.
| Javnaðarflokkurin | Løgting | Býráðið | Ítróttur | Talur |






Send mær ein teldupost

Vitjandi nr:

síðani 1. sep. 03

 

 

17. desember 2008

Árliga jólaveitslan hjá Penjónistafelagnum


savnsmynd


Fari fyrst at takka fyri, at Hjørdis og eg aftur í ár eru bjóðað í jólaveitslu tykkara.

Árliga jólaveitslan hjá Penjónistafelagnum er fyri okkum ein serlig hugnaløta í adventini, sum vit hvørt ár gleða okkum ómetaliga nógv til, tí tað hevur verið stak hugnaligt og lívsjáttandi at verða saman við tykkum á Hotel Hafnia, og hava vit hvørja ferð notið góðan og nógvan blíðskap.

Tøkk eiga tit uppiborna fyri tað.

Ein dagin herfyri - eg var úti á trøð míni í Havnardali – og fóðraði gæsnar, nú ið ungarnir skulu fitast eitt sindur, áðrenn teir enda á jólaborðinum, kom eg at hugsa um eina áhugaverda grein, ið Effie Campbell skrivaði í jólablaðnum “Jólaboð” í fjør. Hon fortelur eitt sindur frá jólunum, soleiðis sum hon upplivdi tey í Havn í 40-árunum og fyrst í 50-árunum, tá trongligar tíðir vóru peningaliga í landinum.

Effie skrivar m.a., at Frants Restorff bjóðaði havnarfólki at koma við sínum dunnum og gásum, at steikja í stóra bakarovninum hjá Frants. Omman gjørdi gásina til og fylti hana. Legði hana í eina stóra svarta bakarovnsskuffu, og bað Effie bera hana oman til Frants, har Bona tók ímóti fólki. Hann kendi Effie væl, tí hann var systkinabarn abba hennara. Og Effie skrivar, at “var eg tað sjeynda fólkið har niðri, so gav hann mær eina runda metalskivu til støddar sum ein fimmkróna við einum 7-tali á, og sjálvur hevði hann eina sama slag, bara við einum píki í. Hana stakk hann niður í gásina, so eg kundi fáa tað røttu gásina aftur.

Einar tríggjar tímar seinni fór eg oman aftur eftir gásini, men tá mátti eg hava onkran við at hjálpa mær, tí vit skuldu hava eina spann ella kannu við, sum Bona stoytti soðið í. Hetta var ókeypis, so tað var ein stór tænasta, sum Frants gjørdi havnarfólki”.

Jú, sanniliga er Havnin nógv broytt seinastu hálvu øldini. Tá var hon ein onnur, enn hon, vit kenna í dag. Ikki størri enn so, at øll kendu hvør annan og vistu, hvør var hvør.

Áhugaverdu hugleiðingarnar hjá Effie um bakarovnin hjá Frants, fingu meg at hugsa um øll bakaríini, sum vóru í Havn fyri ikki so nógvum árum síðan.

Uttan at vita av tí, fór hugurin at ferðast aftur í svunnar dagar og horvnar tíðir. Fram í minnið, sum vóru tey enn her okkara millum, komu eini 8 til 10 bakarí og bakarameistarar og uppaftur fleiri sveinar og lærlingar. Í bakarahandlunum stóðu blíðar, fryntligar konur og ungar gentur og handaðu breyð, køkur og aðrar vørur um diskin.

Hvør býlingur - bæði eystanfyri, vestanfyri, norðanfyri og mitt í býnum við respekt fyri sær sjálvum hevði sítt egna bakarí og sín egna matvøruhandil í nærumhvørvinum.

Heimafturkomin setti eg meg við bókunum hjá Birgari Johannesen um fólk og yrki í Havn, - og rætt var.

Í eysturbýnum var bakaríið hjá “Alla” . Á bókbindaratrøðni og hinum traðunum í eysturbýnum var nógv byggivirksemi í fimmtiárunum. Ungar barnafamiljur settu búgv har, og longu í 1957 lat Alle upp bakarí í Klokkaragøtu, sum hann hevði í fjøruti ár. Hann gavst við virkseminum í 1997.

Niðri í Bø var bakaríið og handilin hjá Andriasi í Horni. Hetta bakaríið hevði eina langa søgu, tí Andrias í Horni læt í 1894 upp egið bakarí úti í Fabrikkini hjá Østrøm í Rættará. Í 1897 stóðu húsini, hann hevði bygt sær á Conradstrøð liðug, og flutti hann tá bakaríið heim hagar. Í kjallaranum var bakaríið og sølubúðin var í miðhæddini.

Í 1943 tók sonurin Gunhard Samuelsen yvir bakaríið. Hann doyði í 1972, og árini eftir tað hevði bakaríið opið í nøkur ár. Fyri nøkrum árum síðani vóru húsini tikin niður og bygd uppaftur av nýggjum, nú sum Optikbúðin hjá Poul Einar Kruse.

Við Ormin Langa var bakaríið og kaféin hjá Fossaa. Hetta bakaríið hevði eisini sína drúgvu søgu.

Eftir at hava verið í Danmark í bakaralæru kom Carl Vilhelm Fossaa heimaftur í 1898, búsettist í Havn og læt í 1901 upp bakarí og útsølu í Nólsoyar Páls gøtu.

Upplýst verður, at í 1928 lýsti hann við, at hann nú eisini hevði kondittarí. Borð og stólar vórðu sett upp, og har fekst bakstur, kaffi, te, sodavatn o.a. Hesum gavst hann tó við í 1940. Carl Vilhelm Fossaa andaðist í 1949, og yvirtók sonurin Steingrím Fossaa bakaríið hjá pápanum. Steingrím hevði bakaríið til 1960, tá hann gavst. Frá 1960 til 1962 leigaði Fróði Mouritsen bakaríið hjá Fossaa.

Á Húsabrúgv var eitt bakarí væl áðrenn mína tíð, men óivað er onkur her í kvøld, sum minnist bakaríið hjá Kjælnes.

Poul Kjælnæs hevði í nøkur ár havt bakarí í Suðuroy. Í 1900 flutti hann aftur til Havnar og læt upp bakarí á horninum Bringsnagøta/Húsagarður. Her var hann, til hann gavst í 1939.

Men ein annar bakari, sum var ein býarmynd til fyri stuttum, og sum vit øll minnast væl, er Andrias Jacobsen – Andrias í Køkubúðini – Hann hevði “Køkubúðina”, sum læt upp í 1947. Handilin var á horninum Tróndargøta/Niels Winthers gøta. Bakaríið hjá Andriasi stongdi í 1990.

Dora Johansen læt í 1960 upp bakarí í egnum húsum á horninum Gripsvegur/Traðarvegur. Handilin kallaðist “Heimabakaríið hjá Doru”. Dora gavst í 1965.

Tá keypti Gunnleivur Mouritsen bakariíð og broytti navnið til “Bakaríið hjá Gunnleivi”. Í 1994 flutti Gunnleivur bakaravirksemi niðan á Hoyvíksvegin, men hevði eisini í nøkur ár útsølu við Gripsvegin og úti á Landavegnum.

Bakaríið hjá Gunleivi gavst eftir 40 ára virksemi í 2006.

Í vesturbýnun læt Erling Poulsen í 1965 upp bakaríið “Acta” í Torfinsgøtu. Hann hevði búð í Danmark í nøkur ár, og flutti heimaftur í 1965. Erling kom við hugskotinum at hava opið sunnumorgun. Havnarfólk vóru ikki von við at fáa nýbakað sunnumorgun, og tí gjørdist bakaríið “Acta” staðið, har havnarfólk stóðu í rað hvønn sunnumorgun. Bakaríið “Acta” læt aftur í 1981, og Erling flutti aftur til Danmarkar.

Uppi á Varða kundi ein eisini keypa nýbakað breyð og køkur. Tað var í 1967, at Niclas Niclasen læt upp “Bakaríið undir Varða”. Niclas gavst í 1976.

Conrad Skaale yvirtók í 1948 bakaríið hjá Palle Bager á horninum J.C. Svabos gøta/V.U. Hammershaimbs gøta. Samstundis sum Conrad læt upp í J.C. Svabosgøtu opnaði hann eisini sølubúð í kjallaranum í húsunum hjá Dánjali og Kallu Jensen, á horninum Jónas Broncks gøta/Bókbindaragøta. Seinast í fimmtiárunum flutti hann sølubúðina í Jónas Broncks gøtu niðan í húsini hjá Petur Lindenskov í M.A. Winthersgøtu, beint yvir av Smæruni. Hesin handil læt aftur í 1961. Í dag eru hesi húsini partur av virkseminum Sjónvarpinum.

Conrad Skaale gavst við bakarínum í J.C. Svabos gøtu, stutt áðrenn hann andaðist í 1973.
Í 1977 kom bakaríið Mylnan. Tað vóru tey bæði Per og Sólrun Poulsen, sum byrjaðu egið bakarí í heiminum í Tjarnarlág. Tey høvdu ikki útsølu har, men seldu til m.a. handlarnar í býnum. Í 1991 bygdu tey bakaríið á Berjubrekku. Har er enn bakarí, men tey bæði seldu fyritøkuna fyri nøkrum árum síðani til SMS.

Og so var tað gamla og vælkenda bakaríið og handilin hjá Frants Restorff á horninum á Fransabrekku.

Tað læt upp í 1902, og fram til 1946 vóru tað Frants og konan Lina Restorff, sum høvdu bakaríið. Í 1946 tók sonurin Egil Restorff við. Bakaríið hjá Frants læt aftur í 2006, og tá vóru ongi breyð, rundstykkir ella wienerbreyð at fáa í Tórsgøtu longur.

Frants Restorff hevði eisini handilin “Baldursbrá” á Áarvegnum, sum seldi bakaravørur og allar vanligar kioskvørur. Baldursbrá læt upp í 1946 og stongdi í 1979.

Jú, nógv er broytt í bakara- og handilsvinnuni í býnum seinastu árini. Tey gomlu bakaríini eru mestsum øll farin í søguna ella hava skift eigara og broytt navn.

“Nú er alt bara minnir”, sum vit syngja um í sanginum hjá Jens Eli Ellefsen. Men treyðugt so, enn fáa havnarfólk nýbakaði breyð og annan bakstur í býnum frá stóru bakaríunum: Mylnuni á Berjabrekku og Grón á Hoyvíksvegnum.

Í dagsins samfelag byrja vit fyrst í november mánaði, í summum førum kanska fyrr, smátt um smátt at síggja jólagávur og jólapynt í handlunum. Men eitt er vist: Jólini koma, tá ið tey eiga at koma, eisini í ár.

Nú heldur onkur kanska, at ov nógv verður gjørt burtur úr stákanini undan jólum, og tað er ikki frítt, at so er, men tað er nú einaferð so, at vit, hvør í sær gera av, hvussu tíðin upp undir jól verður brúkt.

Sjálvt um tað viðhvørt kann tykjast í so strævið og møtimikið, er tíðin undan jólum ein hugnalig tíð. Tey vaksnu eru væl hýrd, hóast nógv skal fáast frá hondini. Børnini eru ótolin og hava ikki stundir at bíða. Men soleiðis hevur óivað altíð verið.

Í adventini tendra vit ljósið í adventskransinum og bíða eftir, at jólaevangeliið verður boðað okkum enn einaferð. Adventsljósini hugna og fjálga, nú ið vit eru í myrkastu tíðini á árinum.

Í adventini fyrireika og gleða vit okkum til jólahøgtíðina, tí vit vita, at tá ið adventin byrjar, skulu vit ikki bíða so øgiliga leingi afturat til jólini endiliga koma. Vit bíða í frið og náðum, tí vit hava okkurt gott í væntu.

Eingin høgtíð goymir so nógv minni sum jólahøgtíðin, tí jólini eru knýtt at traditiónum. Tey vaksnu leita aftur til barndómsminnini, og koma at hugsa um jólahugna, jólagávur og jólagleði. Tað gera børnini eisini, og gleða seg at halda enn eini jól.

Øll gleða vit okkum at hoyra jólaboðskapin og jólasálmarnar í kirkjuni og samkomuni. Jólasálmar, sum vit minnast og duga uttanat, betur enn sálmarnar til hinar høgtíðirnar.

Á jólum vilja vit vera saman við okkara nærmastu, og vit nýta høvi at vitja vinir, kenningar og skyldfólk.

Ynski mítt skal vera, at vit í øllum jólastákinum ikki gloyma, at jólaboðskapurin er hin sami: Friður á jørð og í menniskjum góður tokki.

Gleðilig Jól


Heðin Mortensen, borgarstjóri



 



Heðin Mortensen - tel. 31 11 96 / fax. 31 12 65 / fartel. 21 11 96

Gjørt síðuna og sum er webmaster -------> Guðrun Heðinsdóttir Mortensen



Løgtingið Býráðið ÍSF Skansin Forsíðan Send mær ein teldupost Býráðið Løgtingið Ítróttasamband Føroya