.
| Javnaðarflokkurin | Løgting | Býráðið | Ítróttur | Talur |






Send mær ein teldupost

Vitjandi nr:

síðani 1. sep. 03

 

 

3. apríl 2009

Góða Linda!

Sum borgarstjóri í høvuðsstaði okkara er tað mær ein heiður og ein æra at kunna bjóða tær vælkomin heim, eftir stóra sigurin fríggjakvøldið.

Eisini vil eg ynskja tær, góða Celeste, hjartaliga tillukku við mammu tíni, og takk fyri, at tú fekst purrað undir hana, so hon meldaði seg til X-faktor.

Ja, Linda, øll hava vit verið sera spent og sæð, hvussu tú ert vaksin við uppgávuni og hevur bergtikið bæði okkum og onnur við tíni vøkru rødd.

Hóast tað gjørdist ríkiliga spennandi fríggjakvøldið, tá bert tvey prosent gjørdu munin, var eingin ivi um, at hasa kappingina vanst tú so syngjandi!

Í longdini vísti tú besta og mest sannførandi avrikið, og vit hoyrdu jú ferð eftir ferð, at har var einki at seta fingurin á.

Hinumegin Atlantshavið brúka tey hugtakið “The American Dream”, sum í stuttum merkir, at øll skulu hava møguleikan at gera sínar dreymar og ynski til veruleika.

Tað hevur tú gjørt, og tað hevur verið bæði stuttligt og spennandi at fylgt við tær á ferðini ímóti tindinum í X-faktor, men eitt slíkt avrik kemur ikki av sær sjálvum, og øll vita, hvussu nógva orku, tú hevur lagt í kappingina, og tað er sera hugtakandi. Tú er ein góð fyrimynd fyri onnur.

Góða Linda - tú hevur í allar mátar verið eitt virðiligt umboð fyri tín heimbý, Havnina, og fyri títt heimland, Føroyar, so vit hava havt alla orsøk til at verið errin av tær.

Vit eru glað fyri, at tú fekst møguleikan at koma heim at vitja, nú sigurin kom í hús, og hóast tíðin er stutt og skráin trong, fáa tú og Celeste vónandi nakrar góðar løtur heima.

Nú er tað so, at tú skalt smíðað, meðan jarnið er heitt, tí vit vita, at evnini hevur tú framúr og gávurnar góðar – fyri ikki at siga: X-faktor!

Hjartaliga tillukku, Linda, og allarbestu eydnu víðari á yrkisleiðini, ið vónandi ber teg upp á enn fleiri góðar tónatindar.

Takk fyri!


Heðin Mortensen, borgarstjóri



 



Heðin Mortensen - tel. 31 11 96 / fax. 31 12 65 / fartel. 21 11 96

Gjørt síðuna og sum er webmaster -------> Guðrun Heðinsdóttir Mortensen



Løgtingið Býráðið ÍSF Skansin Forsíðan Send mær ein teldupost Býráðið Løgtingið Ítróttasamband Føroya