|
19.
apríl 2008

Myndamaður: Árni Sørensen

Myndamaður: Árni Sørensen

Myndamaður: Árni Sørensen

Myndamaður: Árni Sørensen

Myndamaður: Árni Sørensen

Myndamaður: Árni Sørensen

Myndamaður: Árni Sørensen

Myndamaður: Árni Sørensen

Myndamaður: Árni Sørensen

Myndamaður: Árni Sørensen

Myndamaður: Árni Sørensen

Myndamaður: Árni Sørensen

Myndamaður: Árni Sørensen

Myndamaður: Árni Sørensen

Myndamaður: Árni Sørensen

Myndamaður: Árni Sørensen

Myndamaður: Árni Sørensen
Góðu bátafelagslimir
Fari fyrst at takka nevndini í
Bátafelagnum at vera bjóðaður at vera
saman við tykkum í dag, nú ið felagið
hevur árligan mjóflaggshugna fyri at gera
vart við, at summarsiglingin hjá felagnum byrjar,
- ein ásannan, at summarið brátt er í
hondum.
Og lat meg alt fyri eitt siga, at eg
harumframt eri ógvuliga takksamur at hava fingið
høvi at siga nøkur orð í góðveðrinum
í dag.
Í vikuni - mánadagin -
var summarmáladagur. Sagt verður, at eftir gamlari
føroyskari tíðarrokning byrjar summarhálvárið
henda dag.
At náttúran er um at vakna
úr sínum vetrardvala, og at nú gongur
móti ljósari tíðum, kenna vit á
okkum hvønn dag.
Flytifuglurin, gásarungarnir
og smálombini í bø og haga bera okkum
boð um, at so er. Góðveðurskvøldini
seinastu dagarnar hava vit sæð, at alsamt fleiri
og fleiri kappróðrarbátar eru drignir
úr neystunum og flotaðir á vágni.
Bátsmanningarnar eru byrjaðar at fyrireika seg
til eitt hart, eirindaleyst og spennandi kappróðrarár.
Alt tekin um, at nú er tíð
at brynja seg út til summarstevnurnar, ólavsøkuna,
bryggjudansin og bátastevnurnar kring landið.
Soleiðis fara tiltøkini
eitt fyri og annað eftir at seta dám á
hetta summarið, og soleiðis eigur at vera.
Tit bátaeigarar hava seinastu
tíðina brúkt nógvar tímar
at rigga bátin til til dagin í dag. Tað
hava vit sæð við bátabrúgvarnar
og á bátaplássunum á Argjum
og í Álakeri, har menn hava lagt og leggja
alla orku í at fáa bátin kláran
til summarið. Og í dag staðfestir Bátafelagið
so, at nú byrjar summarvirksemi hjá felagnum.
Tað skal ikki vera dulsmál,
at miðbýurin, Tinganes, Eystaravág og
Vestaravág, standa mínum hjarta nær,
tí tað var í hesum umhvørvi, at
eg, og so mangir aðrir dreingir í Havn eftir
skúlatíð og í fríløtunum
høvdu okkara spælipláss.
Tað eldra ættarliðið, sum er her í
dag, minnist við gleði aftur á tíðina
undir Bryggjubakka, í Vágsbotni og við
Eystaruvág.
Her var eitt yðjandi lív
frá morgni vil myrkurs hvønn dag alt árið.
Her komu fólk úr øllum Føroyum
í land við ferðabátunum, og her var
somuleiðis nógv vøra upp- og umskipað.
Mjólkarbátarnir komu og fóru, og smábátarnir
seldu fisk og fugl.
Her ráddi Rubek! Veit ikki, um
eg tori at pástanda, at í dag er tað Kartni,
ið ræður á økinum?
Minnist serliga væl nólsoyarbátarnar,
tí teir vóru eyðkendir og lættir
at kenna við grønmálaðum stokki. Týðiliga
sást, at stórur dentur var lagdur á
at røkja bátarnar væl.
Teir lógu við Kongabrúnna
ella her í Vágsbotni um ólavsøkumundið
og seldu lunda og lomviga. Um mánaðarskiftið
august/september seldu teir havhest og annars, tá
ið útróðrarveður var, seldu teir
havnarfólki eitt kók av nýfiskaðum
fiski til døgurða.
Ikki tí, havnarmenn vóru
eisini raskir at rógva út. Gimmi, teir á
Kák og teir á Lava, Gull Símun, Talis
og Perlan, bert fyri at nevna nakrar vælkendar útróðrarmenn
í býnum, - og eg kundi nevnt nógvar,
nógvar aðrar.
Treyðugt so, vit smádreingir
vóru ikki nógv øðrvísi enn
børnini nú á døgum. Ikki var
lagið altíð gott á monnum, tá
ið vit loystu onkran smábát ella jollu
og fóru at rógva á vágni ella
løgdu at borði á onkrari slupp, ið
lá fyri teymi. Men sum oftast spældi alt væl
av.
Minnist, hvussu hugtakandi, men ikki
heilt vandaleyst tað kundi vera í Vágsbotni
á vetrardegi, tá ið uppgangur og brim
var av landsynningi. Hetta var áðrenn eystari
brimgarður varð longdur.
Nú er alt hetta horvnar býarmyndir,
tó so, smábátarnir selja enn fisk,
grind og fugl í Vágsbotni.
Teir gomlu rómverjarnir søgdu
navigare necesse est, Neyðugt er at sigla,
og hesi orð hugsi eg, at teir, ið tóku stig
til at endurstovna bátafelagið í býnum
høvdu í huga fyri tíggju árum
síðan í 1998.
Hesi farnu tíggju árini
hevur Bátafelagið væl og virðiliga
staðfest, at tørvur er á einum felag,
ið hevur sum endamál at savna allar bátaeigarar
og øll bátaáhugaði í felagsskap.
Frá fyrsta degi hevur áhugin
fyri Bátafelagnum verið stórur, og er
tað í dag ein lívsstílur hjá
mongum manni og mangari kvinnu at vera partur av hesum felagsskapi
og vera við til tiltøkinum, ið felagið
skipar fyri.
Í býráðnum
eru vit takksom, at stig vórðu tikin at fáa
eitt bátafelag í býnum, tí sum
sagt, so kunnu vit staðfesta, at tørvur er at
hava eitt stað, har bátaáhugað kunnu
hittast til eitt gott sjómansprát, og har
menn og kvinnur dugna hvør øðrum um góðan
sjómansskap, siglingarkunnleika og bátarøkt.
Men nú er onkur kanska og hugsar,
tá ið vit nú hava borgarstjóran
her:
Hvørjar ætlanir hevur kommunan
á við hesum økinun fram við vágni?
Eg skal við hetta høvið
ikki fara í smálutir, men til ber at siga,
at í kommununi verður arbeitt við eini heildarloysn
fyri alt økið við Vestaruvág. Her
eru nógvir møguleikar at skapa eitt hugnaligt
umhvørvi, tí innari parturin av Vestaruvág
er eitt stórt, opið býarrúm við
vágni í miðjuni og avmarkað av húsunum
undir Bryggjubakka, berginum á Skálatrøð
og goymslu- og pakkhúsum vestanfyri. Til umleið
1970 gekk Skálatrøðin oman í hellurnar
og sjóvarmálan, men við burturspreingingunum
fekst um ikki samanhangur so eitt gott samband millum teir
tríggjar býarpartarnar uttan um vágna.
Húsini undir Bryggjubakka, sum
eru bygd í 1920-árunum, ivaleyst við fyrimynd
í miðaldarpakkhúsunum við Bryggen
í Bergen, standa við sínum takskjøldrum
sum ein virðismikil framsíða móti
havnarlagnum.
Bryggjan undir Bryggjubakka hevur seinastu
árini mest verið brúkt til parkeringar,
men her er sum sagt eisini fiskur og aðrar matvørur
til keyps, og Karlsborg borðreiðir úti, tá
ið veðrið er til vildar. Kanska er hetta ein
varislig byrjan til eina havnapromenadu við
lívd og sól, sum lættliga kundi havt
við sær fleiri uttanduratiltøk á
bryggjuni.
Ein broyting í ferðsluni,
skipað býarrúm og betur viðgjørd
øki framman fyri Miðlahúsið og handilin
hjá Andriasi í Vágsbotni, hevði
kunnað gjørt torgið, har Nólsoyar
Páll lítur suður í hav til eitt
tað týdningarmesta staðið í býnum,
kanska við sølutorgi og samkomuplássi
o.t.
Eitt annað hugskot, sum arbeitt
verður við, er at leggja Westward Ho á plássið
hjá Thorshavn við tí í huga, at
hon verður eitt aktiv fyri økið,
bæði hjá ferðavinnuni og ikki minst
hjá okkum havnarborgarum. Til ber at ímynda
sær, at omandeks verður ein kaffimunnur at fáa
afturvið góðum, hugnaligum tónleiki,
tað veri seg harmoniku ella onkrum øðrum
ljóðføri.
Kjølsvín
Ikki tykkum at siga, ein stórur trupulleiki er afturvendandi
oljudálkingin frá bátum og skipum,
og sum er til stóran ampa og bága hjá
kommununi og ikki minst hjá tykkum, ið hava bát.
Hesin umhvørvistrupulleiki verður tikin í
størsta álvara í kommununi.
Fyri at minka um hesa dálking,
broytti Tórshavnar kommuna um ársskiftið
reglugerðina fyri bátapláss.
Broytingin krevur, at allir bátaeigarar
hava skyldu at hava eitt sokallað kjølsvín
í bátinum. Tað hevur tann eginleika, at
kunna súgva olju burtur úr sjógvi.
Eini 630 bátapláss eru
í kommununi, so bert nakrir dropar frá hvørjum
báti, kunnu dálka rímiliga nógv.
Søluplássið í
Vágsbotni
Viðvíkjandi søluplássinum er at
siga, at Heilsufrøðiliga Starvsstovan hevur gjørt
vart við, at plássið innast í Vágsbotni,
har fólk plaga at selja fisk, fugl, grind og aðrar
matvørur lýkur ikki reinføriskrøvini
og onnur krøv í matvørulógini.
Tí hevur býráðið samtykt, at
nútímansgera plássið soleiðis,
at søluplássið verður góðkent
og skipað eftir galdandi heilsukrøvum.
Arbeiðið hevur tíanverri
drigið út, men nú er ferð komin á.
Gjørd verða átta borð
við tekju útyvir, har vatn og el eisini verður.
Síðurnar verða opnar, so bygningurin verður
mest líkur einum opnahjalli við taki. Toilett
verður gjørt til sølufólkini umframt,
at rottukassar verða settir fram við bryggjukantinum.
Dálkaða vatnið frá
søluplássinum verður saman við øðrum
skitnum vatni, ið rennur oman í Vágsbotn,
pumpað niðan í kloakkina undir Vaglinum,
og haðani ført út á streymasjógv.
Bátahylur á Argjum
Eftirspurningurin eftir smábátaplássum
í Tórshavnar kommunu er stórur. Serliga
er tørvurin stórur í Havn og á
Argjum, og tí verður arbeitt við at leingja
brimgarðin á Argjum og gera fleiri bátapláss
har.
Royndir vísa, at um brimgarðurin á Argjum
verður longdur 180 metrar, verður bátahylurin
kyrrari, enn hann er í dag. Men ymiskt er í
mun til leingjanina, hvussu nógv bátapláss
fáast afturat. Miðjað verður eftir at
fáa pláss fyri 75 bátum afturat.
At enda
Tað er so nógv at tríva í við
eitt slíkt høv, men fari eg at enda við
at ynskja, at samstarvið millum kommununa og Bátafelagið
kemur at styrkjast enn meira, okkum øllum at gagni,
ásannandi, at virksemið í felagnum er
eitt stórt, týðandi sosialt og mentanarligt
arbeiði, sum ikki kann, og ei heldur skal verða
undirmett.
Hjá okkum, ið ráða
fyri borgum í kommununi, er uppgávan m.a.
at skapa karmar um eitt mennandi, fjølbroytt og virkið
frítíðarvirksemi í kommununi. Men
lítil dugur hevði verið, høvdu ikki
tær mongu eldsálirnar í feløgunum
í býnum lagt so stórt arbeiði í
at fáa alt at ganga so væl sum gjørligt,
og soleiðis er eisini í Bátafelagnum.
Við ynskjum um eitt gott, hugnaligt
og trygt siglingarár takki eg fyri høvi at
bera fram eina heilsan.
Má Harrin vera innanborða
og føra tykkum trygt um firðir og sund.
Heðin Mortensen
|