.
| Javnaðarflokkurin | Løgting | Býráðið | Ítróttur | Talur |






Send mær ein teldupost

Vitjandi nr:

síðani 1. sep. 03

 

 

29. november 2008

Jólatræið 2008

Jólatræið 2008

Góðan dag øll somul, og hjartaliga vælkomin á Vaglið hesa hugnaligu løtu, meðan vit bíða eftir, at jólamaðurin kemur at tendra træið.

Jólatræið, sum sigur okkum, at nú nærkast jólini.
Tað er ein serstakur hugni við hesi løtu, tá vit tendrað træið og fáa nøkur góð orð frá presti, meðan tónarnir frá Havnar Hornorkestri seta sín serliga jóladám á løtuna.

Jólini eru myrkasta tíðin á árinum. Tí er gott at møtast og tendra ljós í felag, og tað gleðir meg at síggja, at her eru so mong børn í øllum aldri, sum vilja hjálpa okkum at tendra ljós í myrka miðbýnum í dag.

Tá vit tendra ljós, tendra vit eisini fyri minnunum. Og minnini, tey eru flest, tá vit gerast eldri. Meðan vit enn hava minnið, minnast vit nógv. Tað er sum ein telda við fullum hard diski, og sum vaksin kunnu vit á jólum leita aftur og finna fram øll minnini frá okkara barnaárum, og tá eru bestu minnini frá jólunum.

Sangirnir um jólatræið koma fram fyri okkum, og brádliga duga vit bæði løg og orð uttanat. Kanska minnast vit onkra jólasøgu, og ikki at gloyma Disney filmarnar í gleri og kava.

Jólini eru vit øll samd um. Tí taka vit eisini í hondina á hvør øðrum og dansa í ring um træið, heima á jólum. Hetta er ímyndin av at halda saman og gleðast saman, tá myrkast er. Tí skjótt verður ljósari. Tað er tað, vit gleðast um.

Góðu børn! Henda røða er ein serlig heilsan til tykkum. Eg vóni, at tit og øll hjá tykkum gleða seg til jóla.

Fyrsti sunnudagur í advent er í morgin, og mánadagin lata vit fyrstu lúkuna upp í jólakalendaranum.

Tí fara vit at nýta høvið at tendra træið á Vaglinum í dag, nú øll hava frí og kunnu savnast. Og, umframt Jesubarnið, sum vit ikki mugu gloyma í jólastákinum, so er besti jólahugnin, tá vit savnast á jólum.

Omanfyri okkum hava vit aftur í ár ein jólabý. Hann hevur fingið nýggj hús, og har eru eisini fjós og kirkja. Sera snøgt handverk, og ljós er lagt inn í øll húsini. Tað eru næmingar á tekniska skúla, sum hava bygt tey.

Í húsunum eru sølubúðir av ymsum slag og uttanfyri verður ymiskt undirhald, sum ung og børn í býnum standa fyri. Her vera tiltøk og upplivingar til okkum øll, heilt fram til jóla.

Í Tórshavnar kommunu hevur tað nógv at siga, at borgararnir savnast til ymiskt, tí fari eg her at takka øllum tykkum, sum hava fyrireikað, sett upp og pyntað, soleiðis at rættiligur jóladámur er her í miðbýnum.

Ynski mítt skal vera, at vit, eisini restina av árinum duga at bera víðari ta gleði og ta gávu, jólini geva okkum, og at vit hjálpa, har neyðin er stór, bæði her heima og úti í heimi.

Aftur til jólatræið, sum enn stendur myrkt og kalt framfyri okkum. Tað minnir okkum á endaleysa myrkrið, og at tað bara eru vit, sum kunnu tendra ljósið.

Og um eina lítla løtu fer tað at lýsa. Lýsa frið yvir Vaglið og allan býin, ja heilt til trettan dagar eftir jólaaftan, tá tað verður tikið niðuraftur.

Nú, meðan øll hyggja, fer jólamaðurin úr stigabilinum hjá Sløkkiliðnum at tendra træið á Vaglinum.

Skulu vit ikki bjóða jólamanninum at vera vælkomin?

Jú, tað gera vit og lat okkum klappa fyri honum eisini ….

1-2-3 nú er træið tendrað!

Takk fyri og gleðilig jól øll somul.


Heðin Mortensen, borgarstjóri



 



Heðin Mortensen - tel. 31 11 96 / fax. 31 12 65 / fartel. 21 11 96

Gjørt síðuna og sum er webmaster -------> Guðrun Heðinsdóttir Mortensen



Løgtingið Býráðið ÍSF Skansin Forsíðan Send mær ein teldupost Býráðið Løgtingið Ítróttasamband Føroya