.
| Javnaðarflokkurin | Løgting | Býráðið | Ítróttur | Talur |






Send mær ein teldupost

Vitjandi nr:

síðani 1. sep. 03

 

 

mai 2008

 

Góðu fyrireikarar, framsýnarar og gestir annars!

At tað grør um gangandi fót í føroysku byggivinnuni, síggja vit dagliga mong dømi um. Virksemið í landinum sum heild hevur verið stórt seinnu árini, og ikki minst her í høvuðsstaðnum er nógv í gongd – bæði alment, vinnuligt og privat.

Vit vita, at vit í Føroyum eiga framúr góðar handverkarar, ið boð mangan hava verið eftir uttan fyri landoddarnar, tá stór og týðandi arbeiði hava verið á skránni og brúk hevur verið fyri teimum bestu hondunum.

Men eisini hjá okkum sjálvum síggja vit úrslit av góðum handverki og besta førleika, og tí man fáur ivast í, at tað er í tøkum tíma, at eisini byggivinnan nú kann hava sína egnu byggimessu, ið vísir breiða úrvalið – bæði so og so.

Hyggja vit rundan um okkum í høllini her og eisini uttanfyri, so síggja vit, at tað er eydnast stigtakarunum við hesum frálíka tiltaki at savna byggivinnuna og tað nógva vinnu- og tænastuvirksemi, sum fylgir við henni.

Her ber til hjá teimum at koma, sum vilja byggja sær sjálvum tak yvir høvdið og vilja leita sær góð ráð og íblástur til, hvussu framtíðar heimið, ið ætlandi skal halda í nógv áratíggjur, kann koma at síggja út og verða sett saman.

Tilgongdin frá fyrstu strikunum á tekningini til byggiloyvi, tilboð og alt annað, sum hoyrir til, hevur sera stóran týdning fyri tað einstaka húskið, ið skal gera eitt lívsval og taka avgerðir, sum skulu skapa karmin um fjálga reiðrið.

Tey, ið fáast við at seta føtur undir egið borð, hava her hópin av møguleikum. Um tey vilja gera sum mest sjálvi ella finna onkran, ið kann hjálpa teimum við at gera tað fyri tey, so eru á hesi byggimessuni hópin av møguleikum og loysnin.

Hjá tí, sum kanska vil hava húsini her og nú, heldur enn at byggja sjálvur ella at fara í holt við nakað nýtt, finnast tilboð um hjálp og ráðgeving, umframt at hædd eisini er tikin fyri tí nógva, sum kemur aftaná.

Somuleiðis er nógv at koma eftir hjá teimum, sum longu eru í byggivinnuni frammanundan, tí her finnast mong høvi at taka upp samstarv ella at finna sær nýggjar og kappingarførar veitarar, um brúk skuldi verið fyri tí.

Meðan tað fyrr ofta vóru heildarveitararnir, ið stóðu fyri tí mesta, verður í dag so við og við lagdur størri dentur á at finna sínar egnu “nisjur” og sokallaðu “spíss-kompetansur”, við tað at ein dyrkar tað, ein veruliga dugir og hevur skil fyri.

Øllum hinum kann finnast útav í samstarvi við onnur í vinnuni, so tað í felagsskapi ber til at røkka góðum úrslitum. Onnur broyting eru eisini partaløgini, ið alsamt oftari eru at síggja í sambandi við bæði almenna og vinnuliga bygging.

Tað stutta av tí langa er, at tað ræður um at finna røttu vøruna til rætta prísin, og so verður arbeitt víðari út frá tí. Hetta er eisini við til at gera byggivinnuna meira margfalda og fjølbroytta, og í síðsta enda er tað ein vinningur hjá øllum.

Mong av tykkum, ið eru við á Byggimessuni, eru í tí dagliga kappingarneytar, men hava óivað gott av at fáa nakrar dagar á hesum tiltakinum, har tit læra at síggja eitt sindur øðrvísi upp á hvønn annan og kanska finna okkurt til felags, ið byggjast kann víðari uppá.

Kapping er góð, men tað ger jú heldur einki, um vit av og á kobla av og síggja tingini úr einum øðrvísi sjónarhorni, samstundis sum vit lata kappingarstøðuna liggja eina løtu, og heldur dyrka góða samveru við hvønnannan – eisini á fakliga økinum.

Framvegis er fiskivinnan høvuðsvinna her á landi, og soleiðis verður tað helst eisini langt inn í framtíðina. Men altjóðagerðin og broytingarnar í samfelagnum sum heild hava flutt og broytt býtið millum tær ymsu vinnugreinarnar munandi seinnu árini.

Vit hava í Føroyum í dag metlágt arbeiðsloysi, samstundis sum talið á løntakarum er tað mesta, tað nakrantíð hevur verið. Á øllum økjum og innan flestallar vinnur hevur vindur verið í seglunum, og við nógvu ferðini, sum er á, broytist mynstrið eisini so hvørt.

Fleiri føroyingar hava sín gerandisdag á landi nú enn nakrantíð, og tænastuvinnur, vit als einki kendu til fyri bert fáum árum síðani, eru í dag sjálvsagdur partur av lívinum hjá nógvum føroyingum. Hetta er tann náttúrliga tillagingin, so hvørt sum fyritreytirnar broytast.

Tann vinnan, ið hevur havt størstu framgongdina av øllum, er byggivinnan, sum serliga hetta síðsta árið hevur tikið rættiligt dik á seg. Og samstundis sum talið á løntakarum er vaksið, hevur byggivinnan eftir bert hesum einum ári hevur fingið fimm prosent fleiri løntakarar.

Stórur vøkstur er eisini í lønútgjaldingunum, og eisini har er byggivinnan markant á odda, tí síðstu tvey árini hevur vøkstrin í lønarútgjaldingum í hesi vinnu verið heili 33 prosent. Hetta er eisini við til at avspegla stóru framgongdina og framdriftina í vinnuni.

Somuleiðis kunnu vit fegnast um, at tey ungu verða hildin til á arbeiðsmarknaðinum, tí vøksturin á løntakarum í aldursbólkinum millum 16 og 19 ár hevur verið útivið 16 prosent, hóast fólkatalið í hesum aldursbólki bara er vaksið seks prosent. Tað er eisini at fegnast um.

Eingin ivi er um, at vit seinnu árini hava sæð eina vinnuliga menning, ið avgjørt hevur gagnað samfelagnum. Arbeiðið er til allar hendur og gott og væl tað, tí vit hava næstan so nógv at gera, at vit ikki megna at arbeiða alt undan, sum ætlanir eru um.

At vit síggja áræði, dirvi og rík hugskot, sum skapa arbeiði og virkismøguleikar, er eitt sera sunt tekin fyri eitt samfelag, og júst á hesum umráði er byggivinnan eitt lokomotiv, ið gongur undan og eisini megnar at draga aðrar vinnur við sær.

Ikki minst her í høvuðsstaðnum síggja vit nógvar og spennandi ætlanir fyri framman. Tað almenna hevur sínar, kommunan sínar og vinnan við, og eisini er metstór sethúsabygging í gongd. Vit kunnu ikki siga annað, enn at virksemið av sonnum blómar í kommununi og her um leiðir.

Tí er heldur einki meira upplagt, enn at Havnin kann hýsa hesi nýggju byggimessuni, ið kann geva okkum eina mynd av tí stóru viftu av tilboðum og møguleikum, byggivinnan í síni breiðastu merking hevur at bjóða.

Tað er blivið sagt so ofta, at hevur Havnin tað gott, so hevur alt landið tað gott, tí virkisfýsni í høvuðsstaðnum hevur tað við at smitta og fara víðari, og tí kann eitt tiltak sum hetta koma at gagna ikki bara Havnini, men samfelagnum øllum.

Einki er meira upplagt, enn at ein so stór og vaksandi vinna, sum byggivinnan er, verður savnað á einum stað í nakrar dagar, og vit í Tórshavnar kommunu fegnast um, at okkara býur gjørdist karmur um hesa messu, ið stigtakararnir skulu hava rós fyri.

Her síggja vit eina byggimessu, ið er væl fyriskipað og væl løgd til rættis, so hon einki stendur aftan fyri aðrar slíkar messur, sum vit kenna tær úr grannalondunum. Byggimessan er enn eitt ítøkiligt dømi um, at føroyingar kunnu fáa nógv burtur úr tí, teir seta seg fyri.

Eg veit, at tit fyrireikarar hava leitað tykkum hjálp og ráðgeving frá tí kenda Herning Messecenter, ið hevur dyggan sakkunnleika og nógvar royndir við at fyriskipa tær størstu byggimessurnar niðri, og tað er eisini skilagott, tí hví skulu vit uppfinna djúpa tallerkin umaftur?

Kortini er talan um eina føroyska byggimessu burturav, og teir mongu framsýnararnir á teimum mongu og ymisku básunum vísa okkum, hvussu stór menningin er á hesum øki. Hetta er flott og væl frágingið, og tit hava øll somul stóran heiður av hesum sera góða tiltaki.

Komnir higar eru gestir úr øllum landinum, og tit skulu øll somul vera vælkomin til Havnar. Vónandi fáa tit nakrar góðar løtur her, og býurin er fullur av lívi og klárur at taka ímóti tykkum, nú tit skulu steðga á her í nakrar dagar kortini.

Við hesum orðum vil eg lýsa Byggimessuna 2008 at vera setta, og vegna Tórshavnar kommunu vil eg ynskja tykkum øllum, sum eru við – tað veri seg sum fyriskiparar, framsýnarar ella vitjandi – alt tað besta.

Takk fyri og góða byggimessu!

Heðin Mortensen
borgarstjóri








 











Heðin Mortensen - tel. 31 11 96 / fax. 31 12 65 / fartel. 21 11 96

Gjørt síðuna og sum er webmaster -------> Guðrun Heðinsdóttir Mortensen



Løgtingið Býráðið ÍSF Skansin Forsíðan Send mær ein teldupost Býráðið Løgtingið Ítróttasamband Føroya