|
19.
apríl 2009
Góðu hondbóltsspælarar!
Góðu venjarar, leiðarar,
dómarar og tit øll, ið varða av føroyskum
hondbólti! Og gestir.
Fyrst vil eg takka fyrireikarunum fyri
innbjóðingina sum gestarøðari hjá
tykkum í kvøld. Tað er mær ein stórur
heiður.
Enn eitt langt og spennandi kappingarár
er at enda komið, og tit kunnu nú lena tykkum
afturá og njóta ta hugnaligu samveruna og
tann góða veitsluhýrin.
Mín leiklutur í kvøld
er fyri lítið at rokna ímóti tí
stóra spenninginum um, hvørjir spælarar,
venjarar og dómarar seinni í kvøld
verða heiðraðir sum ársins bestu.
Men øll hava tit givið tykkara
íkast til hondbóltin, tí hóast
nøkur náddu hægri enn onnur, og nøkur
hava meiri at fegnast um enn onnur, so hava tit øll
nakað til felags.
Sum størsta vetrarítróttargreinin
er hondbólturin nakað, nógv fólk
kring alt landið ganga høgt uppí og fylgja
væl við í, umframt at mong eru virkin innan
hondbóltin.
Vit kunnu ásanna, at korini hjá
hondbóltinum hava verið sera svingandi, tí
viðhvørt hevur gingist væl og viðhvørt
minni væl, men hondbólturin hevur tó
sína serstøðu.
Hóast vit ofta brúka landsliðini,
tá vit skulu lodda dýpið, so er tað
altso úti í teimum mongu feløgunum,
at tey tungu tøkini verða tikin, sum bera hondbóltin
fram.
Tað eru tit, sum vetur eftir vetur
og kvøld eftir kvøld brúka alla tykkara
frítíð og orku til hondbóltin,
bæði í venjing og dysti, tit eru grundarlagið
undir tí heila.
Sigrar og úrslit koma ikki av
sær sjálvum, og tí er lívsnervin
í hondbóltinum tað stóra og sjálvbodna
arbeiðið, tit øll eru við til at lyfta
og bera gjøgnum langa veturin.
Takið bara dómararnar sum
dømi, tí hóast tað kunnu vera løtur,
har tit ynskja teir at fara hagar, sum piparið grør,
so hevði eingin dystur verið spældur uttan
teirra innsats.
Kappingin í sjálvum sær
er ein sera stórur partur av hondbóltsspælinum,
tí umframt at kappast í dysti, kappast tit
eisini innanhýsis, millum bygdir og á annan
hátt.
Summastaðni er traditiónin
fyri hondbólti størri enn aðrastaðni,
og hóast hondbólturin er sterkur í
høvuðsstaðnum, hava altíð verið
nakrar góðar hondbóltsbygdir burturav.
Hjá kvinnunum hava klaksvíkingar
og vágbingar í mong ár bjóða
høvuðsstaðnum av, og hjá monnunum
er sterkasta avbjóðingin komin úr Vestmanna
og av Strondum.
At tað ikki júst er fólkatalið,
sum er so avgerandi fyri at tað lukkast ella ikki, ja,
tað eru fleiri av meistarunum og steypavinnarunum tey
mongu seinnu árini livandi prógv fyri.
Sum í øllum øðrum
ítrótti er altavgerandi, at eldsálir
eru, ið kunnu bera verkið, ið øll hini
kunnu byggja á og njóta gott av, og hondbólturin
eigur nógvar slíkar eldsálir.
Okkurt árið hevur tað
nógva mestsum verið avgjørt í ótíð,
men soleiðis gjørdist ikki í vetur, tí
hørð og drúgv kapping var bæði
í Sunset- og Atlantic Airways-kappingini.
Hjá kvinnum vóru ikki
færri enn fýra lið við í kappingini
um tey bæði plássini í finalunum,
og hjá monnum kappaðust trý lið til
tað síðsta um sjálv finaluplássini.
Hóast tað sjálvandi
var spell hjá bæði Stjørnuni og
VÍF, so skapa søguligu sigrarnir hjá
bæði Tjaldri og H71 eina vón hjá
øllum hinum um, at øll kunnu verða vinnarar.
Tað er eisini stóra sjarman
við slíkum kappingum, at tú ongantíð
kanst vera vísur í, at alt verður, sum
tað plagar, men at tað óvæntaða
saktans kann lata seg gera.
Og hóast tey meira sigursvandu
feløgini iðra seg um, at tað ikki eydnaðist
at røkka upp á ovastu rók í
vetur, munnu øll fegnast um, at Runavík og
Hoyvík eisini eru við.
Tað hevur alstóran týdning
fyri menningina og avbjóðingina, at so mong eru
um boðið, sum gjørligt, og júst Tjaldur
og H71 hava nú givið eina enn størri breidd.
Í steypakappingunum hjá
kvinnum og monnum sóu vit favorittsigrar til Stjørnuna
og Neistan, so tey meira sigursvandu standa verri enn so
eftir við ongum.
Ofta verður sagt, at føroyingar
røkka einki við liðítrótt,
men menninir hjá Neistanum prógvaðu tað
øvugta í Europa Cup í ár, eins
og Stjørnan hevur prógvað tað onnur
ár.
Alt snýr seg um at seta sær
mál og at taka við avbjóðingini, tá
hon er har, so tí skal tað vera mítt ynski,
at føroysku feløgini aftur fara at raðfesta
Europa Cup-dystirnar.
Ikki minst gevur tað spælarunum
eina eyka avbjóðing, ið bara kann koma til
góðar, men tað hevur eisini sera stóran
týdning fyri menningina av hondbóltinum sum
heild.
Sjálvur havi eg ikki spælt
stórvegis hondbólt, men nakað álíkavæl.
Í mínum ungu døgum vóru tað
fyrst og fremst kappróðurin og fótbólturin,
ið fóru við áhuganum og frítíðini,
sum var.
Men gjøgnum mína longu
tíð í Ítróttarsambandi Føroya
havi eg verið vitni til nógvar og góðar
løtur saman við hondbóltinum bæði
her heima og onkuntíð eisini burturi. Gloymi
ongantíð tá ið vit skipaði fyri
CHM í 1980. Hetta var eitt stórt átak
innan honbóltin og føroya ítróttasøgu,
har vit bjóðaðu okkum fram á altjóða
pallin.
Hondbólturin hevur alt tað,
sum kann gera tað stuttligt og spennandi fyri okkum,
ið mest hyggja at, tí her eru nógv mál
og ein øgilig ferð, so tú verður rúnarbundin
av tí.
Eg vil takka tykkum øllum somlum
fyri ein spennandi og undirhaldandi vetur, og at enda haldi
eg, at vit øll skulu reisast og rópa eitt
leingi livi fyri steypavinnarunum úr Stjørnuni
og Neistanum og føroyameistarunum úr Tjaldri
og H71. og eitt leingi livi fyri hondbóltinum í
Føroyum.
Góða veitslu øll
somul.
Heðin Mortensen, borgarstjóri
|