.
| Javnaðarflokkurin | Løgting | Býráðið | Ítróttur | Talur |






Send mær ein teldupost

Vitjandi nr:

síðani 1. sep. 03

 

 

MAJ 2007 - 4. oktober 2007


Góðan dag øll somul!

Verið hjartaliga vælkomin í Müllers Pakkhús til hesa hátíðarløtu, nú ið Mentanarvirðislønir M.A. Jacobsens og Barnabókaheiðursløn Tórshavnar býráðs fyri 2007 verða handaðar.

Tað er mær ein gleði at síggja, at tað á hvørjum ári verður tikið so væl undir við hesum hátíðarhaldi, sum Rithøvundafelagið á sinni tók stig til, og sum hevur verið ein fastur táttur í mentanarpolitikki býráðsins nærum á hvørjum ári síðani 1958.

Eg eri serliga glaður at síggja, at tú - Elsba - skyldfólk og familja tín eisini í ár eru komin til hesa hátíðarløtu, ið ber navnið á pápa tínum, sum í sínum alt ov stutta lívsskeiði avrikaði so nógv fyri henda bý og hetta land.

Æraða samkoma.

Eitt fólk við ongari mentan, er einki fólk, verður ofta tikið til. Og hóast hesi orð eru við at verða útvatnaðar klichéir, eru tey kortini so sonn, sum tey eru søgd.

Kjakast hevur mangan verið um, hvat mentan er, og nógvar mentaðar meiningar eru lagdar fram í slíkum kjaki. Men at fáa eina semju um hetta orðið, tykist vera torført.

Summi hava hug at halla til, at mentan er tað, sum rørir seg í samfelagnum. Hvørki meira ella minni. Alt frá at sita og skriva fínar, kenslubornar yrkingar, smíða eini hús ella reinsa kjølin á einihvørji dangu á skipasmiðjuni. Eisini leti er partur av alheims mentanini. Mentan er stutt sagt fólkalív og virki.

Mentan kann eisini vera at ferðast og vitja onnur fólk. Síggja hvørjum tey liva av, og hvussu tey liva. Og er ein serliga mentaður sjálvur, so fer ein inn í ein bókahandil at hyggja, hvat hesi fólkini, sum ein nú er og vitjar, lesa. Og so kann ein, um ein er nóg mentaður til tess, seta seg inn í lokalu mentanina soleiðis partvíst.

Í vikuni høvdu vit vitjan av einum fyrrverandi amerikonskum forseta, ið soleiðis uttan um skránna spákaði í havnargøtum. Og einastaðni hann var inni, var júst í einari av mentanarháborgum okkara, um vit kunnu siga so. - Gamla Bókahandli, sum vit kenna hann, og har nógvur vísdómur stendur á hillunum.

Her er eitt stað, har nógv mentan er savnað. Men staðið sjálvt er mentan í sær sjálvum. Tí ein fittur partur av mentanini hjá bæði havnarfólki, og ikki minni bygdafólki, sum kemur til Havnar, hevur í hálvaaðru øld ella so verið inni í Gamla Bókahandil, sum hevur tann heiður, at vera á listanum yvir 10 teir bestu og hugnaligastu bókhandlarnar í heiminum.

Mentan er ikki bara fínt, sum tey, ið halda seg vera, seta høgt. Mentan eru vit øll somul. Mentanina eiga vit øll. Tey, sum hava serlig evni til tess, hava so gjørt sítt til, at eisini fremmandafólk fáa høvi at kenna okkara mentan.

Hugsa vit globalt, - at vit eru partur av alheiminum, so er áhugin fyri list og mentan seinastu árini vaksin nógv um allan heimin. Eisini her hjá okkum grør, sprettur og blómar mentanin. Nú er flestum øllum greitt týdningin, sum mentan og list hava fyri okkara vælferð og trivnað.

Nøkrum teirra við hesum serligu evnum fara vit at heiðra í dag. Júst fyri at hava nýtt síni evni til at gleða okkum onnur við tí, tey gera fyri okkara mentan.

Mentanarvirðislønirnar verða latnar eftir tilmæli frá eini 5-mannanevnd, har býráðið tilnevnir 3 umboð. Hinir limirnir í nevndini verða tilnevndir av ávikavist Rithøvundafelagnum og Fróðskaparsetri Føroya.

Býráðsumboðini eru Rigmor Dam, Jákup Jacobsen og Erling Isholm. Gunnar Hoydal umboðar Rithøvundafelagið og Turið Sigurðardóttir umboðar Fróðskaparsetur Føroya. Býarbókavørðurin Anna Brimnes, er skrivari hjá nevndini.

Nevndin hevur heimild at lata 3 virðislønir: eina fyri yrkisbókmentir, eina fyri fagurbókmentir og eina fyri mentanaravrik. Virðislønin fyri mentanaravrik kann verða latin fólki, sum hevur avrikað eitthvørt, sum er týdningarmikil fyri føroyska mentan. Nevndin kann gera av, ikki at lata virðislønirnar, ella onkra teirra, um hon heldur, at einki verk ella avrik er virðislønarvert, tað árið. Og sum tit kunnu lesa í skránni, verða 3 virðislønir latnar í ár.
Í nevndini fyri Barnabókaheiðursløn Tórshavnar býráðs eru eisini fimm limir: Poulina Slættanes og Ann Elisabeth Joensen eru valdar av býráðnum. Hansina Husgaard umboðar skúlabókavørðarnar í Tórshavnar kommunu. 2 fastir limir eru í nevndini: barnabókavørðurin á Býarbókasavninum, sum eisini er skrivari og formaðurin í mentamálanevndini, sum er Hildur Eyðunsdóttir. Hon er samstundis formaður. Barnabókavørðurin er Malan Hilmarsdóttir.

Barnabókaheiðursløn Tórshavnar býráðs varð fyrstu ferð handað í 1976. Heiðurslønin verður latin fyri bóka- og listaverk til børn, sum verður hildið at vera virðislønarvert. Heiðurslønin kann latast rithøvundum, týðarum, listafólkum og einstaklingum, sum geva út barnabøkur. Í mesta lagi ber til at lata 2 heiðurslønir. Tó kann nevndin geva bert eina ella onga, kemur hon til ta niðurstøðu. Í ár verður 1 virðisløn latin.

Á skránni í dag er umframt, at virðislønirnar verða handaðar, eisini tónleikur, sangur og upplestur.

Eftir tað, at grundgevingin fyri virðislønina er lisin, fær heiðursgesturin orðið.

Einaferð enn, hjartaliga vælkomin øll somul.

Endi

Petur Jacob Sigvardsen, Martin Joensen, Laura Joensen og Bárður Oskarsson, sum tíanverri ikki kundi vera saman við okkum í dag -

Fyri Tórshavnar býráð fari eg at ynskja tykkum hjartaliga til lukku við virðislønunum, sum tit í dag hava fingið fyri tykkara dygdargóðu avrik og ynski eg tykkum nógv góð og virkin ár á føroyska mentanarpallinum.

At enda fari eg at nýta høvi at takka tykkum í sangbólkinum Salt, tykkum í strúkiorkestrinum í Tórshavnar Musikkskúla, Rúnu á Heygum, og Høgna Joensen fyri hugtakandi sang, tónleik og upplestur. Takk fyri, at tit gjørdu hesa løtu so hugnaliga.

Eisini takki eg báðum nevndunum fyri gott samstarv og arbeiði.

Tit á Býarbókasavninum og í mentamáladeildini - takk fyri tykkara arbeiði.

Og tit - góðu gestir og tit, ið varða av, - takk fyri, at tit komu í Müllers Pakkhús til hátíðarløtuna í dag.

Nú bjóðar mentamáladeildin hvítvín, djús og pinnamat, og eru tit øll hjartaliga vælkomin at steðga á eina løtu og heilsa upp á tey, sum vit í dag heiðra.

Takk fyri


Heðin Mortensen

 











Heðin Mortensen - tel. 31 11 96 / fax. 31 12 65 / fartel. 21 11 96

Gjørt síðuna og sum er webmaster -------> Guðrun Heðinsdóttir Mortensen



Løgtingið Býráðið ÍSF Skansin Forsíðan Send mær ein teldupost Býráðið Løgtingið Ítróttasamband Føroya