.
| Javnaðarflokkurin | Løgting | Býráðið | Ítróttur | Talur |






Send mær ein teldupost

Vitjandi nr:

síðani 1. sep. 03

 

 

12. mars 2008


Tilhaldið 12. mars 2008

Fari fyrst at takka nevnd og leiðara fyri at vera bjóðaður at vera saman við tykkum í dag, nú ið Tilhaldið hátíðarheldur sín fyrsta runda føðingardag.

Og lat meg alt fyri eitt siga, at eg harumframt eri ógvuliga takksamur at hava fingið høvi at bera fram eina heilsan.

Tá ið eg áður havi verið her í gamla Føroya Banka húsinum í Tórsgøtu, sum danski arkitekturin Iversen í 1906 stóð fyri at gera, eri eg farin heimaftur ríkari og upplívgaður. Tað hevur altíð verið stak hugnaligt og lívsjáttandi at støkka inn á gólvið at heilsa upp á tykkum, sum hava tykkara dagligu gongd her, og stórur hevur blíðskapurin altíð verið. – Stóra tøkk eiga tit uppiborna fyri tað.

“Tey frísku gomlu” í býnum, sum Vanja plagar at taka til, hava tikið húsið til sín frá fyrsta degi, so sigast kann, at tað var eitt ótrúliga gott hugskot og tiltak, ið sá dagsins ljós á grækarismessu fyri tíggju árum síðan - í 1998 - tá ið Tilhaldið fyrstu ferð læt dyrnar upp í hesum prýðiliga og søguliga húsi, sum, hóast farið um tey hundrað árini, enn stendur sum ein vakur, hugtakandi og væl røktur bygningur í hjartanum í býnum, - fullur í lívi og virksemi.

Hesi farnu tíggju árini hevur Tilhaldið givið okkara gomlu í býnum ein kærkomnan møguleika at koma saman til fjøltáttaða samveru í hugnaligum umhvørvi, soleiðis sum tað eisini stendur í endamálsorðingini fyri húsið.

Frá fyrsta degi hevur áhugin fyri Tilhaldinum verið ómetaliga stórur, og er tað vorðið dagligur lívsstílur hjá mongum at støkka inn á gólvið til eitt hugnaligt prát ella til okkurt av teimum mongu og fjølbroyttu tilboðunum, ið eru hvønn dag í viku, - alt árið.

Í býráðnum eru vit takksom, at kvinnur og menn av fyrstan tíð tóku stig at fáa eitt tilhald í býnum, sum hevur opið hvønn dag, tí sum sagt, so kunnu vit - tíggju ár seinni staðfesta - at tørvur var at hava eitt hugnaligt stað í miðbýnum, har okkara eldru kunnu koma og fara sum teimum lystir alt eftir teimum tilboðum, húsið hevur at bjóða, - og tey eru bæði mong og fjøltáttað. Her krevst eingin limaskapur, húsið er opið hvønn dag, her er bara at koma.

Millum ár og dag koma út nógvar siðsøguligar bøkur og tíðarrit.

Tá ið tú situr við eini slíkari bók ella tíðarriti um Havnina, undrast tú mangan á, hvussu lítið býurin í høvuðsheitum er broyttur eftir ár 1900. Tað er ikki fyrr enn seinastu 50 árini, at stórar broytingar síggjast í býnum.

Tað er nú einaferð so hjá væl saktans okkum øllum, at gamlar myndir fáa okkum at støðga á, ella sum sagt verður á modernaðum máli, fáa okkum at “reflektera”. Afturhvarv ella nostalgi, sigur kanska onkur. Men “góð eru gomul minnir”, sigur orðafellið.

At síggja eina mynd ella lesa ein siðsøguligan tekst er at fara aftur í tíðina. Tí myndin ella teksturin er av góðum grundum eldri enn løtan, tá ið tú hyggur ella lesur.

Vit grunda ella hugsa um tað, vit síggja ella lesa, og soleiðis var eisini tá ið eg sat við bókini Minnisbrot hjá Hjørdis Háberg, har hon gongur gjøgnum Havnina í 1920-árunum, soleiðis sum hon minnist høvuðsstaðin, tá ið hon var ung. Hjørdis fylti 91 í november í fjør.

Tankar mínir fóru á flog, og fór eg at hugsa um dreingja- og unglingaárini, tá vit høvdu allan býin sum spælipláss.

Havnin var nógv øðrvísi tá, ikki størri enn so, at øll kendu hvør annan og vistu, hvør var hvør.

Tað skal ikki vera dulsmál, at miðbýurin, Tinganes og vágirnar báðar, standa mínum hjarta nær. Tað var í hesum umhvørvi, at eg vaks upp.

Sum eg segði, fara vit altíð aftur í tíðina, tá vit hyggja at myndum. Tí myndir eru søga. Søga við ongum myndum kann vera virðismikil, men nógvar ferðir virðismeiri er søgan, tá hon bæði kann lesast, síggjast og hoyrast.

Hjørdis skrivar m.a. í brotinum um grannalagið í Tórsgøtu:

Vit taka nú Bankabrekkuna og byrja við Vágsbotnshandlinum. Eg minnist, at ein danskari, vit kallaðu Andersen, starvaðist har í Vágsbotni. Tað stóra húsið, sum vaskarí og reinsarí vóru í, var einaferð í tíðini Rybergs handil.

Vit fara niðan til Lamba-Jóannes. Yvir um vegin til Frants Restorff. Har sum parkeringsplássið hjá Frants er, vóru húsini hjá Niels Johannesen. Nú hava vit Sofus Christiansen, og har Frelsunarherurin er, var kjøthandilin hjá Jens Reinert. Eg haldi, hann hevði café har eina tíð. Síðan Føroya Banki, sum nú er Tilhaldið hjá teimum gomlu. Ovast í tí raðnum var so Finsen telegrafbestýranin.

Vit fara nú yvir um vegin. Ovast búði Jákup Kjelnæs, bróðir Poul Kjelnæs, bakara. Ingeborg Lützen og ein donsk, sum æt Elsa Hansen, búðu í tí næsta. Tær arbeiddu báðar í Føroya Banka. So kom Georg Eklund, síðan Rubek og Edvard Mitens. Hann hevði danska konu. Hon var ikki nøgd við húsini, vildi ikki búgva í eini sovorðnari “tændstikæske”.

Mitens bygdi so tey húsini í Tróndargøtu, sum býráðið eigur nú og verða nýtt til móttøkuhús. Tá vórðu tey kallað “sigarkassin”. Vit fara yvir um vegin og koma til Óla Jákup í Horni, so Hans Jakku Mikkelsen, Niels í Heiðunum, Petur Alberg og so Karl hjá Vága-Heina, sum hevði handil. Við síðuna av búði Kristian Holm Jacobsen, sum hevði skómakaraverkstað í kjallaranum. Har, sum tey bæði húsini stóðu, er nú parkeringspláss.

Eini fimm hús vóru sópað burtur, tá ið Føroya Banki kom. - Her kann eg skoyta uppí, at hann stóð liðugur í 1958. – Johannes O. Joensen bygdi yviri við Strond. Dia á Bø, sum hevði biograf í kjallaranum, fór niðan á Tinghúsvegin. Jakku við Stein bygdi úti í Hornabø. Húsini hjá Vestinu blivu eisini rivin niður og seinni eini smá hús, sum stóðu innari á stykkinum, har tvær gamlar gentur av Skála búðu. Seinni hevði Jóhan Ellendersen skómakaraverkstað har, og aftan á tað hevði Tórálvur Sigurskjold skraddaravirki í hesum húsum, áðrenn tað varð rivið niður. Niðast var so Karl á Lag og mjólkarsøla í kjallaranum, har Gugga hjá Gynna arbeiddi. Tað er nú hjá Kissa.

Yvir um vegin, og vit koma til Jákup í Fútastovu, har parkeringsplássið hjá Mariu Poulsen er nú, so handilin hjá Ludvig Poulsen og niðast, har, sum Sjómansheimið er nú, búði Herluf Lützen.

Her kann eg skoyta uppí, at Mia Trónd fortaldi einaferð, at í kjallaranum hjá Karl á Lag var “ovara” meiaríið. Har bóru havnarfólk, argjamenn og tey á Hvítanesi og Hoyvík mjólk inn at selja – longri niðri var “niðara” meiaríið hjá Mjólkaforsýningini, sum nú er Tjóðpallur Føroya.

Soleiðis skrivar Hjørdis Háberg, og væl ber til at fylgja henni á ferð hennara í miðbýnum.

Men nú situr onkur kanska og hugsar, tá ið vit nú hava borgarstjóran her:

Hvørjar ætlanir hevur kommunan á eldraøkinun?

Eg skal við hetta høvið ikki fara í smálutir, men til ber at siga, at mítt ynski er, at samstarvið millum kommununa og Tilhaldið kemur at styrkjast enn meira, okkum øllum at gagni, tí virksemið her í húsinum er eitt stórt, týðandi sosialt og fyribyrgjandi arbeiði, sum ikki kann, og ei heldur skal undirmetast.

Tað er umráðandi hjá okkum politikarum at vita, hvat veruliga ger mun í gerandisdegnum og ikki minst, at tey eldru kenna, at hóast eldri og pensjónistur, so er menniskjaliga tilfeingið eins virðismikið og neyðugt fyri lívsgóðskuna sum hjá teimum yngru.

Í stuttum er talan um rættin til eitt gott lív – eisini eftir at ein er givin á arbeiðsmarknaðinum.

Fari at nýta hetta høvið at takka nevnd, leiðara og tykkum øllum, sum við eldhuga og ágrýtni royna at skapa eina góða samveru í Tilhaldinum.

Vón mín er, at tað eisini í komandi tíðum verður eins og higartil, at øll eru hjartaliga vælkomin í Tilhaldið til eitt prát ella til tey mongu fjølbroyttu tiltøkini, sum skipað verður fyri.

Í kommununi eru vit teimum kvinnum og monnum takksom, sum á grækarismessu í 1998, tóku tøk og stig at fáa sett á stovn eitt tilhald í býnum, tí staðfestast kann, at okkara “frísku gomlu” hava tikið húsið til sín frá fyrsta degi.

Høvdu tit, sum í dag varða um Tilhaldið, og sum koma saman her, ikki lagt so stóran dent á, at her skal vera gott og hugnaligt at koma, ja, so hevði onki 10-ára hald verið í dag. Tøkk skulu tit hava fyri tað.

Góða Grækarismessu

Heðin Mortensen




 











Heðin Mortensen - tel. 31 11 96 / fax. 31 12 65 / fartel. 21 11 96

Gjørt síðuna og sum er webmaster -------> Guðrun Heðinsdóttir Mortensen



Løgtingið Býráðið ÍSF Skansin Forsíðan Send mær ein teldupost Býráðið Løgtingið Ítróttasamband Føroya