.
| Javnaðarflokkurin | Løgting | Býráðið | Ítróttur | Talur |






Send mær ein teldupost

Vitjandi nr:

síðani 1. sep. 03

 

 

03. mai 2008

Røða á aðalfundi Føroya Lærarafelags 3. mai 2008


Góða lærarar, góðu fundarfólk

Fyrst vil eg takka nevndini fyri, at mær sum formaður í Kommunusamskipan Føroya varð sýnt hetta høvi at halda framløgu á aðalfundi Føroya Lærarafelags.

Í Kommunusamskipani eru tær størstu kommunurnar í Føroyum, og vit umboða umleið 70 % av fólkinum. Vit hava sett okkum sum mál, at øll viðurskifti, ið eru beinleiðis viðkomandi fyri borgaran, skulu umsitast av burðardyggum og virkisførum kommunum, har borgararnir eisini hava ta størstu ávirkanina.

Við øðrum orðum, so merkir tað, at kommunurnar skulu vera stórar og sterkar bæði fíggjarliga og umsitingarliga, so at tænastan til borgaran og vælferðarsamfelagið annars verður bæði optimal og effektiv.

Og tað er eingin loyna, at Kommunusamskipanin ynskir fólkaskúlan út til kommunurnar at umsita. Hetta var eisini tað, ið PISA-álitið mælti til, og sum Føroya Lærarafelag var partur av. Tað fegnast vit í Kommunusamskipanini um, men tað er heldur eingin loyna, at tað serliga millum nakrar lærarar er ivasemi um, hvørt hetta er tann rætta leiðin at ganga fyri fólkaskúlan.

Eg fari her at greiða eitt sindur frá, hví vit í Kommunusamskipanini er sannførd um, at verandi skipan ikki longur er hóskandi, ja, er beinleiðis oyðileggjandi fyri ta menning, ið fólkaskúlanum tørvar, og hví fólkaskúlin eigur at verða lagdur til kommunurnar at umsita og harvið geva fólkaskúlanum besta grundarlag fyri menning í øllum liðum.

Fólkaskúlin í dag
"Ógreiða uppgávu- og ábyrgdarbýtið millum land og kommunur". Hesin setningur er ofta at hoyra, og eg ivist ikki í, at fyri tykkum lærarar man setningurin mangan kennast sum ein frasa, ið politikkarar taka úr ermuni, hvørja ferð ein ella annar trupulleiki á skúlaøkinum stingur seg upp.

Tað er eingin ivi um, at tvíbýtta ábyrgdarbýtið millum land og kommunur er størsta forðingin fyri, at fólkaskúlin kann mennast óansæð um vit tosa um eftirútbúgving og fakliga menning av lærarum, fysiskar karmar, undirvísingartilfar og skúlabókasavn, KT, umsiting, PISA osfr.

Tvíbýtt ábyrgd elvir til onga ábyrgd, og harvið fáa vit eitt snýkjandi og oyðileggjandi atgerðarloysi inn í skipanina.

Støðan í dag er tann, at vald og gjald fylgist ikki. Landið hevur fult ræðið á fólkaskúlaøkinum, men sendir stóran part av rokningunum - summar heimilaðar, aðrar als ikki heimilaðar - til kommunurnar at gjalda. Hetta gongur ikki longur hvørki politiskt, fyrisitingarliga ella fíggjarliga, og taparin verður fólkaskúlaskipanin.

Tað er eisini ein sannroynd, at Mentamálaráðið orkar ikki at umsita skúlan, samstundis sum ráðið eisini skal seta út í kortið menningina. Taparin verður fólkaskúlaskipanin.

Vit í Kommunusamskipanini eru sannførd um, at bygnaðarligu trupulleikarnir á skúlaøkinum nú eru vorðnir so grundleggjandi, at nýskipan má til sum skjótast. Og vit meina, at føroyski fólkaskúlin eins og í øllum Norðurlondum eigur at verða kommunalur, og tað eru tað nógvir góðar grundir fyri.

Hin kommunali fólkaskúlin
Fyri at byrja við ábyrgdarbýtinum, so er alneyðugt við eintýðugum ábyrgdarbýtið. Í einum nýggjum bygnaði eigur Mentamálaráðið at hava yvirskipaðu fyrisitingarligu ábyrgdina av fólkaskúlanum, at standa fyri lógarfyrireikandi arbeiðinum, at áseta minstukrøv og standardir til undirvísingina, seta í verk eftirmetingar, kanningar og menningarætlanir, vera kærumyndugleiki osfr.

Hinvegin skulu kommunurnar hava fulla umsitingarliga ábyrgd av skúlanum. Tað merkir, at kommunurnar hava fulla ábyrgd av fakliga virkseminum, bygningunum og rakstrinum annars í samsvarvi við tey minstukrøv, ið landið ásetir. Tað merkir so eisini, at kommunurnar verða arbeiðsgevarar hjá lærarum og øðrum starvsfólkum skúlans, og at kommunurnar sjálvar skipa alt skúlavirksemið.

Hví verður hetta betri fyri skúlan - fyri tykkum lærarar, fyri næmingarnar, ja, fyri samfelagið?

Vit fáa fyri tað fyrsta ein púra greiðan bygnað - landið hevur yvirskipaðu uppgávurnar, meðan einstaka kommunan útinnur skúlaskapin sambært ásettu krøvunum. Her er greitt ábyrgdarbýtið og eingin vandi fyri atgerðarloysi.

Vit fáa fyri tað næsta ein skúla, har ið borgararnir, eitt nú foreldur og ikki minst tit lærarar, fáa nógv størri ávirkan á skúlaskapin í tykkara skúla - í tykkara kommunu. Tað er munandi styttri vegur til býráðið enn til løgtingið, og hesin nærleikin til avgerðarmyndugleikan er sjálvandi sera týdningarmikil. Og meðan kommunan hevur vitan og innlit í síni egnu skúlaviðurskifti og serliga tørv, so hevur løgtingið ella Mentamálaráðið tað í nógv minni mun. Harafturat, so kann kommunan handla nógv skjótari, enn hvat landið ger. Soleiðis er tað bara.

Fyri tað triðja, so skal kommunali fólkaskúlin lúka øll minstukrøvini frá landinum. Harumframt koma sum omanfyri nevnt krøvini frá foreldrum, lærarum og øðrum í lokalumhvørvinum, sum kommunan eisini noyðist at taka atlit til. Tað, at kommunan sjálv kann velja at gera skúlan enn betri enn minstukrøvini, er sera týdningarmikið. Um kommunan vil hava fleiri tímar til 1. og 2. flokk enn landið ásetir, ja, so skal kommunan kunna gera tað. Um kommunan vil hava skipan við fleiri lærarum í sama flokki ella setir serráðgevar í starv, so skal hon kunna gera tað.

Hetta er drívmegi, sum als ikki er til í verandi skúlaskipan, og tað eru bert kommunurnar, ið kunnu geva hesa drívmegi.

Ein annar eyðsýndur fyrimunur við kommunalum fólkaskúla er samskipanin við kommunala dagstovnaøkið. Tá fólkaskúlin er lagdur út til kommunurnar, hava kommunurnar ábyrgdina av øllum børnum frá 0-16 ár. Hetta ger, at kommunan kann samskipa skiftið frá dagstovni og dagrøkt til fólkaskúla munandi betri. Kann í hesum sambandi skoyta uppí, at kommunurnar sjálvandi eisini skulu yvirtaka musikkskúlan, og her verður tí talan um, at kommunurnar kunnu skipa eitt mennandi heildartilboð á øllum økjum fyri øll børn og øll ung.

Í dag er Mentamálaráðið umsitingarligur myndugleiki, eftirlitsmyndugleiki og kærumyndugleiki alt í einum. Tað merkir, at Mentamálaráðið hevur eftirlit við sær sjálvum og viðgerð eisini kærur um seg sjálvan. Eg má siga tað akkurát sum tað er: eg skilji ikki, at tit lærarar - flestu tykkara eisini foreldur - góðtaka at virka undir eini skipan, har tit onga sum helst rættartrygd hava. Rættartrygd er kanska eitt fjart hugtak, men tann dagin, tit sum lærarar ella barn tykkara verða rakt av órættvísari viðferð í skúlanum, so verður hetta ovurhondsstóra demokratiska undirskotið serstakliga nærverandi ikki minst, nú foreldur seta alsamt harðari krøv til tykkum lærarar.

Atfinningar
Eg veit væl, at tað eru nógvar atfinningar móti, at kommunurnar skulu umsita skúlan.

Nakrar atfinningar eru reint politiskar - at grundskúlin eigur at verða statsuppgáva fyri at tryggja øllum samfelagsstættum atgongd til útbúgving. Hetta var kanska galdandi fyri 50-60 árum síðan, tá ið norðurlendska vælferðarsamfelagið so smátt mentist. Í dag eru tað kommunur - nærdemokratiið, ið veita tær primeru vælferðartænasturnar, herundir barnaansing, skúla og eldrarøkt. Staturin hevur bert yvirskipaðar uppgávur hesum viðvíkjandi, meðan kommunali myndugleikin stendur fyri tí praktiska.

Ofta verður sagt, at kommunurnar eru dumpaðar so dyggiliga í sambandi við skúlan, og tí er óðamannaverk at lata teimum í hendi ábyrgdina. At bygningarnir eru ov vánaligir og ótíðarhóskandi, ja, beinleiðis heilsuskaðiligir, at undirvísingartilfarið er gamalt og keðiligt, at kommunan er eitt haft um beinið á skúlaleiðsluni osfr.

Jú, kommunalu skúlabygningarnir hava ikki verið raðfestir nóg væl. Um aldarskiftið noyddust kommunurnar at raðfesta barnaansingarøkið og eldrarøktarøkið fremst. Skuldin var stór og landið legði strangt loft á kommunalu íløgurnar, sum gjørdu, at skúlarnir vórðu við sviðusoð. Tað er eingin loyna, at so var, men fyri 4-5 árum síðan fóru kommunurnar tó aftur at gera íløgur í skúlabygging og umvæling, og kommunurnar brúka í hesum tíðum kanska ein hálva milliard bara uppá nýggjar og framkomnar skúlar. Hetta er prógv um, at kommunurnar sanniliga taka sína uppgávu í álvara og vilja hava bestu karmar um skúlavirksemið.

Ein onnur atfinning er, at kommunurnar eru ov nógvar og smáar, og at vandi tí er fyri, at støðið verður ov ymiskt. Eg veit, at Føroya Lærarafelag og Mentamálaráðið hevur arbeitt við tankanum um at skipa fólkaskúlan í kommunalar deplar, tí at hetta við kommunusamanlegging dregur út. Vit eru ikki so ósamd um, at kommunurnar skulu hava ávísa stødd, tað arbeiða vit í Kommunusamskipanini eisini fyri, sum eg segði í byrjanini. Men hetta er - eins og frasan við ógreiða uppgávu- og ábyrgdarbýtinum - mest sum ein undanførsla fyri einki at gera. Vilja vit skipa samfelagið betri og greiðari, eisini fólkaskúlan, so mugu partarnir - land, kommunur og avvarðandi fakbólkar - seta seg niður og tosa saman. Tíverri hendir hetta ikki.

Og hatta við, at støðið verður ov ymiskt, keypi eg ikki uttan víðari. PISA-úrslitini prógva jú, at støðið longu er ymisk, og mangt bendir á, at støðið er á einum sera lágum stigi sammett við onnur lond.

Ein kommuna við ábyrgd av skúlanum skal liva upp til minstukrøvini, sum landið setir. Megna tær ikki tað, so noyðist tær at finna saman. Tann stóri fyrimunurin er tó, at landsins myndugleikar seta minstukrøvini, og kommunan kann altíð sjálv hækka støðið útyvir minstukrøvini. So um vit fáa eitt ymiskt støði, so er tað altíð omanfyri minstukrøvini.

Fyri framman
Nýggja landsstýrið hevur onga ítøkiliga ætlan um at leggja fólkaskúlan út til kommunurnar. Tað harmast vit í Kommunusamskipanini um. Ístaðin hevur landsstýriskvinnan boðað frá, at hon fer at gera avtalur við kommunurnar um alt tað, sum í dag er ógreitt. Eitt dømi er, at kommunurnar ikki longur skulu standa fyri keypi av undirvísingartilfari, men at kommunurnar gjalda rakstrarstuðul til Skúlabókagrunnin fyri so at fáa ókeypis undirvísingartilfar.

Avleiðingin sæð við kommunalum eygum kann tíverri verða, at kommunurnar - og harvið borgararnir og lærararnir - fáa enn minni ávirkan á skúlan. Hinvegin skulu kommunurnar bert gjalda enn eina rokning til alment virksemi. Her verður sostatt eingin broyting í tí, sum er grundleggjandi galið, nevnliga tvíbýtta ábyrgdarbýtið, og tað er harmiligt, tí taparin verður fólkaskúlaskipanin.

Fyri 10-12 árum síðan fingu íslendsku kommunurnar ábyrgdina av teirra fólkaskúla. Av tí at kommunali myndugleikin í Íslandi fekk nógv størri ávirkan og sluppu at avgera, hvussu skúlaskapurin í kommununi varð skipaður og raðfestur, hevur íslendski fólkaskúlin í øllum liðum fingið eina veruliga orkuinnspræning, sum hevur lyft støðið munandi, og sum somuleiðis hevur givið møguleikar at bróta upp stirvnar skipanir, ið ikki taka støðið í lokalu viðurskiftunum.

Tað er einki at ivast í, at tað sama fer at henda í Føroyum, sleppa kommunurnar framat. Vinnarin verður fólkaskúlaskipanin.

Góðu lærarar. Mangan verða kommunurnar og fólkaskúlalærararnir gjørdir til mótpartar, men í veruleikanum rógva vit í sama báti. Vit eru ikki nøgd við støðuna í fólkaskúlanum, og okkara borgarar fáa ikki tær tænastur, sum vit meta, at tey eiga rætt til.

Í Kommunusamskipanini eru vit sannførd um, at kommunurnar kunnu tryggja eitt munandi betri grundarlag undir øllum føroyska fólkaskúlanum, og kunnu harumframt nøkta tann tørv, sum einstaka lokalumhvørvið hevur.

Lykilin til hetta er eitt greitt uppgávu - og ábyrgdarbýti við kommunalum frælsi at gera raðfestingar útyvir lógarásettu minstukrøvini.

Hetta verður tó á ongan hátt gjørligt uttan í neyvum samstarvi við tykkum lærarar. Eg fegnist stórliga um tann serstakliga virkna og konstruktiva leiklut, ið Føroya Lærarafelag altíð hevur. Tað er eingin ivi um, at tann kommunali fólkaskúlin er gyltur møguleiki hjá lærarunum sum fakbólki at fáa munandi størri ávirkan á skúlaskapin bæði lokalt og sum heild.

Og tað ivist eg heldur ikki í, at hetta samstarvið millum kommunurnar og lærararnar verður til stórt gagns fyri føroyska fólkaskúlan og samfelagið annars.


Takk fyri og framhaldandi góðan aðalfund

Heðin Mortensen
formaður í KSF







 











Heðin Mortensen - tel. 31 11 96 / fax. 31 12 65 / fartel. 21 11 96

Gjørt síðuna og sum er webmaster -------> Guðrun Heðinsdóttir Mortensen



Løgtingið Býráðið ÍSF Skansin Forsíðan Send mær ein teldupost Býráðið Løgtingið Ítróttasamband Føroya