.
| Javnaðarflokkurin | Løgting | Býráðið | Ítróttur | Talur |






Send mær ein teldupost

Vitjandi nr:

síðani 1. sep. 03

 

 

21. mei 2009

Borgarstjórin heilsaði FM-vinnarum



Heðin Mortensen, borgarstjóri í Tórshavnar Kommunu, bjóðaði mikudag 20. mei seinnapart til ábit í snotuliga umhvørvinum í Hornahúsinum



Í heilsu sínari ynskti borgarstjórin hjartaliga tillukku við teim sigrum telvararnir úr Havnini høvdu fingið til høldar. Eitt minniligt talvár, har Havnin m.a. hevur vunnið NM-gull, FM fyri lið og í einstaklingakappingini á páskum: Føroyameistara, vinnara av 1. bólki, almenna bólki og unglingaføroyameistara



Heðin takkaði fyri megnarinnsatsin, sum menn høvdu lagt fyri dagin og sum var til stóran stoltleika fyri Tórshavnar Kommunu. Samstundis var viljin góður at halda fast um framúr góða samstarvið higartil og til enn fleiri spennandi avbjóðingar - og úrslit - í komandi tíðum



Talvforsetin bar fram tøkk fyri innbjóðingina og ikki minst fyri sýnda blíðskapin, vegna Havnar Telvingarfelag, men eisini vegna telvingina sum heild. Víst varð á og takkað fyri altíð jaliga hugburðin telvingini at frama. Jaligi hugburðurin er sera týðandi í samlaðu menningini. Telvararnir úr Havnini vóru fegnir um, at kunna vísa takksemi afturímóti, við á júst á 100-ára hátíðarárinum, at borðreiða við frálíkum og søguligum úrslitum



Til minnis um løtuna og brøgdini, handaði borgarstjórin hvørjum einstøkum serligu 100-ára-nálina



A.f.v.:
Herluf Hansen (FM-lið), Hjalti Toftum Jógvansson (FM-lið/1.bólk/FM-U16), Heiðrikur Tindskarð Jacobsen (unglinga FM), Bogi Ziska (FM-lið), Ronny í Lon (form. HT), Jákup Simonsen, mentamálaleiðari, Heðin Mortensen, borgarstjóri.

F.f.v.: Jógvan Joensen (FM-lið/Tsf fors.), Helgi Dam Ziska (FM-lið/NM-gull/FM-snar/Grand Prix/FM-U20), Jóannes Guttesen (Vinnari almenni bólkur).

FM vinnarin(+FM-lið), Martin Poulsen, hevði tíverri forfall vegna sjúku. Jóan Hendrik Andreasen (FM-lið) var somuleiðis ikki til staðar.


Kelda:
HAVNAR TELVINGARFELAG
http://www.faroechess.com/article.asp?id=1240



 



Heðin Mortensen - tel. 31 11 96 / fax. 31 12 65 / fartel. 21 11 96

Gjørt síðuna og sum er webmaster -------> Guðrun Heðinsdóttir Mortensen



Løgtingið Býráðið ÍSF Skansin Forsíðan Send mær ein teldupost Býráðið Løgtingið Ítróttasamband Føroya