|
Lívsstílsstevna
2007 - 27. oktober 2007
Góðu fyrireikarar, framsýnarar
og gestir annars!


Tá eg fekk áheitan um
at seta Lívsstílsstevnuna, sum er tann fyrsta
av sínum slag í Føroyum, var eg beinanvegin
greiður yvir, at illa bar til at halda eina setanarrøðu,
ið til fulnar kann lýsa hetta so víða
og breiða fyribrigdið, sum lívsstílur
jú er.
Lívsstílur kann jú
bæði vera tað, sum er innaní, uttaná
og uttanum, og neyvan kann nakar av okkum til fulnar seta
orð á nakað so persónligt, sum okkara
egna lívsstíl. Og verri enn so altíð
duga vit sjálv best at greiða frá, hvør
júst okkara lívsstílur er.
Frá vøggu til grøv
eru vit undir ávirkan. Vit verða ávirkað
av okkara umhvørvi og av hvørjum øðrum,
og seinni verða vit ikki minni ávirkað av
tí, vit bæði síggja og hoyra, og
alt samalt er tað óivað við til at forma
okkum og okkara lívsstíl.
At eingin langt síðani er
komin við hugskotinum um eina lívsstílsstevnu
sum hesa, er kanska ikki so løgið, tí
tað er væl ikki so øgiliga langt síðani,
at føroyingar av álvara gjørdust og
vildu gerast meira tilvitaðir um seg sjálvan.
Vit hava í øldir verið
avbyrgd í Norðuratlantshavi, og tað hevur
verið í herindum nú og tá, at vit
hava fingið impulsir og íblástur uttanífrá,
ið hava myndað tær størstu broytingar,
okkum og okkara landi hevur verið fyri upp gjøgnum
tíðina.
Men so hvørt sum heimurin er
blivin størri og vit eru blivin størri partur
av tí stóra heimssamfelagnum gjøgnum
alheimsgerðina, er tilvitskan vaksin tilsvarandi, so
tað nú er at kalla gerandiskostur, at vit hyggja
at okkum sjálvum og okkara sjálvsmynd.
Lívsstílur er í
fyrsta umfari tað, vit eru fødd við og fødd
til, men so sanniliga er tað eisini nakað, hvør
einstakur av okkum sjálvur ger sítt til at
evna og mynda, tí so hvørt sum vit geva honum
meira ans, jú meira munnu vit hava hug at ávirka
hann eisini.
Tíðirnar broytast og tað
gera vit eisini. Hugsa vit aftur í trýssini,
síggja vit fyri okkum tey, ið tá vóru
ung hvussu tey eftir loknan arbeiðsdag smoygdu
arbeiðsklæðini av sær og fóru
í stásið, tí nú skuldi svingast
á bonaða gólvinum í Sjónleikarhúsinum.
Hálva øld seinni síggja
vit hesi somu fyri okkum, hvussu tey eftir loknan arbeiðsdag
smoyggja tann fína arbeiðsbúnan av sær
og fara í vásaklæðini, tí
nú skal rokast heima við hús ella
fyri ikki um at tala: Úti á trøðni
Fyri at venda aftur til hetta við
ávirkanini uttanífrá, so er hon í
dag sterkari og størri enn nakrantíð,
og hugtøk sum »at finna seg sjálvan«
eru vanlig í dagligari talu, men vóru fullkomuliga
óhugsandi fyri bert fáum árum síðani.
At finna seg sjálvan kann eisini
vera at finna sín lívsstíl, men samstundis
kann tað eisini vera ein lívsstílur, at
tú júst ikki finnur teg sjálvan. Tí
tín lívsstílur er tín og bara
tín, og tí ber tað heldur ikki til at
liva lívsstílin hjá einum øðrum.
Persónlig heilsurøkt og
vælvera eru fyribrigdi, mong okkara leggja sera stóran
dent á í dag, men sum fáur ella eingin
gav gætur fyrr. Vit síggja átøk
í hópatali, ið venda sær til tann
einstaka, so neyvan slepst undan at hugsa um seg sjálvan
frá innast til uttast.
Vit vita, at við góðum
og sunnum kosti, frískari luft og eitt sindur av
sveitta av og á, so eru møguleikarnir fyri
einum betri lívi munandi størri. Prísin
fyri tað øvugta kenna vit, tí samstundis
sum alt skal vera so lætt og ómaksleyst, økjast
persónligu krøvini.
Hóast allar hugsandi hentleikar,
ið skulu gera okkum lívið lættari,
er stress nú á døgum gerandiskostur
hjá mongum, og nógvir av dagsins heilsutrupulleikum
hava fingið felagsheitið »vælverusjúkur«
snøgt sagt, tí vit kanska hava tað
ov gott.
Djúpast sæð snýr
lívsstílur seg tí um, hvussu vit liva
og skapa okkara lív, og í øllum førum
er lívsstílur ein spurningur um at velja,
tí í allarflestu førum er lívið
ikki tann bera tilvild, men nakað, vit hvør í
sínum lagi kunnu hava stóra ávirkan
á.
Vit kenna jú orðatøk,
sum at »klæði skapa fólk« og
at »navnið spillir ongan«, og eg kundi hildið
fram við fleiri líknandi, ið júst
taka fram tað persónliga sniðið, ið
ger hvønn einstakan av okkum til nakað serligt,
ið er nakað heilt fyri seg.
»Tann, ið leitar, skal finna«,
og eg eri sannførdur um, at er tað onkur, ið
gongur og leitar eftir sínum lívsstíli,
so eru nógvar hjálpandi hendur og mong góð
ráð at heinta her hesar báðar dagarnar,
Lívsstílsstevnan er sett at verða her
á Hálsi.
Endamálið við hesi stevnu
er jú at skapa eina fjølbroytta, annaðleiðis,
sprelska, áhugaverda og ikki minst forvitnisliga
stevnu, sum lýsir so nógvar síður
sum gjørligt, ið hava við ymiskan lívvstíl
at gera.
Sum eg síggi stevnuna, er tað
eisini í sera stóran mun eydnast bæði
fyrireikarum og framsýnarum at røkka so víða
sum gjørligt, tí her er sanniliga nógv
og ymiskt, ið eisini umboðar sera nógvar
síður av lívsstíli.
Lívsstílur er nakað,
sum hevur við allar sansirnar at gera, og tí
ivist eg heldur ikki í, at mong hesar dagarnar fara
at leita sær higar, so tey fáa stimbrað
sínar sansir og tikið ímóti nýggjum
íblástri, ið tilvitað ella
ikki kann trimma lívsstílin eitt sindur.
Takk fyri og góða Lívsstílsstevnu!
Heðin Mortensen
|