.
| Javnaðarflokkurin | Løgting | Býráðið | Ítróttur | Talur |






Send mær ein teldupost

Vitjandi nr:

síðani 1. sep. 03

 

 

08. februar 2003


Røða í sambandi við 100 ára dag Havnar Hornorkesturs

Góðu gestir, góðu hornblásarar!

Ja, hetta er sanniliga ein stórur dagur hjá Havnar Hornorkestri, sum í dag hátíðarheldur 100-ára føðingardagin við eini jubileumskonsert.

Til konsertina í dag hevur orkestrið forvitnisliga vitjan úr Skotlandi av heimskenda trompetspælaranum John Wallace, sum fer at spæla solo, og tað fer ungi, evnaríki trombonespælarin, Dávur Juul Magnussen, eisini.

So vit gleða okkum til at seta okkum afturá í dag at njóta jubileumstónarnar.

Havnar Hornorkestur má sigast at vera slóðbrótarin innan horntónleik í Føroyum. Í dag eru fleiri hornorkestur kring oyggjarnar, og í Havnini eru 2 onnur stór orkestur, nevniliga GHM og hornorkestrið hjá Frelsunarherinum.

Søgan hjá hornblástrinum í Havn er hugnalig og ofta sera skemtilig. Í 1890'unum kendu føroyingar sum heild onki sum helst til horntónleik. Eitt horn kostaði eisini eina formúu, og tað var ikki hvørs manns føri at keypa eitt slíkt. Men í hesi fátæku tíð vóru kortini fýra menn, Anton Degn, Martin Restorff, Christian hjá Ludda og Palli Trykk, sum gjørdu eina kvartett við kornett, alt-, tenor- og basshorni.

Hvussu hepnaðist hjá hesi kvartett vita vit einki um, tí tað var ikki bara at keypa sær horn - onkur mátti læra teir at spæla uppá! Men ein ávísur áhugi var tó vaktur fyri horntónleiki, tí nøkur ár seinni vóru fleiri unglingar, ið fingu hug at stovna hornorkestur. Og sum sagt, eitt var at útvega sær kostnaðarmikil horn, annað var at læra at spæla.

Tá í tíðini var tað í Havn bara ein, ið var førur fyri at læra frá sær. Tað var Georg Hansen, ella Bakar Hansen, sum hann var kallaður. Teir fyrstu, vit vita, ið fóru á gátt hjá bakaranum at læra at blása, vóru gamli Victor Carlsen, Jens Poulsen og Sámal Debess.

Bakar Hansen hevði alstóran týdning fyri tónleikalívið í Havn, og William Heinesen skrivar um hann, at hús hansara vóru sum ein "ovurstór spælidós", haðani millum annað tey gellandi hornini hoyrdust um allar geilar.


Væl man bakarin hava lært teir ungu menninar, tí longu til fimti ára hátíðarhaldið fyri endurreisn løgtingsins í 1902, spældu hesir fyri fyrstu ferð alment.
Móttøkan var ymisk. Havnarfólk vóru forvitin og mettu hornorkestrið sum eitt framstig. Tingakrossur skrivaði hesa tíðina um "nogle underjordiske drøn fra en tykmavet tuba", sum hoyrdust um alla Havnina.

Men blaðstjórin á Tingakrossi gleddi seg til summarið hetta árið, tí, sum hann tók til, "det er jo navnlig hornmusikken, der kommer til at have det største ord, når talen er om musikalsk underholdning i sommerens tid". Og so varð - á Ólavsøku 1902 varð fyrstu ferð spælt úti.
Og líka síðani hevur hornorkestrið verið ein fastur og nattúrligur táttur í Ólavsøkuni.

Tann 13. februar í 1903 verður so orkestrið stovnað undir navninum "Tjaldur". Men hetta navn varð ikki brúkt millum manna og í 1922 tók orkestrið sær navnið Havnar Hornorkestur, mest fyri at sláa fast, at tað framvegis var býarins orkestur fram um nakað annað. - Og um somu tíð teknaði Jacob Olsen, millum manna nevndur Zahle, felagsmerki til orkestrið.

Í 1903 taldi orkestrið einar 15 ungar dreingir, sum vandu í gomlu fimleikarhøllini á Bryggjubakka, hagar fólk savnaðust at forvitnast, tá venjingarnar fóru fram, og bakarin legði eitt ótrúligt arbeiði í at læra hesar ungu at spæla saman. Orkestrið bleiv eitt fólksins orkestur, og gjørdist ofta berandi partur til fótbóltsferðir, brúdleyp, rundar dagar og hátíðarhald annars.

Dúgliga var ferðast runt um oyggjarnar tá, serliga fótbóltsferðir saman við HB, sum var stovnað í 1904. Hetta vóru ferðir einamest til Tvøroyri, Miðvágs og Klaksvíkar, og hildu feløgini trúliga saman í langa tíð. Nevnast kann eisini at árini frá 1915 til síðst í 20-unum var hornmusikkurin at kalla einasti dansimusikkur í Havnini.

Soleiðis gingu árini og stórvegis broytingar vóru ikki í felagnum, limir fóru úr felagnum og aðrir komu til, men ongantíð taldi manningin meira enn eini 10-12 spælarar.

Ikki fyrr enn í 40-unum, tá bretsku hermenninir komu til Føroyar, sæst týðilig broyting í Hornorkestrinum. Sum øll vita, so hevur horntónleikur sín uppruna í Onglandi, og nú gjørdu bretar sína ávirkan á orkestrið, sum fekk bretskt snið.

Fleiri spælarar skuldu til, og í 1942 komu sonevndu X-ararnir hjá Frelsunarherinum komu upp í orkestrið, sum nú taldi 25 mans.


Men horntónleikurin fekk ikki undirtøku frá øllum. Á mannamunni varð tónleikurin vanvirðiliga kallaður "messingasuppa". Í 50 ára ritinum hjá Havnar Hornorkestrið eru tvær søgur sum lýsa, at horntónleikurin ikki allastaðni var líka høgt í metum. Annað dømið var, tá havnarmaðurin og suðuroyingurin skeldaðust, og suðuroyingurin tók dýran til og rundaði av við at siga: "Havnarmenn, tað einasta teir duga til, er at blása uppá horn!"

Hitt dømið var, at orkestrið hevði verið norðanfyri og spælt, og at ein norðingur yvir skipsradio nakrar dagar seinni hoyrdist spyrja, um nakað nýtt var heimanífrá. "Noy, varð svarað, einki stórvegis uttan tað, at havnarmenn vóru her norðuri sunnudagin og ýldu!"

Hvussu var og ikki, so gekk kortini ikki long tíð, fyrrenn bæði klaksvíkingar og tvørámenn fingu hornorkestur.

Fyri fimti árum síðani settu teir, ið skrivaði 50ára Minnisritið, sær sjálvum spurningin, um tað yvirhøvur loysti seg at hava eitt slíkt orkestur, tá tað kostaði so nógv av arbeiði, peningi og stríði. Og teir svaraðu sjálvir spurninginum: Jú, fyri tað fyrsta kundi Havnin sum býur ikki vera uttan hornorkestur, og í øðrum lagi hevði orkestursamanspælið so ómetaligan musikkmentanarligan týdning.

Í dag vil eg siga, at Hornorkestrið er ein sannur mentanarberi. Vit njóta horntónleik alt árið runt. Um jóltíðir, úti tá eitt nú jólatrøini í kommununi verða tendrað, og inni til jólakonsertir, um várið, tá skótarnir skipa fyri Grækarismessuhaldi, til Flagsdagshaldið, sum Havnar Hornorkestur skipar fyri, um summarið til ymisk tiltøk í miðbýnum, ella til dyst í Gundadali, og ikki minst til skrúðgonguna á Ólavsøku. - Og tú sannar, tá hornorkestrið spælir tjóðsangin, at hetta er nakað, ið stingur djúpt, - nakað sum rørir okkara sál og sinn.

Eg fari her at nýta høvi til at bera eina heilsan til Havnar Hornorkestur frá Ítróttarsambandi Føroya við tøkk fyri dyggan stuðul yvirhøvur. Hornorkestrið hevur hesi nú 100 árini verið við til at seta sín serliga dám á ítróttarligar hendingar, og í hvørjum einasta givnum høvi verið við til at skapa stemning. Og tað eigur hornorkestrið hjartans tøkk uppiborna fyri.

Í 1950 fekk Havnar Orkestur sín fyrsta útlendska lærara. Hann var úr Onglandi og framdi eitt dygdargott arbeiði, sum gav stóra framgongd í orkestrinum. Síðani tá hevur mangur góður musikstjóri og dirigentur stjórnað orkestrinum, bæði føroyingur og útlendingur. Í nýggjari tíð er eisini nógvur føroyskur tónleikur útsettur til hornorkestur. - Ove Olsen dirigerar Havnar Hornorkestri í dag, og man hann vera tann, sum hevur flest ár á baki sum dirigentur. Í apríl næsta ár verða tað 30 ár.


Havnar Hornorkestur hevur eisini verið uttan fyri landoddarnar og spælt, og fyrsta uttanlandsferðin hjá Havnar Hornorkestri gekk til Hetlands í 1951 saman við landsliðnum í fótbólti. Tann minniligi túrurin, tá vit smurdu hetlendingar av 7 - 2. Hetlendingar skuldu tá ivast, hvørjir spældu betur, føroyska landsliðið ella Havnar Hornorkestur!

Seinni hevur orkestrið spælt í 1963 í Íslandi, í 1976 tiltikna ferðin við Dúgvuni, tá bæði var vitja í Danmark, Svøríki, Noregi og Hetlandi. Í 1988 gekk leiðin til Svøríki, har spælt var á Skansanum í Stokhólmi, í 1993 aftur til Ísland, og í 1996 luttók Havnar Hornorkestur í evropeisku kappingini í Bergen.

Hølisumstøðurnar hjá Havnar Hornorkestri hava ikki altíð verið nøktandi. Í 1926, tá Sjónleikarhúsið varð tikið í nýtslu, flutti orkestrið inn har, og húsaðist har, líka til bretar tóku húsið undir seinna kríggi. Býráðið hevur altíð eftir førimuni roynt at stuðla orkestrinum, og undir krígnum flutti orkestrið so í býráðssalin at venja eina tíð, og fekk síðani eina stovu í Kommunuskúlanum.

Í nýggari tíð hevur hornorkestrið húsast úti á Skansanum, og seinnu mongu árini hevur Tórshavnar Býráð beinleiðis stuðlað Havnar Hornorkestri fíggjarliga. - Nú gleðast vit í býráðnum um, at vit um stutta tíð kunnu bjóða Havnar Hornorkestrið inn í nýggj venjingarhøli í miðbýnum, og tað meta vit sum eitt stórt framstig.

Síggi í tíðindaskrivi í vikuni, at til hetta 100ára hátíðarhaldið hevur orkestrið enn einaferð fingið nýggj ljóðføri, so sigast má, at nú grør um gangandi fót hjá tí nú 100ára gamla orkestrinum. Hetta skuldi verið góðar fyritreytir hjá dirigentinum og orkestrinum, at taka ímóti teimum avbjóðingum, sum eru fyri framman. Vit vita, at støðið í dag er høgt, men við hugagóðum og evnaríkum tónleikarum ber alt til. Og í løtuni eru einir 30 spælarar, herav nógv ungfólk, bæðir gentur og dreingir, so tað sær ljóst út.

Eg skal vegna mentunarnevndina og vegna Tórshavnar Býráð takka Havnar Hornorkestri fyri væl útint og trúfast arbeiði, takka fyri farnu 100 árini, og ynskja orkestrinum hjartaliga tillukku og fleiri 100 góð komandi ár í ásannan av, at Havnin veruliga ikki hevði verið tann sama uttan Havnar Hornorkestur.

Takk fyri, øll somul, og hjartaliga tillukku við degnum!




Heðin Mortensen - tel. 31 11 96 / fax. 31 12 65 / fartel. 21 11 96

Gjørt síðuna og sum er webmaster -------> Guðrun Heðinsdóttir Mortensen



Løgtingið Býráðið ÍSF Skansin Forsíðan Send mær ein teldupost Býráðið Løgtingið Ítróttasamband Føroya