|
07.
september 2008
Góðu rennarar! Góðu
fyrireikarar! Góðu áskoðarar!













Góðu rennarar! Góðu
fyrireikarar! Góðu áskoðarar!
Tað, sum vit øll somul júst
nú eru vitni til, er eina søguliga løtu.
Fyri fyrstu ferð verða tvær stórar
renningar hildnar saman, so hetta í orðsins
sanna týdningi er ein samanrenning
av Fólkaheilsurenningini og kapprenningini Tórshavn
Marathon.
Hetta er fimta árið á
rað, at skipað verður fyri fólkaheilsurenning,
og sjeyndu ferð at Tórshavn Marathon er á
skránni, og tað í sjálvum sær
er ein undirstriking av, at renningin er blivin ein náttúrligur
partur av gerandislívinum hjá alt fleiri føroyingum.
Henda stóra mannamúgva,
sum her er til staðar, ber boð um hetta, og hóast
hvør í sínum lagi hevur persónlig
mál, so eiga vit øll eitt til felags: Vit
renna, tí vit halda tað vera stuttligt, og tí
vit vita, at tað er bæði heilsugott og gagnligt
at renna.
Tankin aftan fyri Fólkaheilsurenningina
fyri børn og vaksin er at betra um fólkaheilsuna
hjá føroyingum, og endamálið er
eisini at fáa so nógv fólk við
sum gjørligt, so hesin heilsubati verður meira
sjónligur og fær størri undirtøku.
At rørsla er góð fyri
heilsuna, vita vit øll, og tí er eisini umráðandi,
at ljós verður varpað á eitt tiltak
sum hetta, tí tað kann vera við til at broyta
hugburð og gera enn fleiri greið yvir, hvussu stóran
týdning tað hevur at røra seg.
Øll fegnast vit um eitt vælvirkandi
vælferðarsamfelag, og fremsta treytin fyri at
røkka tí er ein góð fólkaheilsa,
sum als ikki er nøkur sjálvfylgja nú
á døgum, tá alsamt fleiri sjúkur
beinleiðis eru avleiðingar av okkara livihátti.
At tað so í ár er
lagt soleiðis til rættis, at Fólkaheilsurenningin
og Tórshavn Marathon eru sama dag, sama stað
og samstundis, er eitt frálíkt hugskot, ið
bæði kann vera mennandi fyri fólkaheilsuna
og frælsu ítróttina í Føroyum.
Mong av tykkum, sum í dag eru
við í kapprenningini, kappast við onnur og
helst eisini við tykkum sjálvi, meðan vit
í fólkaheilsurenningini helst mest kappast
við okkum sjálvi og annars vilja taka eitt tak
fyri góða fólkaheilsu.
Líka so nógv, vit í
dag eru í tali, líka so nógvir mátar
munnu eisini vera at fyrireika seg til ein dag sum hendan.
Hvør í sínum lagi roynir at gera tað
besta, óansæð um tað er fyri at vinna
á øðrum ella bara at vinna á sær
sjálvum.
Og hvør veit, um ikki júst
ein túrur við Fólkaheilsurenningini í
dag hjá onkrum verður startskoti til ein túr
á hálvum ella heilum marathon-teini næsta
ár? At fylkjast í flokki, tá endamálið
er so gott sum hetta, er altíð mennandi.
Sum borgarstjóri í høvuðsstaðnum
fegnist eg um tað stóra arbeiði, tit fyrireikarar
hava lagt í henda dagin og hetta góða
felags tiltak, og tað er ein gleði at síggja,
at yvir 3.000 hava tikið undir við tí og
vilja vera við í dag.
Eisini er tað stuttligt at síggja,
at á hvørjum ári megnar Tórshavn
Marathon at savna gestir úr útlondum, sum
fegnir vitja hendavegin fyri at renna saman við tykkum
og annars njóta ta góðu samveruna.
Dear guests from abroad. We wish you
very welcome to the Faroes. We hope you will have a good
experience today, and we hope you enjoy the stay in our
islands.
Við hesum orðum vil eg ynskja
tykkum øllum somlum ein góðan rennitúr.
Nú verður farið undir eina felagsupphiting,
og so verður renningin skotin í gongd.
Góðan túr øll
somul og takk fyri, at tit lýddu á!
Heðin Mortensen
borgarstjóri
Hetta var maraton nr. 100, sum Ron
Hill luttók í.
Borgarstjórin í Havn, Heðin Mortensen, bjóðaði
honum oman á Ráhúsið, har hann fekk
handa býarmerkið fyri luttøku nr. 100.
|