|
21.
apríl 2009



Góða Elsa! Góða
familja! Góðu gestir!
Ikki kann sigast annað enn at hugaligt
er at fylla í dag, ja enntá 100 ár.
Sólin skínur oman og niðan. Várið
er komið og summari er á gáttini.
Góða Elsa tygum bera tygum,
sum ein drottning.
Fyrst av øllum, vil eg vegna
Tórshavnar kommunu ynskja tygum hjartaliga tillukku
við 100 ára degnum. Og takk fyri, at vit kunnu
sleppa at halda hann saman við tygum.
Onglendingar hava eitt gott og beinrakið
orðatak, sum sigur, at aldur er bara eitt tal,
og í dag mugu vit sanna stóra sannleiksvirðið
í hesum orðum.
Danska sálmaskaldið, Grundtvig,
yrkti soleiðis út frá 90-instjúgunda
sálmi í Bíbliuni:
Halvfjerdsindstyve er støvets
år,
de stolteste strid og møje;
om firsindstyve en kæmpe når,
des mere han har at døje.
Nú er longu langt síðani,
at tygum rukku kempuár og longu eru meiri
enn 30 ár liðin, síðani tygum náddu
pensjónsaldur.
Til stuttleika kann eg nevna, at sama
ár, tygum vóru borin í heim, í
1909, var Ongland fyrsta land í heiminum, sum innførdi
fólkapensjón.
Tað er bert fáum unt at røkka
so høgan aldur, og tað er stuttligt at síggja,
at tygum enn hava heilsuna góða og eru so væl
fyri, sum fáur 100 ára gamal kann rokna við.
Átta børn hava tygum borið
og eiga hópin av ommu- og langommubørnum,
umframt tvey oldurommubørn. Stuttligt er at síggja,
at øll familjan er við her í dag.
Áhugavert hevur eisini verið
at lisið í bløðunum síðstu
dagarnar, har greitt hevur verið frá ymsum av
tí, tygum hava upplivað hesi mongu árini.
Í 1930 fluttu tygum út
á Argjar og tá vóru bara 15 hús
á Argjum. Nógv er broytt síðan,
tygum hava sæð bygdalív blivið til
býarlív og hevur sæð dagligdagin
broytast øll hesi ár, men vónandi til
tað betra.
Eingin ivi er um at umskiftið øll
hesi ár eru stór.
Tygum minnast enntá fyrra heimsbardaga
og hava eisini verið við til at dyrkað korn,
sum er nakað, sjálvt tey einki kenna til, sum
eru komin langt upp í árini.
Eitt langt lív gevur eisini lívsroyndir
og vísdóm, ella sum sagt verður í
Orðtøkunum hjá Sálomoni: Grá
hár eru ein heiðurskrúna hon er
at vinna á rættferðar vegi.
Í ár eru somuleiðis
liðin 100 ár, síðani Tórshavnar
kommuna gjørdist fólkavald kommuna, og tí
gera vit sjálvandi nógv burturúr.
Men tað er ein serligur heiður,
at vit í kommununi eisini kunnu sleppa at halda tygara
100 ára dag, so øll Argjabygd kann standa
flaggskrýdd og tað av røttum.
Enn eina ferð hjartaliga tillukku
við hesum stóra degi og Guðs signing í
framtíðini.
Takk fyri!
Heðin Mortensen, borgarstjóri
|