Góðu svimjarar, fyrireikarar
og øll tit onnur, sum eru komin til hesa stórkappingina!
Tað er stuttligt at síggja, at tit savnast
fjølment um eitt sovorðið tiltak, ið
enn eina ferð undirstrikar tann ovurstóra týdning,
ítróttin hevur í okkara samfelag
og okkara lívi.
Svimjingin hevur í nógvar mátar
verið ein ítrótt, ið hevur gingið
undan og verið góð fyrimynd fyri aðrar
ítróttagreinar, og vit kunnu staðfesta,
at so er enn.
Henda stórkapping er tann fyrsta nakrantíð
av sínum slagi her í Føroyum, og
tit skulu í dag og í morgin ígjøgnum
tilsamans einar 45 kappingar, áðrenn alt er
liðugt.
Tað er eitt megnartak, svimjisambandið nú
tekur, at skipa fyri einari so stórari kapping
eftir norðurlendskum og altjóða leisti,
og vil eg ynskja tykkum bestu eydnu við tí.
Í lógunum fyri Svimjisamband Føroya
síggja vit millum annað, at endamálið
er at menna og skapa áhuga fyri svimjing og at
betra um heilsustøðuna og møguleikanum
fyri lívbjargni.
Sostatt kunnu vit staðfesta, at svimjing er meiri
enn bara ein ítrótt, tí hon gevur
tykkum øllum førleika, ið kann gerast
tykkum hentur og lívsneyðugur í umstøðum
uttan fyri sjálvar kappingarnar.
Uppalandi og mennandi leikluturin hjá svimjingini
má avgjørt ikki undirmetast, og er tað
tí mín vón, at svimjingini vera góð
kor lagað í komandi tíðum, so tykkara
góða arbeiði kann halda fram og mennast
støðugt.
Stuttligt er eisini at síggja, at dentur verður
lagdur á at skapa øllum bestu umstøður,
so bæði royndir svimjarar og tey, ið enn
bert hava tikið tey fyrstu tøkini, kunnu royna
seg.
Eisini er tað hugaligt at síggja, at tit royna
at halda teimum yngru til, so eingin gjógv skal
koma millum ættarliðini, men útskiftingin
verður náttúrlig og gevandi.
Her hugsi eg um úttøkuna av yngsta svimjilandsliðnum
nakrantíð, sum var undir Flot-kappingini herfyri,
har 16 svimjarar í 10-11 ára aldri eisini
sleppa upp í part.
Vit eru mong, ið hava verið fegin um góð
úrslit hjá svimjingini á Oyggjaleikum
og í øðrum kappingum millum lond og
samfeløg, og í vetur kundu vit eisini fylgja
við svimjara, sum royndi seg millum teir bestu í
Europa.
Haldið fram við tí góða arbeiði,
tit gera, ið standa við ábyrgdini av svimjingini!
Og tit svimjarar! Haldið á við at venja
og kappast, tí bert við einum áhaldandi
innsatsi kunnu tit røkka teimum málum, tit
seta tykkum - hvørji tey so eru.
Nú stórkappingin fer í gongd her
í svimjihøllini og á Argjum og í
Eysturskúlanum, vil eg minna tykkum á, at
tann, ið ger sítt besta, er altíð
ein vinnari!
Við hesum orðum lýsi eg stórkappingina
2004 at vera setta!
Takk fyri!