.
| Javnaðarflokkurin | Løgting | Býráðið | Ítróttur | Talur |






Send mær ein teldupost

Vitjandi nr:

síðani 1. sep. 03

 

 

15. mars 2008


Tórshavnar Kvøld- Ungdóms- og Listaskúli



Góðan dagin og hjartaliga vælkomin til framsýningina í Eysturskúlanum, her næmingar vísa fram teirra avrik gjøgnum seinasta kvøldskúlaárið.

Fyrsti várdagur er farin aftur um bak, og so við og við verður innandura virksemi hjá mongum lagt á hyllina fyri hesa ferð. Eisini hetta skúlaárið hjá Tórshavnar Kvøld-, Ungdóms- og Listaskúla er komið at enda, og ein sera áhugaverd og spennandi framsýning er at síggja her í dag.

Hesin skúli, sum er størsti og mest fjølbroytti skúli í landinum, er eitt tilboð til borgarar í Tórshavnar kommunu um undirvísing eftir arbeiðstíð, og nógv fólk í kommununi taka av hesum tilboði, og tað eru vit sera fegin um.

Í Tórshavnar Kvøldskúla hava hetta skúlaárið gingið uml. 3.200 næmingar, og hava vit eini 230 ymisk skeið, sum 141 lærarar eru knýttir at. Heili 13 nýggjar lærugreinir eru eisini lýstar fram í hesum skúlaárið.

Fyri at nevna nakrar av nógvu lærugreinunum, so bjóðar skúlin frálæru í nógvum ymiskum handarbeiði, seyming, veving, sniðgeving, og so er tað máling, postalínsmáling, træsmíð, leir- og jarnarbeiði, og eisini fimleikur, sangur, tónleikur og sjónleikur.

Og sum heitið á skúlanum lýsir, so er eisini undirvísing innan list.

Undirvísingartilboð eru til blind og sjónveik, og hevur skúlin haraftrat eitt gott úrval av lærugreinum til rørslu- og menningartarna.

Ja, ein sera fjølbroytt skrá, og áhugavert er í dag at uppliva, hvussu væl er komið burturúr í vetur, bæði innan handverk og list.

Her virkar ungdómur, vaksin og eldri. Øll kunnu vera við, so her eru ongar avmarkingar.

Hetta at ganga í kvøldskúla er ein lívsstílur. Frá vøggu til grøv eru vit undir ávirkan. Vit verða ávirkað av okkara umhvørvi og av hvørjum øðrum, og seinni verða vit ikki minni ávirkað av tí, vit bæði síggja og hoyra, og alt samalt er tað óivað við til at forma okkara lívstíl.

Hetta síggja vit her í dag. Vit síggja kreativitetin hjá hvørjum einstaka næminginum, hann hevur sett sítt fingramerki og sín stíl á málningar, postalínsmáling, seyming, sniðgeving, smíð og ymist handarbeiði. Flott úr hondum greitt.

1. Á framsýningini síggja við tað mentunarskapandi, sum hvør einstakur hevur lagt úr hondum hetta seinasta skúlaárið. Tað er næstan ikki mark fyri hugflog av handverki, sum verður gjørt og lagt fram í dag. Hetta skulu tit øll – næmingar og lærarar hava stóra, stóra tøkk fyri.

2. Vit síggja eisini tað virði, sum tit hava skapt við at vera mentunarverjandi fyri okkara gamla handverk og gomlu list, sum kanska annars vildi verið gloymt. Hetta hevur ómetaliga nógv at siga fyri okkara ungu og eftirkomarar, at tey soleiðis eisini kunnu læra og kunna seg um, og vera við til at varðveita tað gamla.

3. Við eini slíkari framsýning hava vit sjón fyri søgn um, hvussu umráðandi tað er at fáa boðskapin fram, og verða mentunarboðandi um okkara handverk, tónleik, sang og list í síni heild.

Hetta hava tit øll verið við til at fremja, tað síggja vit í dag. Aftan á lokna arbeiðtíð, eru tit farin aftur til verka um kvøldið at skapa virðir á føroyska mentunarøkinum.

Eisini er yrkiskend undirvísing, t.d. dugnaskapsroynd í sigling og dugnaskapsoynd fyri frítíðarsiglarar.

So í kvøldskúlatilboðunum er nógv spennandi, skapandi og mennandi.

Sum nakað nýtt og fyri at betra um kunning og opinleika um virksemi kvøldskúlans eins og bøta um samskiftið við brúkaran, hevur Kvølsskúlin fingið eina nýggja heimasíðu www.kvoldskulin.fo

Hetta vil avgjørt lætta um hjá næmingunum til í góðari tíð at leggja ætlanir og kanna valmøguleikar fyri komandi skúlaár.

Eitt átak sum leiðsla skúlans við umsiting hava fingið til vega til gagns fyri øll, sum skulu brúka henda skúla.

Eg fari at takka øllum fyri eitt gott skúlaár og ynskja næmingum og lærarum góða eydnu við framsýningi.

Fari eisini at takka Jákup Pauli Strøm og hansara umsiting fyri gott og kreativt arbeiði skúlanum at frama.

Takk fyri og Gleðiligar Páskir

Heðin Mortensen




 











Heðin Mortensen - tel. 31 11 96 / fax. 31 12 65 / fartel. 21 11 96

Gjørt síðuna og sum er webmaster -------> Guðrun Heðinsdóttir Mortensen



Løgtingið Býráðið ÍSF Skansin Forsíðan Send mær ein teldupost Býráðið Løgtingið Ítróttasamband Føroya