.
| Javnaðarflokkurin | Løgting | Býráðið | Ítróttur | Talur |






Send mær ein teldupost

Vitjandi nr:

síðani 1. sep. 03

 

 

5. juni 2009

Tíðarbil - Norðurlandahúsið mentanarnáttina 5. juni 2009 kl. 22

Vælkomin til hetta Tíðarbil, sum í ár er heitið á Summarframsýningina 2009.

Framsýningin, sum Norðurlandahúsið vanliga stendur fyri, knýtir seg í ár afturat 100 ára haldinum hjá Tórshavnar kommunu.

Undir heitinum Tíðarbil byggir framsýningin á fotomyndir hjá Inga Joensen og eisini nøkur forstørraði prent eftir Janus Kamban, sála. Tvey grafisk ættarlið úr Havn.

Hóast Ingi fyllir bróðrupartin av framsýningini, so er Janus gestur. Hetta varð avtalað teirra millum innan hann fór úr tíðini 2. mai í ár.

Hetta er ikki ein framsýning, ið skal lýsa listarliga høvdingan úr Havn – Janus Kamban. Tað er hann alt ov stórur til. Vónandi kemur eitt gott høvið at heiðra Janusi seinni við eini representativari framsýning á røttum staði.

Summarframsýningin Tíðarbil, ið fevnir um alt Norðurlandahúsið uttan Høllina, er fyri mesta partin úrvaldar fotomyndir, sum Ingi Joensen hevur tikið. Inn í millum er sum nevnt settur úrvaldur grafikkur hjá Janusi Kamban.

Myndaevnini eru øll úr Havn.

Tíðarbilsmyndirnar eru valdar, tí tær hvør sær hava myndaligar dygdir. Heldur enn tær søguligu, ella á annan hátt serstøku hendingarnar, eru tað tær myndlistarligu, og ikki tær reportasjukendu dygdirnar, ið liggja til grund fyri úrvalinum.

Framsýningin skal geva eina mynd av, hvussu Ingi og Janus í myndagerð hava brúkt umhvørvið og fólk í Havn.

Kjarnin í framsýniningini er sostatt hetta at halda fast við tíðina, tíðina sum gongur skjótt og tó gongur spakuliga – samstundis sum Havnin broytist og tó ikki broytist. Tí heitið Tíðarbil.

Í hetta Tíðarbil velst alt um eygað, fjarstøðuna, vinklingina, úrvalið og samlaðu upplivingina, hesumegin og hasumegin løriftið, prentið ella myndatólið.

Dansarinnan og koreografurin Jóna Kristin Thomsen hevur somuleiðis fyri 100 ára haldið hjá Tórshavnar kommunu gjørt eitt modernað dansistykki "Kyrra", sum verður framført við trimum dansarum her í Høllini í Norðurlandahúsinum 19. juni.

Men í kvøld fáa vit eina staka smakkroynd, at uppliva nøkur rørslubrot.

So um tit fylgja við mær innar í Salin, so tekur Jóna í móti okkum har, í sama rúmi sum framsýningin Tíðarbil eisini byrjar.

Har fer Jóna at framføra brotið "Eitt Minni" úr dansistykkkinum "Kyrra".

Vælkomin aftan á mær innar í Salin, har Summarframsýnignin Tíðarbil við Inga Joensen og Janusi Kamban, sála, byrjar.

Framhaldandi góða mentanarnátt!

Heðin Mortensen, borgarstjóri




 



Heðin Mortensen - tel. 31 11 96 / fax. 31 12 65 / fartel. 21 11 96

Gjørt síðuna og sum er webmaster -------> Guðrun Heðinsdóttir Mortensen



Løgtingið Býráðið ÍSF Skansin Forsíðan Send mær ein teldupost Býráðið Løgtingið Ítróttasamband Føroya