.
| Javnaðarflokkurin | Løgting | Býráðið | Ítróttur | Talur |






Send mær ein teldupost

Vitjandi nr:

síðani 1. sep. 03

 

 

6. mei 2009



Góða Ellen! Góða familja! Góðu gestir!

Fyrst av øllum, vil eg vegna Tórshavnar kommunu ynskja tygum hjartaliga tillukku við 100 ára degnum.

Sólin skínur oman og niðan, so hetta er avgjørt tygara dagur við sól og summar.

Býráðið hevur gávu til tygara, blomstur og hesa stóru kransakakuna við býarmerkinum á.

Hetta er ein stórur dagur fyri tygum, familjuna og eisini fyri Havnina, og tað er mær sum borgarstjóri ein heiður at sleppa at bera tygum hesa heilsan.

Tað er bert teimum fægstu unt at liva eina heila øld, og tað ber okkum boð um, at her er talan um eina sterka kvinnu við serligum lívsvilja og góðari megi.

Tygum hava eisini havt eina langa og fjølbroytta lívsleið, sum hevur verið merkt av tí nógva, sum er hent hesi farnu 100 árini.

At røkkan høgan aldur liggur helst til slagið, tí eg skilji á lagnum, tí olduromman í Øravík varð 104 ára gomul, og bæði mamman og omman rukku yvir 90 ára aldur.

Barna- og ungdómsárini vóru í Fámjin, sum er føði- og heimbygdin, og har vóru tygum partur av einum gerandisdegi, sum er so nógv øðrvísi, enn vit kenna til í dag.

Nú er so ómaksleyst bara at seta seg í bilin og fara avstað, men tá í tíðini kundi bara gangast um Fámjinsskarð og til Øravíkar, tá farast skuldi av bygdini.

Foreldrini vóru Anna og Ellindur Erlingsson, og tygum vóru eitt av 12 systkjum, harav trý onnur, sum øll búgva í Danmark, framvegis eru á lívi.

Suðuri í Fámjin vóru tygum, tá fyrri heimsbardagi herjaði, og tá vóru tygum sum smágenta við til at dyrka korn, sum er nakað, eingin okkara kennir nakað til í dag.

Í ungum árum høvdu tygum ein dreym um at hjálpa øðrum og fjálga um, og tí tóku tygum avgerð um at fara til Havnar at læra til sjúkrasystir.

Tað var eisini í tí starvi, at tygum møttu manninum, Mogens Lützen, sum tygum skuldu fáa eitt sera langt og gott lív saman við – ja, enntá yvir 73 ár.

Tit fingu fimm børn, umframt at tit fostraðu eitt upp, og síðani eru ommubørn og langommubørn í stórum tali komin aftrat, so tygum eru signað við stórari familju.

Handilsfyritøkan Valdemar Lützen var lívsstarvið hjá Mogens og mundi eisini seta sín dám á heim tykkara, sum tygum fyrimyndarliga væl tóku tygum av í allar mátar.

Ikki minst var ein av húsligu uppgávunum at taka ímóti teimum mongum gestum, sum komu á gátt í sambandi við fyritøkuna og eisini virksemið hjá Mogens sum enskur og franskur konsul.

Hóast húsligu skyldurnar óivað vóru nógvar, lá tygum fyrst og fremst á hjarta at vera ein góð mamma fyri børnini, millum annað við at fara útferðir við teimum og annað.

Eisini hava tygum havt gott handalag til bæði at binda og brodera, og hóast eyguni ikki eru tey somu, skilji eg á lagnum, at stokkarnir enn kunnu vera frammi.

Bara tað, at vera komin av bygd til Havnar, mundi vera ein ríkiliga stór broyting, men ikki minni man broytingin í samfelagnum sum heild hava verið hesi 100 árini.

Alt hetta hava tygum upplivað, og tað man vera torført hjá okkum, sum yngri eru, at ímynda okkum, hvussu nógv øðrvísi alt hevur verið tá, enn tað er í dag.

Tygum eru javnaldur við Tórshavnar kommunu, sum hevur verið fólkavald kommuna í 100 ár, so tí er tað okkum ein gleði at uppliva fleiri rundar dagar av hesum slagnum. Havnin er eitt gott stað at búgva, tí tygum eru 3 persónur sum higartil í ár fylla 100 ár.

Vit verða í hesum døgum ferð eftir ferð verða mint um, hvussu tíðin hevur vent og snarað øllum hesa øldina – og tygum hava enntá sæð tað nógva av tí sjálv.

Bæði samfelag og liviháttur eru fullkomuliga øðrvísi í dag, men í einum so longum lívi sum tygara, er umráðandi og virðismikið at hava eina góða barlast.

Tá lívsins kvøldarstund er komin, má tað vera gott at kunna líta aftur á eitt ríkt lív og vita við sær sjálvum, at tað ikki hevur verið til fánýtis.

Tygum hava havt stóran týdning fyri mong menniskju, eins og mong menniskju hava havt stóran týdning fyri tygum, og tað er í sjálvum sær hitt góða lívið.

Framvegis fylgja tygum væl við og hava eina meining um tað, sum fyriferst, og tað má vera ein signing á so høgum aldri, at tygum hava so góða heilsu, sum til ber.

Enn eina ferð hjartaliga tillukku við degnum og Guðs signing á lívsleiðini!


Heðin Mortensen, borgarstjóri



 



Heðin Mortensen - tel. 31 11 96 / fax. 31 12 65 / fartel. 21 11 96

Gjørt síðuna og sum er webmaster -------> Guðrun Heðinsdóttir Mortensen



Løgtingið Býráðið ÍSF Skansin Forsíðan Send mær ein teldupost Býráðið Løgtingið Ítróttasamband Føroya