.
| Javnaðarflokkurin | Løgting | Býráðið | Ítróttur | Talur |






Send mær ein teldupost

Vitjandi nr:

síðani 1. sep. 03

 

 

20. juni 2008

Sølutorgið í Vágsbotni


mynd: Jens K. Vang - Sosialurin


mynd: Jens K. Vang - Sosialurin


Góðan dagin øll og hjartaliga vælkomin oman í Vágsbotn.

Tað er hugnaligt at síggja so nógv fólk koma saman her í dag.
”Leingi er tað, ið væl skal vera,” er vælkent orðafelli, men nú er sølutorgið í Vágsbotni liðugt, nú er einki eftir, nú er tað klárt at taka í nýtslu, og tað fegnast vit um.

Tað er ikki sørt, at tankarnir fara á flog, tá ið ein stendur her í Vágsbotni ein góðan summardag, nú ið álmanakkin sigur, at vit hava longsta dag, og komið er hægst á summarið.

Vit, sum eru komin eitt sindur upp í árini, minnast við einum farra av sorgblídni, men tó við gleði aftur á tíðina, tá ið Vágsbotnur og Eystaravág vóru samferðsluæðrin til og úr Havn.

Í Vágsbotni var eitt yðjandi lív frá morgni vil myrkurs hvønn dag alt árið. Her fóru og komu fólk í land, og her var nógv vøra upp- og umskipað.

Smábátarnir seldu fisk og fugl. Útróðrarbátarnir í Nólsoy, við grønmálaðum stokki, lógu her í Vágsbotni um ólavsøkumundið og seldu lunda og lomviga. Um mánaðarskiftið august/september seldu teir havhest og annars, tá ið útróðrarveður var, seldu teir havnarfólki eitt kók av nýfiskaðum fiski til døgurða.

Ikki tí, havnarmenn vóru eisini raskir at rógva út. Gimmi, teir á Kák og teir á Lava, Gull-Símun, teir hjá Vála-Jákup, Peter McGavin, Gynne-Jóanes, Talis, Perlan og Affe, bert fyri at nevna nakrar vælkendar útróðrarmenn í býnum, - og eg kundi nevnt nógvar, nógvar aðrar.

Her hevði Zacharias á Argjaboða sína bensin- og oljusølu. Her helt Útvarpið til frá 1957 til 1981. Samvinnufelagið seldi skipsmonnum klæðir og skipsútgerð. Her hevði Radiokarl sín radiohandil og Poul Hansen sína skrivstovu. Her var ein “taxastøð”, sum tað æt tá.

Matstova var í Perluni og á Sjómansheiminum. Skóhandilin hjá Jóan Jakku og amboðshandilin hjá Valdemar Lützen. Í smiðjuni hjá Wenzel úti í Bakka var eisini nógv virksemi.

Men eitt kunnu vit fegnast um, og tað er, at Undirhúsið og Andrias í Vágsbotni enn halda tørn. Ikki tí, vit eru fegin um, at í dag er annað virksemi, har handlar og fyritøkur áður vóru. Bygningar og hús standa ikki tóm, tíbetur.

Smábátar, útróðrarmenn og handilsfólk kring landið hava til denna dag selt fisk, grind, fugl og annan døgurðamat í Vágsbotni.

Men alt virksemi hevur verið meir ella minni óskipað, og tað er henda trupulleika vit í kommununi royna at loysa við hesum sølutorgi.

Arbeitt verður við eini heildarloysn fyri alt økið við Vestaruvág, í Vágsbotni og niðara parti av Tórsgøtu, tí vit síggja nógvar møguleikar at gagnnýta økið betur og ikki minst, at vit fáa eitt hugnaligt umhvørvi her undir Bryggjubakka og fram við vágni. At bryggjukanturin seinastu árini mest hevur verið brúktur at parkera bilar á, halda vit, er ov meiningsleyst.

Sølutorgið er sum sagt fyrsta stigið í eini størri verkætlan, og ein varislig byrjan at gera eina “havnapromenadu” við lívd og sól, sum kemur at hava við sær fleiri uttanduratiltøk á bryggjuni, og ikki mist, at tað í framtíðini verður - sum tað altíð hevur verið - møguleiki at keypt sær eitt kók av fiski, grind og spik, fugl og aðrar matvørur, men nú undir skipaðum viðurskiftum.

Fari við hetta høvi at bjóða øllum føroyingum: úr Akrabyrgi norð í Enniberg, úr Fugloy og vestur í Mykines - innløgumonnum og kvinnum, útróðarmonnum, veiðimonnum, handilsfólki og øllum, sum hava okkurt at selja, at vera vælkomin at brúka sølutorgið í Vágsbotni.
Bjarni Kyster og hansara fólk hava arbeitt og skipa hetta økið og fari eg at takka teimum fyri valaverk.

Og tit: Mortan Johannesen, Norð-fra, Mikkjal Holm, Palli Simonsen, Hans Marius í Byrgi, Snæbjørn Frýdal og tit í Hvonn – takk fyri, at tit tóku so væl undir við áheitanini at vera her í dag og vísa á nakrar møguleikar við sølutorginum.

At enda fari eg at ynskja okkum øllum til lukku við nýggja sølutorginum, sum vónandi verður nógv brúkt til gleði og gagns fyri alt Føroya fólk.

Gott summar øll somul - Torgið er tykkara. Ger so væl!

Heðin Mortensen
borgarstjóri








 











Heðin Mortensen - tel. 31 11 96 / fax. 31 12 65 / fartel. 21 11 96

Gjørt síðuna og sum er webmaster -------> Guðrun Heðinsdóttir Mortensen



Løgtingið Býráðið ÍSF Skansin Forsíðan Send mær ein teldupost Býráðið Løgtingið Ítróttasamband Føroya