.
| Javnaðarflokkurin | Løgting | Býráðið | Ítróttur | Talur |






Send mær ein teldupost

Vitjandi nr:

síðani 1. sep. 03

 

 

20. juni 2008

Góða Symfoniorkestur

Góðu tónleikarar, góðu áhoyrarar.
Áhugin fyri tónleiki, mentan og list er vaksin nógv um allan heim og ikki minst her hjá okkum. Nú er flestum øllum greitt týdningurin, sum mentan í víðastu merking hevur fyri okkara vælferð og trivnað.

Tí eri eg ógvuliga glaður at vera bjóðaður til hesa móttøku í Norðurlandahúsinum í dag, nú ið Føroya Symfoniorkestur rundar fjórðingsøld.

Fyri Tórshavnar býráð og egna vegna fari eg at nýta hetta høvið at ynskja Føroya Symfoniorkestri, orkesturleiðara og tykkum, sum nú varða av orkestrinum og tykkum, ið hava verið virkin í orkestrinum hjartaliga til lukku við teimum 25 árunum.

Í 1983 vóru tvær stórhendingar í føroyskum mentanarlívi.

Sunnudagin 8. mai hetta árið lat Norðurlandahúsið alment upp við eini fjølbroyttari skrá, og longu seks vikur seinni, sunnudagin19. juni, hevði Føroya Symfoniorkestur sína fyrstu konsert við eini ikki minni spennandi skrá.

Og tað er ikki ov nógv sagt, at farnu fjórðingsøldina hevur Symfoniorkestrið verið flaggskipið, - verið krúnan á verkinum í føroyskum musikklívi, og hevur tikið okkum við á manga stórbæra tónleikaferð og tónleika uppliving.

Í Føroyum hava altíð verið fólk og familjur, sum hava víst serligar gávur, hegni og áhuga innan tónleik og list.

Men at seta á stovn eitt symfoniorkestur er eitt ódnartak, ið krevur eldsálir og fólk við dirvi, og sum veruliga hava álit á, at tað letur seg gera.

Sum eg havi skilt, so var tað virksemi og undirvísingin í royndar musikkskúlaskipanini, sum gjørdi sítt til, at orkestrið, vit í dag heiðra, kom í lag. So til ber at siga, at tað var ein góð íløga, ið varð gjørd í hesa royndarskipan.

Uttan at fara í smálutir í orkestursøguni, tí tann førleikan havi eg ikki, kunnu vit í dag staðfesta, at tað vóru eldsálir við brennandi áhuga fyri tónleiki, sum fyrst í áttatiárunum tóku stig til at seta á stovn eitt symfoniorkestur í Føroyum.

Musikkskúlalærararnir Kanny Sambleben og Magne Synnevåg trúðu upp á hugskotið, og við góðum stuðli frá m.a. Alexi Sólstein og Boga Lützen í Klaksvík og øðrum, varð eitt stórt arbeiði lagt í at savna tónleikarar og musikkskúlalærarar úr øllum landinum at vera við til fyrstu konsertina fyri 25 árum síðani.

Hesum tónleikarum og familjum teirra eru vit takksom, og gleðiligt er, at teir tríggir Kanny, Alex og Bogi enn eru virknir í orkestrinum. Magne býr nú í heimlandinum Norra.

Síðan fyrstu konsertina hevur framgongdin verið týðilig og úrslitið sjónligt.

Vit fegnast í dag um, at musikkskúlarnir og Symfoniorkestrið eru grundvøllurin, sýnisgluggin og lopfjølin hjá mongum ungdómi at nema sær framhaldandi útbúgving í tónleiki. Vit síggja og hoyra, at ungdómur okkara hevur evni, sum røkka langt út um landoddarnar.

Takkað verið musikkskúlunum og Symfoniorkestrinum eiga vit í dag, tónleikarar sum spæla í nøkrum av bestu orkestrunum í heiminum. Eisini eiga vit ein ungdóm, sum nemur sær lærdóm á tónleikaskúlum úti í heimi og sum vinnur tónleikakappingar uttanlands, og tað vekir undran víða hvar.

Í heyst fekk Føroya Symfoniorkestur ta stóru æru og viðurkenning at fáa Jacob Gade fondens Musikpris.

Fólk úr fondinum vóru í Føroyum í hesum sambandi og gjørdust stórliga bilsin, hugtikin og ovfarin av, at tað í hesum landi er eitt symfoniorkestur við slíkari dygd og góðsku, tí við so lítlum fólkagrundarlagi, eigur tað ikki at bera til, søgdu tey við ein døgurða í Móttøkuhúsinum hjá kommununi.

Burtur úr hesi viðurkenning og umtalu í fjølmiðlunum kom fyrispurningur úr Danmark, um orkestrið var áhugað at gera eina konsertferð í Norðurjútlandi, fyri m.a. at vísa politikarum har, at við einum fólkagrundarlagi sum í Føroyum við umleið 50.000 fólkum, ber til at hava eitt symfoniorkestur við altjóða góðsku.

Samstarvið millum Føroya Symfoniorkestur og Tórshavnar kommunu hevur altíð verið fyrimyndarligt, og eg tori at pástanda, at tað hevur verið til gagns og gleði fyri báðar partar

Fari at enda hesa heilsan við at takka orkestri, leiðslu og nevnd fyri gott samstarv og enn eina ferð ynskja tykkum til lukku við degnum og blíðan byr í tíðini, sum kemur ........ og góða ferð til Danmarkar.

Vón mín skal vera, at virksemi í Symfoniorkestrinum í framtíðini fer at eydnast og framhaldandi bera ávøkst, og geva afturljóð um alt landið og uttanlands, tí tónleikur er jú markleysur bæði so og so.

Hjartaliga tillukku og góðan byr.

Heðin Mortensen
borgarstjóri








 











Heðin Mortensen - tel. 31 11 96 / fax. 31 12 65 / fartel. 21 11 96

Gjørt síðuna og sum er webmaster -------> Guðrun Heðinsdóttir Mortensen



Løgtingið Býráðið ÍSF Skansin Forsíðan Send mær ein teldupost Býráðið Løgtingið Ítróttasamband Føroya