|
4.
apríl 2009

Árliga kvøldskúlaframsýningin
læt upp seinnapartin
Í dag læt árliga
framsýningin hjá Tórshavnar Kvøld-,
Ungdóms- og Listaskúla upp í Eysturskúlanum,
og tað var Heðin Mortensen, borgarstjóri,
ið setti framsýningina seinnapartin. Niðanfyri
sæst setanarrøða hansara.
Nú fyrsti ársfjórðingurin
er farin aftur um bak og tað gongur ímóti
ljósari tíðum, er árliga framsýningin
hjá Tórshavnar Kvøld-, Ungdóms-
og Listaskúla aftur á skránni. Ta myrku
tíðina, frá heystinum og út á
várið, eru tey ikki so fá, ið nýta
høvi til at ogna sær ymsan lærdóm,
ið fevnir frá tí bókliga yvir tað
handaliga og til tað meira listarliga.
Skúlin hevur eina breiða
viftu av tilboðum til borgaran, og eisini í aðrar
mátar fevnir hann víða, tí ikki
færri enn 35 ymisk undirvísingarstøð
hava verið í brúki gjøgnum allan
veturin. At skúlin er í so nógvum støðum,
umframt at onkur skeið hava verið heimleys og enntá
eru løgd niður av tí sama, fáa
vit tíbetur gjørt nakað við
longu frá komandi skúlaári.
Tórshavnar kommuna hevur keypt
bygningin, har Einars Prent helt til, og har verður
tað, vit kunnu kalla verkstaðsskúli, so fleiri
av skeiðunum verða savnað undir sama taki. Ikki
minst er hetta við til at økja um trivnaðin,
sum hevur so nógv at siga í slíkum
høpi, og tí fegnast vit um gylta møguleikan
at skapa nýggjar og betri karmar til komandi vetur.
Somuleiðis verður møguligt at hava alla umsitingina
hjá Tórshavnar Kvøld-, Ungdóms-
og Listaskúla á sama stað, so tað
heila verður lættari fyri allar partar.
Kvøldskúli yvir 100
ár á baki
Í ár kann Tórshavnar kommuna hátíðarhalda
síni fyrstu 100 ár sum kommuna, og tað
er sjálvandi við til at seta sín stóra
dám á hetta árið, sum eisini er
á tremur við spennandi tiltøkum. Eitt
dømi um, at tíðirnar broytast, er søgan
um, at longu í 1904 vóru almennir pengar fyri
fyrstu ferð játtaðir til kvøldskúlaundirvísing
í Føroyum. Talan var um tilsamans 600 krónur,
harav løgtingið rindaði ein triðing og
staturin tveir.
Árið eftir í
1905 játtaði kommunustýrið
í Havn einari umsókn frá Elsu B. Andreasen,
sum søkti um at fáa ókeypis høli,
ljós og hita til kvøldskúlaundirvísing.
Tað er soleiðis einki nýtt, at borgarar hava
brúk fyri einum tilboði eftir arbeiðstíð,
og hóast nógv av tí gamla fer við
tíðini, livir Tórshavnar Kvøld-
Ungdóms og Listaskúli sítt fríska
lív.
Eisini í kvøldskúlahøpi
er 2009 eitt ár, vit kunnu markera fyri ein hálvrundan
dag, tí seinni í ár eru liðin 35
ár, síðani kvøldskúlin byrjaði
av álvara, soleiðis sum vit kenna hann í
dag. Í 1971 vóru lunnarnir lagdir, tá
ein áttandi flokkur meldaði seg til kvøldskúlan,
og árið eftir kom ein níggjundi flokkur
aftrat og í 1973 eisini ein tíggjundi flokkur.
Men í 1974 sum altso er fyri júst 35
árum síðani var byrjað av álvara,
tá øll framhaldsdeildin í Kommunuskúlanum
var partur av kvøldskúlavirkseminum.
Síðani hevur tað bara
vundið upp á seg og í vetur hava yvir
3.100 næmingar verið á tilsamans 171 ymsum
skeiðum, har yvir 200 lærarar hava undirvíst.
Nú kunnu vit so njóta tað nógva,
sum komið er burtur úr henda veturin, og stuttligt
er at síggja, at bæði næmingar og
lærarar hava kýtt seg, fyri at fáa sum
mest burturúr. Eisini er tað eitt gott hugskot,
at framsýningin hesa ferð er víðkað
við einari hugnaligari kafé, har tað ber
til at fáa ein drekkamunn og okkurt gott.
Serlig sjónvarpsframsýning
Og so má eg líka til endans nevna eina framsýning
í sjálvari framsýningini, um vit kunnu
kalla tað so, tí hesa ferð er nakað eyka
við, umframt alt tað vanliga. Tann 1. apríl
vóru liðin 25 ár, síðani Sjónvarp
Føroya byrjaði sínar sendingar, og tann
6. apríl verða júst 30 ár, síðani
tað gamla Sjónvarpsfelagið fekk sendiloyvi.
Tað felagið var niðurlagt, tá Sjónvarpið
byrjaði at senda, men Kvøldskúlin hevur
øll árini varðveitt ta gomlu útgerðina,
sum Sjónvarpsfelagið brúkti í síni
tíð.
Árni Conradsson, sum var við
tá, hevur hjálpt til at fáa sett útgerðina
upp og vónandi fingið hana at virka, so onkur
av gomlu sendingunum frá tíðini hjá
Sjónvarpsfelagnum kann síggjast her. Ein stuttligur
og søguligur kapitul, sum mong okkara gleða seg
til at uppliva umaftur, og so kann eg leggja aftrat, at
eisini fotolærugreinin sýnir fram gomul myndatól.
Her at enda fari eg at takka tykkum
øllum fyri eitt gott skúlaár og ynskja
bæði næmingum og lærarum góða
eydnu við framsýningi. Eisini skal eg takka Lindu
Olsen, sum hevur verið samskipari og prýðari,
og sum hevur lagt nógva orku í at gera framsýningina
so snøgga, vakra og greiða. Somuleiðis fari
eg at takka Jákup Paula Strøm og hansara umsiting
fyri gott, kreativt arbeiði, ið enn eina ferð
sprettur við einari góðari framsýning,
nú skúlaárið endar.
Takk fyri og gleðiligar
páskir, øll somul!
Heðin Mortensen, borgarstjóri
|