|
16.
desember 2008
Góða samkoma

Vit eru møtt í dag at
heiðra Eyðun av Reyni, listamann.
Í eini bók, sum kom fyrr
í ár - tað er Livandi List
- sigur høvundurin millum annað soleiðis
um Eyðun av Reyni:
Listafólk hava ofta eina
speiskliga fjarstøðu frá orðum, sum
seta teirra list innan fyri ein avmarkandi karm.
Og her hevur rithøvundurin fatur
á eini áhugaverdari samanrenning. Tað
er orðið og myndin.
Samstundis sum vit lesa, at í
fyrstuni var orðið, so kunnu vit neyvan hugsa okkum
eitt orð, uttan eina mynd av tí, sum orðið
inniheldur. Meiningina í orðinum.
Tí er á ein hátt
rættari at siga at í fyrstuni var myndin. Myndin
av orðinum.
Hetta er serliga áhugavert í
sambandi við dagsins listafólk. Tí Eyðun
er, eins og pápin Ingálvur, ikki sinnaður
at tosa so nógv um egnar málningar. Í
øllum føri ikki teoretiskt.
Í hesum krossfelti arbeiða
flestu av okkara listafólkum. Eisini Eyðun, sum
í dag verður heiðraður við bók
og samstundis letur upp stóra, litríka framsýning.
Um Eyðun segði Dagmar Warming
í einum katalogi tá Summarframsýningin
lat upp í Norðurlandahúsinum fyri tveimum
árum síðani:
Tað kann vera ein ávísur
litur, sum trokar seg fram aftanífrá, ein
einstøk strika ella eitt ávíst strok,
sum fangar eygað. Har er eitt egið kenslusemið
yvir verkunum hjá Eyðuni, og í seinastuni
er komin ein ávís rúmlig ávirkan,
íbirt av breiðum, svørtum strokum, sum
leggja seg útyvir teir kláru, reinu litirnar
og skapa dýpd.
Sama árið var føroysk framsýning
á Den Frie á Eysturbrúgv í Keypmannahavn.
Í kataloginum segði Malan
Marnersdóttir soleiðis:
Hjá Eyðuni bjóða litir og skap
tí kompositoriska mynstrinum av, altíð
leitandi eftir markinum fyri, hvat mynstrið kann bera.
Fara vit til dagsins bók, sum
nú verður løgd fram, verður ein nýggj
dimensjón løgd afturat.
Sagt verður í hesi bókini,
at Eyðun ber eins og ein kringur dansari eina
andaverð við sær. Tá ið hann málar
fyrstu strokini á løriftið, veit hann
av sær sjálvum eins og dansarin, sum
hevur vant og vant í óteljandi tímar
á bumminum at rútman, sum hann gevur
seg undir, ber hann at enda út á eggina á
einum vatnrættum býti, ið verður ein
miðdepil.
Eins og hjá pápanum, og
hjá Mikinesi eisini, er miðdepilin altíð
havið, ið bindir og skilir oyggjarnar og tað
fólk, sum her býr.
Oyggjarnar kunnu vera svartar og hóttandi,
ella livandi í hvítum brimi og brúsandi
grønum aldum.
Bókin vísir á,
at vit síggja Eyðun mála samansetingar
av litblokkum, og at hann ikki fýrir fyri at brúka
báðar endar á penslinum, men skapar zig-zag
mynstur, ið tykjast sipa til formar, ið liva leysir
av náttúruni.
Tað er ein ófatilig náttúrumegi,
sum í dag brettir seg út á lørifti
hjá Eyðuni.
Og hetta er eisini fyrsta yvirskriftin inni í bókini
Ófatiliga náttúrumegin.
Bara Eyðun er farin somu yrkisleið
sum pápin. Feðgarnir báðir hava sama
milda lyndið, sum fjalir nógvar kenslur, so sum
vit síggja á løriftinum.
Men hóast hetta persónliga
lítillætni, hevur listarliga árræði
verið so mikið størri. Og tað er gott.
Tí í hesi bókini kunnu vit lesa at
longu sum 13 ára gamal sýndi Eyðun fram
á ólavsøkuframsýning í
Havn í 1964.
Neyvan hevur tað verið ein løtt
uppgáva at vága sær á somu leið
sum pápin, Føroya fremsti málari, eftir
at Mikines doyði í 79.
Onkuntíð hevur hepnast heilt
væl. Ikki minst, tá Ísland hevur verið
uppií.
Fyri tveimum árum síðani
untist mær at seta mentunarnáttina í
Reykjavík. Í hesum sambandi høvdu fleiri
føroyingar listaframsýning í Ráðhúsinum,
og ein teirra var Eyðun. Har var undirtøkan so
stór, at tá framsýningin lat aftur,
vóru øll listaverkini hjá Eyðuni
seld.
Henda bókin hjá íslendska
Aðalsteini Ingólfssyni, sum Listasavn Føroya
gevur út í dag, sigur livandi frá um
viðurskiftini millum málara og lørift,
og viðger spurningin, nær ein málningur
er liðugur.
Og eisini um ta andaligu dimensiónina.
Aftast í bókini er yvirlit
um Eyðun, framsýningar og verk, ið almenningurin
kann njóta. Og aftur her sæst at listamaðurin
hevur rakt væl.
Eitt listaverk hjá honum sæst
í Ebenezer helst hin størsti listarligi
flatin í landinum. Bæði innan og uttan
kanst tú njóta hesa sjáldsamu, litríku
listina, ið hongur væl uppi við sangi og talu
á andaligum støði, har í salinum.
Eg havi hug at sleppa løriftinum
hjá Eyðuni eina løtu og leita oman á
Ingutrøð. Mitt í Havnini, har eg mangan
spældi sum smádrongur fyri meiri enn hálvari
øld síðani.
Hvønn dag eg nú møti
til arbeiðis á Vaglinum, verði eg mintur
á hesa perlu í Havn Ingutrøð.
Á stóra vegginum í
móttøkuni hjá Tórshavnar kommunu
hongur ein ljóst livandi grønur málningur
hjá pápanum, Ingálvi, frá 1949.
Hann minnir meg greitt á várini á Ingutrøð.
Soleiðis hevur Ingutrøð
og umhvørvið har, afturvendandi verið partur
av mínum lívi. Tað takki eg fyri, framhaldandi
at kunna eiga lut í, nú Eyðun sýnir
fram og verður heiðraður við snøggari,
trímæltari bók.
Til lukku Eyðun dagurin
er tín!
Heðin Mortensen, borgarstjóri
|