.
| Javnaðarflokkurin | Løgting | Býráðið | Ítróttur | Talur |






Send mær ein teldupost

Vitjandi nr:

síðani 1. sep. 03

 

 

27. november 2008

Góðan dagin og hjartaliga vælkomin í Mullers pakkhús

Í dag eru 100 ár liðin, síðani fyrsta fólkaræðisliga kommunuval varð hildið tann 27. november 1908. Teir valdu, sum síggjast aftanfyri meg, tóku við í Tórshavnar kommunu 1. januar 1909. Tí hevur Tórshavnar kommuna valt at hátíðarhalda henda dagin og gera vart við virkandi fólkaræði í 100 ár – alt næsta ár, 2009.

Hyggja vit í Havnar søgu, sum samstundis verður skrivað, kunnu vit lesa, at tað var við danskari ríkisdagslóg frá 1866, at Havnin gjørdist fyrsta kommunan í Føroyum.

Millum teir seks stýrislimirnar var fútin, ið hevði fastan sess.

Hinar føroysku kommunurnar fingu høvið at byggja á kommunulógina frá 1872, ið ásetti, at allir stýrislimir skuldu veljast. Havnin vildi eisini eiga lut í hesi meiri framkomnu lóggávu.

Eftir ár 1900 kom tí nýggj býráðslóg fyri Havnina.

Tilgongdin loftaði nýggjum tankum í tíðini, og nú fingu kvinnur og ognarleys eisini atkvøðurætt.

Nýggj lóg um Tórshavnar bý varð tí samtykt í ríkisdegnum at galda frá
1. januar 1909.

Fútin misti samstundis fasta kommunala sessin, og øll vórðu nú vald á fólkaræðisligan hátt.

Kvinnur og ognarleys fingu sostatt á fyrsta sinni rætt at velja og stilla upp til val í kommununi, í dag fyri 100 árum síðani.

Samstundis fekk Havnin eisini keypstaðarrættindi.

Hesi 100 árini hava tilsamans, við hesum seinasta býráðsvalinum, sitið 124 býráðslimir í longri og stytri tíðarskeið. Av hesum 124 eru 111 menn og 13 kvinnur, og borgarstjórarnir hava verið 18 í tali.

Sjálvt føðingardagsárið, 2009, verður fylt við ymiskum tiltøkum at hátíðarhalda kommunala fólkaræðið.

Búmerkið verður avdúkað um eina løtu, og ein heimasíða verður gjørd, har allir borgarar kunnu leggja myndir og skriva søgur. Umframt at verða ein afturlítandi goymsla, verður nútímans tøkni brúkt at sýna privatu søguna hjá okkara borgarum í myndum og teksti. Talgilda tilfarið verður liggjandi og vaksandi í vavi.

Samstarvað verður við Føroya Symfoniorkestur, sum á nýggjárskonsertini 2009 fer at framføra tónleikaverk, sum Tórshavnar kommuna hevur bílagt. - Ljós verður aftur varpað á hundrað ára haldið saman við Føroya Symfoniorkestri, barnakóri úr Kommunuskúlanum og rokkorkestri, sum fara at spæla “The Wall” hjá Pink Floyd.

Kjarnin í verkinum er sjálvsagdur, tá vit hugsa um fólkaræði og samstundis lata tað klassiska og tað fólksliga renna saman í eini fagnaðarkonsert í Norðurlandahúsinum, sum setur hin einstaka í fólkaræðisligt ljós, innan og uttan fyri múrarnar.

Og vit ætla at verða so fólkaræðislig, at hevur tú sum borgari í kommununi eitt tiltak, ið tú vilt vísa fram og heldur passar til tankan um fólkaræði, so er at melda seg til á heimasíðuni hjá Tórshavnar kommunu. So verður tú partur eisini av hátíðarhaldinum.

Eg skal ikki siga meir, men lata pallin til kvinnukórið Cantabile, sum Unn Paturson stjórnar. Umframt at vera eitt kvinnukór, so eru allir teir sangirnir, sum tær framføra, um kvinnur.

Við hesum parti í skránni vilja vit byggja brúgv millum teir søguligu menn, tit síggja aftanfyri meg, og tær nýskapandi kvinnur, sum í felag við okkum laga framtíðina.

Takk fyri.

Gerið so væl – Cantabile!

Heðin Mortensen
borgarstjóri




 

 








 











Heðin Mortensen - tel. 31 11 96 / fax. 31 12 65 / fartel. 21 11 96

Gjørt síðuna og sum er webmaster -------> Guðrun Heðinsdóttir Mortensen



Løgtingið Býráðið ÍSF Skansin Forsíðan Send mær ein teldupost Býráðið Løgtingið Ítróttasamband Føroya