.
| Javnaðarflokkurin | Løgting | Býráðið | Ítróttur | Talur |






Send mær ein teldupost

Vitjandi nr:

síðani 1. sep. 03

 

 

02. oktober 2008

Mentanarvirðislønir M. A. Jacobsens og
Barnabókaheiðurslønir 2008


Góðan dag øll somul!

Verið vælkomin í Müllers Pakkhús til hesa hátíðarløtu, nú Mentanarvirðislønir M.A. Jacobsens og Barnabókaheiðursløn Tórshavnar býráðs fyri 2008 verða handaðar. Í ár ikki færri enn 5 virðislønir í tali.

So orsøk er at fegnast. Og ikki minst tí, at í ár eru nett 50 ár liðin síðani M.A. Jacobsen virðislønin fyrstu ferð varð latin. Ella MAJ, sum fólk flest siga í dag. Ella uppaftur kreativari – Emma, sum summi siga. Tey geva virðislønini persónligan eginleika og kalla hana “Emmu”.

Og ávegis okkara hátíðarhaldi næsta ár, sum fólkavald kommuna í 100 ár, er hetta eitt greitt tekin um eina væleydnaða tilgongd, sum fólkið hevur tikið til sín. Okkara fremsta, og einasta regluliga virðisløn fær sítt egna lív og sín egna samleika.

Tað var Rithøvundafelagið, ið tók stig til virðislønia, sum hevur verið fastur táttur í mentanarpolitikki býráðsins í 50 ár.

Og hesir vegir, rithøvundavirksemið, mentanarpolitikkur og løgtings- og býráðsarbeiðið, hava krossast hjá høvuðspersóninum M.A. Jacobsen.

Virðislønin er nevnd eftir Mads Andreas Winther, millum fólk nevndur Mads á Húsum. Hann var løgtingslimur 1936-40 og borgarstjóri í Havn frá 1933 til 1944, tá hann andaðist, bert 52 ára gamal.

Hansara stutta lívsskeiðið var virkið, tað fevndi alt landið og røkkur enn fram í okkara dagar. Dømi um hetta er, at hálva øld eftir deyða M.A. Jacobsens skrivaði tvørámaðurin Jóhannes Enni bókina “Bókmentamaðurin M.A. Jacobsen”. Útgevari var forlagið Fannir, við bústaði í Hattarvík. Eitt landsfevnandi átak, úr norðuri í suður. Í fororðunum í bókini skrivar Jóhannes Enni soleiðis:

“Tað er altíð hugtakandi at lesa um slík fólk, sum uttan hóvasták brúka síni góðu evni í positivum anda at byggja upp og at leggja gott mentanarligt støði fyri sína samtíð og eftirtíðina við.”

Soleiðis skrivaði Jóhannes Enni um Mads Andreas Jacobsen. Og vit kunnu siga at orðini bera støðugt inn í framtíðina, hóast báðir eru farnir úr tíðini. Orðini eru tíðarleys. Tí eftir stendur hin positivi andin at byggja upp og at leggja gott mentanarligt støði fyri samtíð og eftirtíð. Hetta er andin, nú vit í eitt 50 ára skeið hava latið hesa virðisløn.

Serliga glaður eri eg at síggja, at tú - Elsba - skyldfólk og familja tín eisini í ár eru komin til hesa hátíðarløtu, ið ber navnið á pápa tínum, sum hóast eitt stutt lívsskeið avrikaði so nógv fyri henda bý og hetta land.

Æraða samkoma!

Mentan er eitt sjáldsamt orð. Vit kunnu brúka tað til at fjala út yvir ymiskleikar í atferð, tosingarlagi, ella klædnabúnaði. Vit kunnu yppa øksl og siga “Hatt er bara hansara, ella hennara mentan”. Tá leggja vit týdningin atferð í orðið mentan.

Hinvegin kann sama orðið – mentan – verða sum at vísa hundi brand, tá vit avbyrgja okkum og siga at vit hoyra til hesa mentanina, meðan hini hoyra til hasa mentanina. Tá brúka vit mentan sum eitt forðandi mark, ið ikki slepst tvørturum. Vit gera mentanina avmarkandi. Báðir mátar eru brúkiligir, men ikki altíð fruktagóðir.

Tað fruktagóða er at kenna, at kjakið er í gongd. At mentanarliga virksemið í býnum og kring alt landið er so stórt, fjøltáttað og viðkomandi, at vit ikki kunnu bara okkum fyri at luttaka í kjakinum um mentan í okkara landi og okkara tíð.

Og her liggur kanska hin best brúkiliga frágreiðingin um mentan. Tað eru okkara jøvnu og afturvendandi spurningar og kjakið um tað, ið fer fram á føroyska mentanarpallinum her og nú, byggjandi á ein haldgóðan førning, vit rópa samleika.

Okkara samleiki er ikki egnari, ella serføroyskari, enn so, at vit dagliga hava alheimin fyri okkum.

So nógv mest vitjaða føroyska myndlistaframsýningin hevur júst verið í sjálvum hjartanum í gamla keisarabýnum Wien. Í næstu viku skulu vit møta hesi somu tjóð á fótbóltsvøllinum. Soleiðis kann listin eisini vinklast og geva eitt óvæntað fruktagott avkast.

Sama er við okkara felags søgu, frá nútíðini og aftur til tíðina, tá einahandilin varð avtikin og ein nýggjur heimur opnaði seg, heilt suður í tey heitu katólsku londini at selja saltfisk í føstu.

Sæð í ljósini av tí stutta, men virkna lívsskeiðnum hjá M.A. Jacobsen, er tað okkara ábyrgd at umsita henda felags arvin væl og fruktagott, so tað verða einar spennandi Føroyar vit øll liva í, nú og komandi.

Nøkur teirra, ið skara fram úr við serligum evnum á hesum øki, fara vit at heiðra í dag.

Og lat meg siga nakað um, hvør tekur dagar ímillum:

Í nevndini fyri Barnabókaheiðurslønina sita Hildur Eyðunsdóttir forkvinna í Mentamálanevndini, Malan Hilmarsdóttir, Hansina Huusgaard, Ann Elisabeth Joensen og Poulina Slættanes.

Í nevndini fyri Mentanarvirðislønir M. A. Jacobsens sita Rigmor Dam, Erling Isholm og Jákup Jacobsen fyri kommununa, Turið Sigurðardóttir fyri Fróðskaparsetrið, og Vár í Ólavsstovu fyri Rithøvundafelagið. Skrivari er Anna Brimnes, býarbókavørður.

Umframt virðislønirnar, verða eisini tónleikaframførslur. Eftir at grundgevingarnar fyri hvørja virðislønina eru lisnar, fær heiðursgesturin høvið at taka orðið.

Einaferð enn, hjartaliga vælkomin øll somul.

 

Fyri Tórshavnar býráð fari eg at ynskja tykkum hjartaliga til lukku við virðislønunum, sum tit í dag hava fingið fyri tykkara dygdargóðu og hugvekjandi avrik og ynski eg tykkum nógv góð og virkin ár á føroyska mentanarpallinum.

At enda fari eg at nýta høvi at takka tykkum í Strúkiorkesturi Tórshavnar Musikkskúla, Kári Sverrissyni, Tróndi Enni, Neil Joensen, Kim Hansen og Eyðuni Ásason. Takk fyri, at tit gjørdu hesa løtu so hugnaliga.

Eisini takki eg báðum nevndunum fyri gott samstarv og arbeiði.

Tit á Býarbókasavninum og í mentamáladeildini - takk fyri tykkara arbeiði.

Og tit - góðu gestir og tit, ið varða av, - takk fyri, at tit komu í Müllers Pakkhús til hátíðarløtuna í dag.

Takk fyri

Heðin Mortensen

 

 








 











Heðin Mortensen - tel. 31 11 96 / fax. 31 12 65 / fartel. 21 11 96

Gjørt síðuna og sum er webmaster -------> Guðrun Heðinsdóttir Mortensen



Løgtingið Býráðið ÍSF Skansin Forsíðan Send mær ein teldupost Býráðið Løgtingið Ítróttasamband Føroya