.
| Javnaðarflokkurin | Løgting | Býráðið | Ítróttur | Talur |






Send mær ein teldupost

Vitjandi nr:

síðani 1. sep. 03

 

 

03. mai 2008

Aðalfundur Føroya Lærarafelags 3. mai 2008

Havi við hetta høvi hug at nevna, at í summar verður ein nýggjur skúli í Havnar kommunu tikin í brúk.

Ikki tykkum at siga, er talan um størstu skúlabygging í Føroyum í nýggjari tíð, og sum vit í kommununi vænta, verður eitt nýbrot og ein fyrimynd í føroyskari skúlabygging og skúlaskapi. Samlaði kostnaðurin fyri skúlan liggur millum 150 og 170 mill. kr.

1. byggistig í hesi stóru verkætlan er komið undir land, og eftir summarfrítíðina byrja umleið 120 næmingar í nýggja skúlanum við Løgmannabreyt. Talan er um 5 flokkar: tveir 1. flokkar, tveir 2. flokkar og ein 3. flokkur umframt frítíðarskúla til 1. og 2. flokk.

Allur skúlin er sum sagt ikki liðugur enn, men ætlandi verður alt arbeiðið liðugt á heysti 2009.

Tá ið alt er liðugt verður skúlin góðar 6.200 fermetrar. Har fara at ganga einir 450 næmingar í tveimum sporum frá 1. til 9. flokk. Eisini kemur tannlæknastovu at vera í skúlanum til børnini í Hoyvíkshaganum.

Vit hava spent bogan høgt, ásannandi, at skúlaverkið er í støðugari broyting. Nýggjar lógir, nýggjar lesiætlanir og nýggj námsfrøðilig rák eru treytir, sum skúlin skal laga seg eftir, og tað setur ómetaliga stór krøv til alla framtíðar skúlabygging og á nýtslu skúlans yvirhøvur.

Gongdin í skúlanum og innan undirvísing yvirhøvur tey seinnu árini er so skiftandi og broytist si skjótt, at eingin dugir at siga, hvussu verður um 10 ár ella 20 ár. Tí má ein skúlabygging vera liðilig og smidlig, veggir og innrættingar skulu kunnu flytast soleiðis, at tað skal bera til at byggja um ella afturat.

Treyðugt so, vit hava umbygt og bygt uppí næstan allar skúlarnar í kommununi, eftir at búskaparkreppan í nýtiárunum hæsaði av, og nógv orka og nógvu peningur er seinastu árini settur av at betra um umstøðurnar hjá lærarum og næmingum í verandi skúlum, men tað stóra takið at byggja ein nýggjan skúla, ið lýkur øll krøv, sum sett verða føroyskum skúlaskapi í dag, og sum eisini er so liðiligur, at hann skjótt kann broytast til krøvini í framtíðini, - ja, tað takið hava vit tikið við nýggja skúlanum í Hoyvíkshaganum.

Eg skal ikki fara í smálutir, men í hesum skúla er stórur dentur lagdur á, at hava allar hentleikar, ið settir verða einum nútímans skúla, og at skúlin gerst partur av grannalagnum uttan fyri vanliga skúlatíð. Til dømis hevur skúlin dupulta fimleikarhøll umframt, at stór og ljós kantina og námsfrøðiligur tænastudepil er í miðhøllini, sum kann hýsa mentanartiltøkum og øðrum virksemi, ið fólk í grannalagnum taka upp á seg og standa fyri.

Eitt, sum vit í kommununi hava lagt stóra áherðslu á er, at byggja ein skúla, sum skapar trivna og arbeiðsgleði hjá næmingum og starvsfólki, og at vit fáa eitt arbeiðspláss, har stórur dentur er lagdur á tann "estetiska" partin. Tí er tilfarsvali fyrsta floks, og tá talan er um eina stóra verkætlan, eru 1,5 mill. settar av til list at prýða skúlan.

Í mun til flestu aðrar skúlar, ið vit kenna, er nýggi skúlin við Løgmannabreyt øðrvísi, tí her er ikki talan um vanligar skúlastovur, men skúlastovur, har tveir flokkar eru savnaðir saman í heimrustum, sum hava smáar klivar og bólkarúm, har til ber at undirvísa smærri bólkum, og har góðir møguleikar eru fyri fjølbroyttum undirvísingarvirksemi og tvørgreinaligum samstarvi umframt at uttandura fríøki eisini er knýtt at hvørjari heimrust.

Tað hevur alla tíðina ligið í kortunum, at hesin skúli skal vera eitt nútímans arbeiðspláss. Tí er ætlanin m.a., at arbeiðstíðin hjá lærarunum verður frá klokkan 8 til 4, seinnapartin. og eftir klokkan 4 hava teir frí.

Sjálvandi leggja vit ikki upp til, at allir lærarar møta kl. 8 og fara heimaftur kl. 4.

Nei, tað merkir, at lærararnir eru tøkir hesa tíðina til fyrireiking, samstarv og annað virksemi. Tað verður eingi stempulklokku.

Um tað skal eydnast, eru krøvini sjálvandi, at arbeiðsumstøðurnar hjá lærarunum eru so góðar sum yvirhøvur gjørligt.

Og hesar karmar hava vit uppfylt.

Til ber at siga, at lærarin hevur tríggjar arbeiðspallar. Ein er sosiali parturin á vanligu lærarastovuni, síðani eru tað toymisrúmini í heimrustunum, og at enda privata arbeiðsrúmið, har lærarin hevur sítt arbeiðsborð við hyllum og skuffum, sína persónligu teldu, telefon og allar aðrar tekniskar hentleikar, har hann kann sita fyri seg sjálvan og rætta uppgávur, fyrireika undirvísingina og gera allar sínar uppgávur, ið eru tengdar at starvinum og samstarvinum í skúlanum, tí skúlin er soleiðis skipaður, at tað krevur nógv samstarv og ráðlegging millum lærararnar, men karmarnir eru so eisini lagaðir eftir tí.

Í okkara nútímans samfelag, har flestu okkara leggja stóran part av orkuni á arbeiðsplássinum, má tað vera annað enn bert eitt stað, har vit vinna til dagin og vegin. Arbeiðsplássið eigur at skapa eina kenslu at vera partur av einum toymi og samleika - har ikki bert verður tikið ímóti, men eisini givið, tí at brúk er fyri hvørjum einstøkum í toyminum, har hvør einstakur gevur alt, hann eigur, til tess at náa settum og kravdum málum.

Heðin Mortensen
borgarstjóri








 











Heðin Mortensen - tel. 31 11 96 / fax. 31 12 65 / fartel. 21 11 96

Gjørt síðuna og sum er webmaster -------> Guðrun Heðinsdóttir Mortensen



Løgtingið Býráðið ÍSF Skansin Forsíðan Send mær ein teldupost Býráðið Løgtingið Ítróttasamband Føroya