.
| Javnaðarflokkurin | Løgting | Býráðið | Ítróttur | Talur |






Send mær ein teldupost

Vitjandi nr:

síðani 1. sep. 03

 

 

6. januar 2008


Vælkomin til Tórshavnar

Tað er hugaligt sum borgarstjóri aftur at kunna bjóða vælkomin til ein hondbóltslandsdyst í høvuðsstaðnum.

Tórshavn og høllin, vit í dag sita í, hava verið ramma um mangar góðar dystir. Hesir báðir, sum nú verða móti Serbia og Ísrael, fara at verða millum teir seinastu dystirnar, ið verða leiktir í høllini, sum hon sær út í dag.

Farið verður í næstum undir eina størri út- og umbygging av góðu, gomlu Ítróttarhøllini á Hálsi, sum vit kenna so væl og eru vorðin so góð við.

Týdningin av altjóða ítróttarsamstarvi eiga vit at virðismeta høgt. Hetta samstarv er við at seta okkara bý og okkara land á heimskortið, eins og tað eisini heima er við til at menna okkara samstarv í bæði ítrótti og á annan hátt.

Men tað er ikki líkamikið, hvussu vit umboða okkara land og felag úti og heima. Bæði tá vit eru saman við landsliðum eins og felagsliðum, ið luttaka í altjóða tiltøkum. Sum vit taka í móti teimum fremmandu gestunum, vit bjóða higar at luttaka í altjóða dystum, verða vit eisini mett og móttikin aðrastaðni.

Føroyar eru kendar fyri at vera friðarligar og blíðar at vitja. Her býr vinaligt fólk, sum tekur sær væl av sínum gestum. Og vit eiga altíð at stremba eftir, at soleiðis skal tað verða verandi.

Vit síggja júst í hesum døgum einstaklingar, sum vinna seg alt longri og longri fram í altjóða kappingum. Talan er sjálvandi um samanfall av góðum evnum og umstøðum kring íðkaran, sum gera hesi frálíku úrslit, vit nú síggja.

Eisini í felagshøpi eigur hetta at bera til. Við góðum umstøðum, bæði fysiskum og fíggjarligum, er gjørligt at vinna okkum fram, so lagt verður merki til okkum í altjóða høpi.

Vit hava verið har fyrr, og vit eiga av øllum alvi at stremba eftir at koma aftur upp hagar, sum tað er stuttligt at luttaka.

Við hesum dystum ið nú verða leiktir, verða fyrstu stigini tikin. Um enn vit vera eitt sindur trilvandi í byrjanini, er ikki at missa mótið, men við góðum treysti at halda á.

Í felag eiga bæði leikarar, felagsleiðslur, áskoðarar og allir aðrir góðir stuðlar at vera við til at bera okkum fram hagar, har vit gera Føroyum æru við okkara ítróttarligu luttøku.

Tað er hugaligt, at manslandsliðið í hondbólti aftur er farið at luttaka í altjóða kappingum. Í hesum umfarinum verða fýra dystir leiktir. Tveir útidystir, og tveir her í høllini.

Tórshavnar kommuna bjóðar øllum vælkomnum til landsdyst í hondbólti í Ítróttarhøllini á Hálsi.

Góðan dyst.

Heðin Mortensen
borgarstjóri í Tórshavnar kommunu og ÍSF forseti




 











Heðin Mortensen - tel. 31 11 96 / fax. 31 12 65 / fartel. 21 11 96

Gjørt síðuna og sum er webmaster -------> Guðrun Heðinsdóttir Mortensen



Løgtingið Býráðið ÍSF Skansin Forsíðan Send mær ein teldupost Býráðið Løgtingið Ítróttasamband Føroya