|
18.
apríl 2009

Myndatakari:
Jens Kristian Vang

Myndatakari:
Jens Kristian Vang
Dear Guests!
It is a great honour for me as
mayor of Tórshavn to bid the former Norrøna
welcome to Faroe Islands now the ship is called Logos
Hope and is active in a new and different service.
We have earlier on many occasions had
ships from OM International on visit and it has always been
very special visits, which have drawn the attention and
interest from the people on our islands.
Góðu
tit øll!
Rørandi er søgan um, hvussu tað heila
byrjaði við einari amerikanskari húsmóður,
sum við forbøn og við at geva einum ungum
manni eitt eintak av Jóhannesar evangelium setti
alt í gongd.
Hetta kundi eins væl hent her
í Føroyum, tí tjóð okkara
hevur djúpar kristnar røtur, og tað er
óivað ein orsøk til, at tykkara stóra
arbeiði kring knøttin stendur okkum føroyingum
nær.
Mong mundu eisini frøast um,
at tað júst var OM International, ið keypti
gamla flaggskip okkara, men varðveitti heimstaðin
her í Tórshavn og nú eisini byrjar
ferð sína her.
At vit nú aftur síggja
gomlu Norrønu liggja á Havnini, vekir óivað
minnir hjá mongum av okkum, tí hetta var ein
sjón, vit sóu fleiri ferðir um vikuna
í yvir 20 ár.
Síðani 1984 hava gamla og
nú nýggja Norrøna røkt einasta
ferjusambandið, sum hevur verið millum europeiska
meginlandið og londini í Útnorði.
Tá OM International fyri júst
fimm árum síðani keypti gomlu Norrønu
og gav henni navnið Logos Hope, byrjaði ein nýggj
ferð hjá hesum skipi, sum hevur havt so stóran
týdning fyri føroyingar.
Nú eru havnirnar á leiðini
ikki bara Tórshavn, Lerwick, Bergen, Hanstholm og
Seyðisfjörður, men stórt sæð
allar havnir í heiminum, har tit halda, at ein vitjan
kann gera mun.
Sum sagt verður í stavnhaldi
tykkara, er høvuðsendamálið, at skipið
skal sigla um allan heimin við vitan, hjálp og
vón, og tí má sigast, at Logos Hope
er eitt sera væl valt navn.
Logos Hope er nú størsta
skipið hjá OM International, tvær ferðir
størri enn nakað av hinum, og eftir umfatandi
og drúgva umbygging hevur skipið loyst frá
bryggju og er farið í tænastu.
Umborð hava tit heimsins størstu
flótandi bókasølu, ið fær
tankarnar at leita aftur til upprunan, sum jú var
eitt eintak av Jóhannesar evangelium afturi í
50-unum.
Har tit vitja á ferðini,
boða tit gleðiboðskapin við millum annað
at selja bøkur, hjálpa neyðstøddum
og annars við at stuðla, styðja og menna tað
arbeiði, sum frammanundan er á staðnum.
Manningin er stór, umleið
350 fólk úr 45 ymsum londum, men eisini hava
tit pláss fyri umleið 1.000 vitjandi umborð,
so her er hjartarúmið stórt, mugu vit
siga.
Samstundis sum vit, hvør í
sínum lagi, hava okkara minnir frá skipinum
sum gomlu Norrønu, vilja vit ynskja tykkum í
OM International blíðan byr og Guðs signing
á víðari ferðini hjá Logos
Hope.
Eisini ynskja vit, at tit fáa
nakrar góðar dagar, nú tit hava lagt út
við at vitja gamla heimlandið hjá skipinum
á fyrstu ferðini hjá Logos Hope, sum vónandi
verður til gleði og signingar í mong ár.
Dear Crew!
The people of Faroe Islands are happy and proud of that
you are sailing under the Faroese flag with its cross and
we are happy that Logos Hope is registered and has port
of registry in Tórshavn.
Thank you that you made your route to
us and were willing to come on visit, so we could with our
own eyes witness that the former Norrøna is living
its fresh life and is creating happiness and blessing as
Logos Hope.
We wish you a good voyage as you move
on and may God bless you all in your work for Him.
Thank you!
Heðin Mortensen, borgarstjóri
|