|
02.
apríl 2008








Undangongumaðurin fyllir
75 í dag
Runt um á Tvøroyri
og har um leiðir er Merkið vundið á stong
í dag, og tað hevur sína heilt serstøku
orsøk: Sverre Midjord fyllir 75 ár í
dag. Umframt, at mong á henda hátt vilja heiðra
føðingardagsbarnið, hevur kommunan eisini
móttøku fyri manninum, sum í mong ár
stjórnaði býnum sum borgarstjóri,
hevur umboðað oynna sum løgtingsmaður
og annars í nógvar mátar hevur verið
eitt stórt aktiv fyri staðið, ikki minst
ítróttina í sínum breiðasta
týdningi.
At nógv verður gjørt
burturúr, er heldur ikki so løgið, tí
talan er um ein merkismann, sum alt sítt lív
á ósjálvsøknan hátt hevur
virkað fyri, at nakað er hent, har hann hevur verið.
Bæði í sínum politiska yrki og ikki
minst innan ítróttina hevur Sverre verið
drúgvur sum fáur, og tað er ikki ov nógv
avgjørt at siga, at her er av sonnum talan um ein
undangongumann av teimum stóru.
Áhugi hansara fyri samfelagsviðurskiftum
og samfelagslívi sum heild eigur røtur í
uppvøkstrinum, sum hann fekk í Valinum hjá
ommu og abba sínum, Juliu og Poul í Trøðini.
Valurin og alt umhvørvið har á leiðini
gav honum íblástur og lærdóm,
ið tú ikki fært á skúlabonki,
men bert gjøgnum lívsins skúla. Og
har má sigast, at Sverre veruliga hevur sogið
og tikið til sín hugsjónir og virði,
ið hava hildið til dagin í dag.
Umframt eitt sera virkið lív
sum bæði lands- og kommunalpolitikari, hevur Sverre
eisini verið sera virkin í ítróttini,
og tað hevur altso verið í orðsins breiðasta
týdningi. Hann hevur spælt bæði hondbólt
og fótbólt, men fyrst og fremst hevur tað
verið borðtennis, ið hevur staðið hansara
hjarta nær. Har hevur hann vunnið í teggjuvís
av meistaraheitum og heiðursmerkjum, og tað er ikki
minst honum fyri at takka, at henda ítróttagrein
hevur vunnið seg fram her á klettunum.
Fyrst og fremst er Sverre tvøramaður
av heilum huga, og altíð hevur hann verið
til reiðar at vart heimbýin, bæði í
orði og verki. Hann hevur staðið á odda
fyri Tvøroyrar Borðtennisfelag í fleiri
umførum, og eisini var hann eitt skifti formaður
í Tvøroyrar Bóltfelag. Í báðum
støðum hevur hann ikki bert havt ein leiklut
sum spælari, men minst líka nógv sum
undangongumaður, og mong av okkara fremstu ítróttafólkum
hava frá honum fingið gott í beinið
sum venjari.
Men hóast tvørámaður
og lokalur sum fáur, hevur Sverre tikið mangt
takið fyri samlaðu ítróttina her á
landi. Í samfull 42 ár tænti hann ítróttini
við álitisstørvum í Ítróttasambandi
Føroya, bæði sum starvsnevndar- og stjórnarlimur,
umframt sum varaforseti í 25 ár. Fyri sítt
trúgva og drúgva virki í hesum høpi
er Sverre eisini heiðraður av ÍSF við
bæði silvur- og gullnál, umframt gullmerki
við bjálka. Eisini hevur hann fingið heiðurskross
Ítróttasambandsins fyri stóra arbeiði
sítt, føroysku ítróttafjøldini
til gleði og gagns.
Nógv annað kundi verið
nevnt í eini heilsan til føðingardagsbarnið
í dag, tí talan er um sjáldsama virknan
mann, ið ongantíð hevur verið bangin
fyri at tikið tøk, har tað hevur verið
neyðugt. Eisini, har vit onnur kanska ikki sóu
tørv á tí, fyrr enn Sverre hevði
víst á tað. Sum undangongumaður á
so nógvum og ymsum økjum er tað nærum
ófatiligt, at stundir hava verið til alt, men
væl hevur ligið fyri hjá honum, so hann
altíð finnur pláss fyri øllum tí
nógva, ið stendur hjarta hansara so nær.
Hóast tríggir fjórðingar
av eini øld nú eru lagdir aftur um bak, ber
Sverre Midjord aldurin sum ein unglingi, bæði
í sinni og skinni, og framvegis er hann gløggur
og beinrakin sum fáur í bæði eygleiðingum
og viðmerkingum. Við takksemi vilja vit í
Ítróttasambandi Føroya heiðra henda
merkismann á hansara runda degi og ynskja góðan
byr og mong góð ár aftrat.
Hjartaliga tillukku!
Ítróttasamband Føroya
Heðin Mortensen, forseti
|