.
| Javnaðarflokkurin | Løgting | Býráðið | Ítróttur | Talur |






Send mær ein teldupost

Vitjandi nr:

síðani 1. sep. 03

 

 


Jólatræið 2007


Góðan dag øll somul, og verið hjartaliga vælkomin á Vaglið til hesa hugnaløtu, nú ið jólamaðurin um eina lítla løtu fer at tendra jólatræið, sum ber okkum boð um, at jólini av álvara nærkast.

Tað gleðir meg at síggja, at so mong hava leitað sær í miðbýin í dag, og ikki minst er tað gleðiligt at síggja, at her eru børn í øllum aldri – bæði smærri og størri.

Eingin høgtíð goymir so nógv minni sum jólahøgtíðin, tí jólini eru knýtt at siðum. Vit vaksnu leita aftur til barndómsminnini og koma at hugsa um jólahugna, jólagleði og jólagávur. Tað gera børnini eisini, og gleða seg til at halda enn eini jól.

Góðu børn! Henda røða verður ein serlig heilsan til tykkum í dag. Vóni eisini at tit gleða tykkum til jóla.

Í dag er 1. desember, og eg rokni við, at tit eru farin tíðliga upp í morgun, at lata fyrstu lúkuna í jólakalendaranum upp.

Í Tórshavnar kommuna fóru vit eisini tíðliga upp í morgun, tí vit hava eisini ein jólakalendara, ein ógvuliga stóran og fjølbroyttan kalendara, sum nógv røsk og dugnalig fólk í felag hava evnað og riggað til.

Í okkara og tykkara miðbýarkalendara, - sum er ein jólabýur - fara vit hvønn dag fram til jóla at bjóða jólahugna. Handan (aftanfyri) stóru og tungu lúkurnar er nógv áhugavert at síggja og hoyra. Eg skal ikki siga alt, men har verða framsýningar, sangur og tónleikur, og har eru sølubásar og nógv, nógv annað, sum feløg, einstaklingar og skúlaflokkar í jólamánaðinum fara at bjóða tykkum at vera partur av.

Í okkara lúku í dag er tað fyrst og fremst jólatræið og annar jólahugni.

Og jólatræið, ja tað fer at standa her og lýsa til jólini eftir gomlum siði enda á trettanda.

Og vita tit, nær tað er?

Jú, tað er eftir nýggjár. Ikki trettanda januar kortini. Men trettan dagar eftir jóladag, og tað er 6. januar. Tá siga vit “á trettanda”.

Hendan dagin hátíðarhalda vit, at teir tríggir vísmenninir fóru úr Eysturlondum at finna Jesusbarnið í Betlehem. Teir komu fram og funnu barnið, har tað lá í krubbuni.

Vit, sum vóru børn fyri nógvum árum síðan, vilja á jólum so øgiliga fegin gerast børn aftur og minnast, hvussu jólini vóru tá, tí jólini og teir “góðu gomlu dagarnir” hoyra saman. Tí hava vit gjørt eitt jólahús í Degns húsum – Degns hús er hatta hugnaliga hvíta húsið við flagtekju og grønum sprossavindeygum har yviri. Har hava vit gjørt eina jólaframsýning soleiðis, sum jólini vóru, tá ommur og abbar - ella kanska langommur og langabbar tykkara vóru børn. Tit eru hjartaliga vælkomin at fara yvir at hyggja.

Í skúlanum sungu vit ein sera fittan og vakran jólasang, sum ein maður, sum æt Hans Andrias Djurhuus gjørdi einaferð langt eftir, at hann var blivin vaksin maður. Hann gjørdi ein sang um at minnast aftur á, hvussu tað var, tá hann var barn á jólum, og jólatræið stóð so vakurt pyntað og lýsti í stovuni. Hann spældi við ljósini. Tendraði og sløkti og var so hjartansfegin.

Hann sá, hvussu vakurt tað lýsti, tá ljósið var tendrað, og hvussu keðiligt tað var, tá hann sløkti aftur. Og so mintist hann aftur á sum vaksin maður, hvussu hugnaligt tað var á barnaárum ungu, sum sangurin eitur.

Og vita tit, hvar hann var barn á jólum?

Jú, tað var hann júst her í býnum. Her mitt í Havn var hann barn. Hann búði í einum húsum, sum æt Áarstova, og sum stóð longri niðri á Áarvegnum, niðri við Gongina.

Um nokk so nógv ár, tá tit verða vaksin, so fara tit kanska at minnast aftur á, tá ið tit vóru við til at tendra ljósini á jólatrænum, júst sum Hans Andrias Djurhuus tendraði síni jólaljós.

Eg eri vísur í, at tað fer at festa seg í minnið hjá mongum tykkara, so at tit, eftir at tit eru blivin vaksin, fara at minnast, at tað ella tað var hina ferðina, tit vóru og tendraðu tað øgiliga stóra jólatræið á Tinghúsvøllinumí Havn.

Latið okkum øll somul, bæði børn og vaksin, taka minnini við okkum og goyma tey sum eitt ljós, sum kann verða okkum øllum somlum til gleði og gagns. Eisini eftir at jólaljósini eru sløkt.

Vit vilja øll hava tað gott á jólum, og vit unna eisini øllum øðrum at hava tað gott, - tað er kjarnin í sjálvum jólaboðskapinum.

Men ongantíð mugu vit hava tað so gott, at vit ikki geva okkum stundir at hugsa um tey, ið ikki hava somu møguleikar sum vit, og sum kanska ikki hava nakað at gleða seg til um jólini.

Ynski mítt skal vera, at vit, eisini restina av árinum duga at bera víðari ta gleði og ta gávu, jólini geva okkum, og at vit hjálpa, har neyðin er stór, bæði her heima og úti í heimi.

Takk fyri og gleðilig jól øll somul.


Heðin Mortensen



 











Heðin Mortensen - tel. 31 11 96 / fax. 31 12 65 / fartel. 21 11 96

Gjørt síðuna og sum er webmaster -------> Guðrun Heðinsdóttir Mortensen



Løgtingið Býráðið ÍSF Skansin Forsíðan Send mær ein teldupost Býráðið Løgtingið Ítróttasamband Føroya