk, hundin í sjónvarpsrøðini
Matador, sum ikki vildi eta pylsuna, tá grísahandlarin
segði hana vera ein týskara.
At hundar soleiðis kunnu vera stjørnur
á ymsan hátt, sigur okkum nokk eisini eitt
sindur um, at teir eru gjørdir úr serligum
tilfari og á fleiri økjum enntá megna
at yvirganga okkum menniskju.
Tilsamans eru meiri enn 800 hundasløg
til, og her í dag eru sjálvandi ikki øll
sløgini umboðað treyðugt so
men at ikki færri enn 90 hundar kappast, er í
sjálvum sær rættiliga imponerandi.
Tit leggja øll nógva tíð
og stóra orku í tykkara hundar, og eg ivist
ikki í, at tit gjøgnum dagin fara at megna
at geva vendingini hundalív ein meira jaligan týdning,
enn hon annars hevur.
Í hundum tykkara hava tit trúgvastu
vinir, tit kunnu ynskja tykkum, og eg ivist ikki í,
at dagurin í dag verður ein staðfesting av,
at tá samspælið millum hund og menniskja
er gott, so liggur í tí ein gleði, ið
fáum annars er unt.
Eg vil ynskja tykkum í Hundaeigarafelag
Føroya, tykkum hundaeigarum og annars tykkum øllum,
sum eru til staðar her í dag, allarbestu eydnu
við hundasýningini 2009, sum hervið er sett.
Takk fyri!
Heðin Mortensen, borgarstjóri
|