.
| Javnaðarflokkurin | Løgting | Býráðið | Ítróttur | Talur |






Send mær ein teldupost

Vitjandi nr:

síðani 1. sep. 03

 

 

02. november 2008

Góðu tit í Ælaboganum! Góðu gestir!


Vit eru í dag komin saman her í Müllers Pakkhúsi fyri at heiðra orkestrið Ælabogan, sum í ár fyllir 10 ár. Hjartaliga tillukku við tí!

Ælabogin er eitt orkestur fyri menningartarnað, og her fáa vit sjón fyri søgn, at einki kann sum tónleikur vera felags fyri okkum øll.

Tónleikur ger sinnið ljóst og breiðir gleði út, har hann er at hoyra, og tónleikur hevur mangan latið upp dyr, ið annars vóru stongdar.

Hóast vit menniskju kunnu vera so ymisk, er tónleikur nakað, ið kann geva okkum ein felagsskap, ið røkkur um mong mørk.

Søgu- og fornfrøðingar hava eisini langt síðani staðfest, at tónleikurin er sprottin tíðliga í søguni og hevur túsundtals ár á baki í mannaættini.

Í Slovenia hava tey funnið 53.000 ára gamlar floytur úr beini, sum nógvar ábendingar eru um, at teir gomlu neandertalarnir spældu uppá.

At tónleikurin hevur nógv at siga, kunnu vit helst best síggja, um vit hugsa okkum, hvussu tómligt lívið hevði verið uttan tónleik.

Men skulu vit øll fáa gleði av tónleikinum, er tað fyrst og fremst neyðugt, at onkur er, sum spælir og dugir at spæla.

Og her er tað, at tit í Ælaboganum koma inn í myndina, tí tit við tykkara tónleiki hava givið okkum øðrum so mangar og ríkar løtur.

Eg skilji á lagnum, at spírin til Ælabogan kom frá Sámali Bláhamar, sum á ferð í Norra hevði hoyrt eitt orkestur við menningartarnaðum tónleikarum.

Heimafturkomin bar hann fram hugskotið um, at eitt sovorðið orkestur áttu vit eisini at havt her, og so var skjótt, at verulig gongd kom á málið.

Annika Højgaard, sum herfyri fekk eitt væl uppiborið herðaklapp frá Javna fyri sítt trúfasta arbeiði við Ælaboganum, hevur staðið á odda frá byrjan.

Saman við Branduri Øssurssyni var hon við til at fyrireika orkestrið, og við stuðli frá Napoleon Nólsoy, sum var kvøldskúlaleiðari tá, kom glið á.

Til stuttleika kann nevnast, at Ælabogin árið eftir stovnan fekk eina rúgvu av ljóðførum frá júst tí sama norska orkestrinum, sum gav fyrsta íblásturin.

Orkestrið hevur ment seg øll árini, og nú eru tað Annika Højgaard, Eirikur Skála og Katrin Jørgensen, sum eru orkesturleiðarar hjá Ælaboganum.

Hugflognum bilar heldur einki, tí hóast nótar kanska ikki eru so lættir at brúka í hesum høpi, eru aðrar pedagogiskar snildir komnar til sín rætt.

Millum annað hava vit so ofta sæð tykkum við hesum serligu litkortunum, ið eru tekin fyri ein ávísan tóna og eitt slag av nótum fyri tónleikararnar.

Ælabogin er framvegis undir kvøldskúlanum, og hugagóðu og sera ágrýtnu tónleikararnir møta trúliga til venjing hvørja einastu viku.

Tit halda tykkum ikki aftur, men eru altíð fús, tá heitt verður á tykkum, og vit eru mong, ið hava havt stóra gleði av tykkum og tykkara tónleiki.

Tað hevur ikki bara verið her heima, at Ælabogin hevur verið mongum til gleði, men eisini hava tit verið á ferð og spælt uttanlands, eitt nú í Norra.

Eisini hava tit havt vitjanir av norskum tónleikarum, so her er enn eitt dømi um, at tónleikurin skapar og styrkir vinarbond nógvar vegir.

Eitt er, at tit í Ælaboganum hava gjørt so nógv fyri at gleða okkum onnur, men ikki minni stuttligt er at síggja, hvussu glað tit sjálv eru fyri at spæla.

Tit hava megnað at málað tónleikin fyri okkum í øllum ælabogans litum, og mín vón og mítt ynski skal vera, at tit halda fram í mong ár aftrat.

Vegna Tórshavnar kommunu vil eg enn eina ferð ynskja tykkum hjartaliga tillukku við teimum 10 árunum og ynskja tykkum eina bjarta framtíð!

Takk fyri!

Heðin Mortensen

Lat okkum so øll rópa eitt trífald hurrá fyri Ælaboganum.
Ælabogin leingi livi…


 

 








 











Heðin Mortensen - tel. 31 11 96 / fax. 31 12 65 / fartel. 21 11 96

Gjørt síðuna og sum er webmaster -------> Guðrun Heðinsdóttir Mortensen



Løgtingið Býráðið ÍSF Skansin Forsíðan Send mær ein teldupost Býráðið Løgtingið Ítróttasamband Føroya