Røða - Nýggjur skúli
í Kaldbak
Góðan dag øll somul!
Dagurin í dag er ein stórur dagur fyri
Kaldbaks bygd, nú skúlin aftur alment verður
tikin í nýtslu eftir stóra út-
og umbygging. Endiliga er dagurin komin, sum tit øll
hava longst eftir. Men hetta er sanniliga eisini ein stórur
dagur hjá Tórshavnar kommunu, ja eg tori
at siga, fyri alt føroyska skúlaverkið.
Góðu kaldbaksfólk, gestir og starvsfólk
í skúlanum. Tað er mær ein stór
gleði, sum formaður í mentanarnevndini
í býráðnum at verða her í
dag og síggja eitt væl úr hondum greitt
arbeiði, sum eg vóni fer at verða til gleði
og gagns fyri bygdina og fólkið her býr
og arbeiðir.
Skúlasøgan
Í nøkur ár hevur verið arbeitt
við at skriva søguna um Havnina. Endamálið
er at lýsa allar tættir í søgu
býarsins, og við árunum eru eisini skrivaðar
fleiri bøkur, sum lýsa partar av hesi søgu.
Ein av hesum bókum er "Tórshavnar
skúlasøga". Ein áhugaverd bók,
sum Tórshavnar býráð gav út
fyri trimum árum síðani. Høvundurin,
Jens Marius Hentze, skrivar í brotinum um Kaldbaks
skúla m.a.:
"at uppskotið um at byggja skúla í
Kaldbak varð samtykt í tinginum 22. september
1908 við 16 atkvøðum fyri og ongari ímóti.
Sóknarstýrið fekk játtan um 1.000
kr. at byggja fyri. Teir keyptu timbur og nævur
fyri pengarnar, og kaldbaksmenn laðaðu skúlagrundina
upp við pliktarbeiði, so húsini stóðu
liðug og vórðu sýnað um heystið
í 1910."
Fyrsti lærari skúlans var Petronella Reinert,
- millum kaldsbaksfólk vanliga nevnd "gamla
lærarinna". Hon byrjaði um heystið
1911 og var í føstum starvi til 1931, men
var ofta vikarur heilt upp í fimmtiárini,
og hon plagdi at siga, at til ta tíð hevði
hon verið lærari hjá øllum kaldbaksbørnum
síðan 1911.
Poul Johannes Jensen, ið var yvirlærari við
Tórshavnar Kommunuskúla frá 1922
til hann doyði í 1940, var eisini umsjónarmaður
við føroysku bygdaskúlarnar. Hann skrivar
í frágreiðingum í tríatiárunum,
at: í Kaldbak er góður skúli,
stovan er nosslig, har er nóg mikið av undirvísingartilfari,
og børnini duga væl. Lærarinnan undirvísir
ólønt í handarbeiði.
Tó heldur hann, at spæliplássið
er í minna lagi, og mælir til at víðka
tað. Hann ræður eisini kommununi til at
keypa eina svimjistong og svimjiselar, so til ber at læra
børnini at svimja á brúnni hjá
Reinert keypmanni. - Lítið var tó gjørt
við at læra børnini at svimja á
sjónum, men onkur lærari plagdi seinast í
fýratiárunum at fara niðan í
Berghyl um summarið við børnunum, og tað
dámdi teimum væl.
Sjúrður Nysted, sum var lærari her frá
1960 til 1992, tá ið hann fór úr
starvi, - meginpartin av tíðini sum einalærari,
- sigur, at næmingatalið í hansara tíð
hevur verið ójavnt. Tá ið støðin
í Mjørkadali var bygd fyrst í 60-unum,
gingu 33 børn í skúlanum okkurt skifti.
Hetta vóru - fyri ein stóran part - børn
hjá arbeiðsfólki í Mjørkadali,
sum búsettu seg her í bygdini. Eisini donsk
børn gingu tá í skúlanum.
Tá ið arbeiðið í Mjørkadali
varð liðugt, fóru tey nógvu av bygdini,
og næmingatalið kom heilt niður í
8 eitt skifti.
Hóast skúlin bert hevði eina stovu,
var hann at kalla óbroyttur fram til 1970, tá
ið bygt var uppí vestureftir móti ánni.
1. januar í 1977 løgdu Tórshavnar-
og Kaldbaks kommuna saman, men tað broytti nokk ikki
skúlaviðurskiftini so nógv tey fyrstu
árini. Broytingin í bústaðarmynstrinum
kom ikki fyrr enn vegur kom til bygdina í 1982.
Tá fluttu nógvar familjur við tilknýti
til bygdina aftur til Kaldbaks at búgva. Barnatalið
vaks, men framvegis var bert ein skúlastova. So
tað sigur seg sjálvt, at hølisumstøðurnar
vóru ikki tær bestu. Tá var gjørt
av at byggja eina lon norðureftir, við einum lítlum
duri, sum bant stovurnar saman. Hetta arbeiðið,
sum var liðugt í 1986, hevur síðani
verið ytri karmurin um skúlagongdina hjá
kaldbakbørnum til "denna dag". Um hetta
mundið settu skúlamyndugleikarnir tann fyrsti
vikarin við skúlan.
Ásannandi at hølistrupulleikarnir hjá
lærarum og næmingum hava verið stórir
seinastu árini, og at skúlin als ikki kundi
lúkað krøvini í nýggju
fólkaskúlalógini, var farið undir
at fyrireika eina út- og umbygging. Og nú
arbeiðið, sum byrjaði 2. desember í
fjør er liðugt, kunnu vit staðfesta, at
fermetra-talið er tvífaldað. Kostnaðurin
er 5 milliónir og 350 túsund kr.
Verandi skúli var 236 fermetrar
Nú alt er liðugt, er fermetra-talið 464
Tey, ið hava havt við byggingina at gera, eru:
Skitsuppskot
Byggi- og býarskipanardeild Tórshavnar býráðs
Detailprojektering
sp/f HMP Consult í Tórshavn
Høvuðsarbeiðstakari
Karstin Vang, í Kaldbak
Undirarbeiðstakarar
Jørð og kloakkarbeiði: Sunnleif Skibenæs,
Tórshavn
Betongarbeiði: sp/f J. P. Vang á Oyrarbakka
HVS og ventilatión: p/f Maria Poulsen, Tórshavn
Málaraarbeiði: Magni Jacobsen, Klaksvík
Gólválegging: p/f Litaval, Hoyvík
El-arbeiði: Tummas Eli Hansen, Hoyvík
Múraraarbeiði: Leif Jensen, Tórshavn
Í bygginevndini hava sitið:
Unni Justinussen, byggi- og býarskipanardeildin,
hon var formaður
Høgni Joensen, mentamáladeildin, skrivari
og Sonja Schneider, fyrrverandi 1. lærari í
Kaldbaks skúla
Eg vil at enda nýta hetta høvið at
takka øllum, sum hava verið við í
arbeiðinum at byggja skúlan, og fari eg eisini
at ynskja kaldbaksfólki, skúlastýri,
lærarum og næmingum hjartaliga til lukku við
skúlanum.
Gævi, at vit eisini í framtíðini
kunnu siga sum Poul Johannes Jensen: Í Kaldbak
er góður skúli, og børnini duga
væl.
Takk fyri