.
| Javnaðarflokkurin | Løgting | Býráðið | Ítróttur | Talur |






Send mær ein teldupost

Vitjandi nr:

síðani 1. sep. 03

 

 

2007


Góða Nes Sóknar Ítróttarfelag, góðu NSÍ-arar og góðu veitslugestir

Fyrst av øllum vil eg vegna Ítróttasamband Føroya ynskja NSÍ hjartaliga tillukku við teimum 50 árunum og hjartaliga tillukku við Føroyameistaraheitinum!

Og so vil eg takka fyri, at Hjørdis og eg vóru boðin við til hesa stóru gallaveitslu tykkara í kvøld!

Ja, hetta hevur verið tað heilt stóra árið hjá tykkum, og tað skal eisini vera tykkum væl unt. Ikki minst, tá vit hugsað um, hvussu leingi tit hava bíðað.

Betri føðingardagsgávu enn eitt meistaraheiti kundu tit ikki fingið, nú NSÍ er farið um tey 50, og fótbóltur hevur verið spældur her inni á leiðini í nøkur og 30 ár.

Vit eru mong kring landið alt, sum bara hava bíðað eftir, nær tað fór at henda, tí tað hevur ligið í kortunum í skjótt ein mansaldur, at fótbóltsevnini høvdu tit góð.

* * *

Danski heimspekingurin Søren Kirkegaard segði, at »lívið skal livast frameftir, men skiljast aftureftir«. Hetta er ein sera rámandi mynd, tá vit hugsa um NSÍ.

Síðani fyrst í 70-unum hevur barna- og ungdómsarbeiðið verið tykkara størsta styrki, og NSÍ er kanska tað felag í landinum, sum - av øllum - hevur lagt størstu orku í tað.

Enski fótbóltsspælarin David Beckham kom eina ferð av misgáum at siga, at »tað var í fortíðini, men vit eru í framtíðini nú«. Spurningurin er, hvussu skeivt tað var, tí hetta kann róliga sigast um NSÍ í dag.

Við tí fortíð, tit hava at vísa á, og tí áhaldandi innsatsi, ið hevur verið gjørdur í NSÍ øll hesi mongu árini, so hava vit øll sæð, at framtíðin altíð er við í tí, tit gera.

Tá Nes Sóknar Ítróttarfelag sá dagsins ljós tann 24. mars í 1957, var hetta eitt felag, ið rúmaði og kom at rúma fleiri ítróttagreinum, so sum hondbólti, kappróðri og enntá badminton eitt skifti. Og seinni kom so eisini fótbólturin aftrat.

Men tá leiðslan í NSÍ fyri einum 10 árum síðani gjørdi av at umskipa felagið, fingu tit trý feløg í staðin fyri bara eitt, sum so kundu mennast hvørt í sínum lagi. Og tað hava tey eisini gjørt.

* * *

Hesi 50 árini hava verið ein menningartíð, og tá tað hevur snúð seg um at sett plássið á Føroya-kortið, hevur parturin hjá NSÍ ikki ligið eftir - ikki minst seinnu árini.

Tað eru bara fimm ár, síðani Tórsvøllur var litaður gulur og svartur á ólavsøku, og nú hava tit so gjørt tað eina ferð enn - við ongum minni enn føroyameistaraheitinum.

»Ein dyst í senn« hevur verið parolan, sum hevur ljóðað eftir hvønn einasta dyst, til tað so rakk á mál - enntá við meti í stigum og vunnum dystum í Formuladeildini.

Ikki sørt, at allar hesar útsagnirnar frá Óla Hansen, viku aftan á viku, hava mint eitt sindur um svenska landsliðspælaran Zlatan Ibrahimovic.

Hann spældi við hollendska Ajax, sum var langt á odda, tá bara 9 umfør vóru eftir. Tá spurdi ein tíðindamaður hann, um tað bar til at tapa 9 stig í seinastu 9 dystunum.

Tá svaraði Zlatan í besta Óla Hansen stíli: »Ja, so vítt eg veit, ber væl til at tapa 9 stig í trimum dystum…«

* * *

At NSÍ veruliga vildi nakað í ár, kom skjótt til sjóndar. Her var eitt sterkt kollektiv, ið fyrimyndarliga vildi stríðast til tað síðsta, fyri at fáa so nógv stig sum gjørligt.

Nú tit hava vunnið á tykkum sjálvum og samstundis øllum hinum, eri eg vísur í, at framtíðin hjá tykkum verður uppaftur ljósari.

Longu áðrenn tit kundu fara til Klaksvíkar eftir gullinum, hevði NSÍ gjøgnum árini vunnið yvir 40 meistaraheiti og eina rúgvu av steypakappingum í øllum deildum.

Tit hava ikki bara skrivað ein týðandi kapitul í tykkara egnu søgu, men so sanniliga eisini skrivað NSÍ inn í føroysku fótbóltssøguna, so tað stendur eftir.

Halda tit fram við tykkara frálíka barna- og ungdómsarbeiði, sum eg vil siga er øllum øðrum ítróttarfeløgum í landinum til stóra fyrimynd, er eingin ivi um, at føroyska fótbóltshimmiríkið - sum onkur rópti tað - stendur opið fyri tykkum!

Hjartaliga tillukku NSÍ, og eina góða veitslu øll somul!

So fari eg at heita á okkum øll um at reisast og rópa eitt leingi livi fyri Nes Sóknar Ítróttarfelag!


Heðin Mortensen



 











Heðin Mortensen - tel. 31 11 96 / fax. 31 12 65 / fartel. 21 11 96

Gjørt síðuna og sum er webmaster -------> Guðrun Heðinsdóttir Mortensen



Løgtingið Býráðið ÍSF Skansin Forsíðan Send mær ein teldupost Býráðið Løgtingið Ítróttasamband Føroya