|
10.
februar 2007
Kvøða til Sjónleikarhúsið
Gott kvøld øll somul!
Nú vit í kvøld
sita í góðum veitsluhýri í
hesum ótrúliga vakra og hugnaliga sali og
hátíðarhalda, at tað eru 80 ár
síðani, at Sjónleikarhúsið
var tikið í nýtslu, fari eg fyrst at takka
nevndini fyri, at Hjørdis og eg eru bjóðað
við í kvøld.
Og lat meg alt fyri eitt siga, at eg eri felagsnevndini
ógvuliga takksamur, at hava fingið høvi
at bera fram ein heilsan í kvøld. - Tøkk
skulu tit hava fyri tað.
Nú veit eg ikki, um tað er sum borgarstjóri,
at mær er sýndur hesin heiður, men tað
kundi eins væl verið sum fyrrverandi formaður
í felagnum, sum vanligur limur ella sum ein, ið
stóran part av barna-, unglinga- og vaksnamannalívinum
hevur havt sína gongd her í húsinum.
Líkamikið.
Í garðinum norðan fyri stendur standmynd
av fólkakæra skaldi okkara, Hans Andriasi í
Áarstovu.
Tey, sum kenna felagssøguna vita, at Hans Andrias
var formaður í felagnum í mong ár,
ja hann er tann, ið hevur sitið longst sum formaður,
frá 1930 til hann doyði í 1951, - t.v.s.
í 21 ár út í eitt.
Hans Andrias var ógvuliga virkin í mentanarlívinum
í Føroyum og serstakliga góður
við húsið og felagið. Hann yrkti, skrivaði
søgur og ævintýr, var góður
fólkafundarrøðari og mangt annað.
Hann skrivaði eisini fleiri sjónleikir, sum vóru
spældir her í húsinum og yrkti í
1926 vælkendu vígsluorðini til Sjónleikarhúsið:
Verði høgt til loft, verði vítt til
veggja.
Vælsøgd orð! Orð, sum ofta verður
tikið til, tá ið blíðskapur, hjartarúm
og gestablídni verða sett í hásætið.
Taka vit samanum hesi 80 árini, mugu vit ásanna,
at orðini vóru væl vald, tí her
hevur sanniliga verið høgt til loft og vítt
til veggja. Nógvar vitjarnir hava eisini verði
m.a. Kallakór Reykjavíkur, sum hevur havt
framførðslu her á pallinum og sangarin
Stefan Islandi og nógv, nógv onnur mentunartiltøk.
Sjónleikur í Havn hevur djúpar røtur
í býarsøguni.
Áðrenn Sjónleikarhúsið stóð
liðugt, var Havnar Klubbi sum oftast karmur um sjónleikin
í býnum, men við Sjónleikarhúsinum
mentust møguleikarnir og áhugin, bæði
at skriva og spæla sjónleik.
Fyrsti leikur, sum leiktur var í húsinum var
Hjá Dalabøndum eftir Rasmus Effersøe,
og síðani tá er mangur leikur leiktur,
bæði av føroyskum og útlendskum
uppruna, og hevur sjónleikurin ment seg nógv
upp gjøgnum tíðina.
Tað var hin kendi arkitekturin H.C.W. Tórgarð,
sum teknaði og gav húsinum sítt sermerkta
snið - reyðmálað við svartari tekju,
og sum mentanarligar eldsálir í býnum
stóðu saman um at fáa reist í 1926.
Tórgarð hevur forrestin eisini teknað hitt
leikhúsið í býnum Meiaríið
í Tórsgøtu. Tað var í 1922.
Havnarfólk tóku húsið til sín,
og hevur tað frá fyrsta degi verið ein mentanardepil
í býnum, og er tíbetur enn í
dag karmur um eitt ríkt mentanarvirksemi.
Tað slepst neyvan undan at nevna nøvn við
eitt slíkt høvi sum í kvøld,
tó at eg veit, at tað ikki er vandaleyst at gera
tað. Tað er so skjótt at forsmáa onkran,
men tað er í øllum førum ikki ætlanin,
heldur tvørtur ímóti. Men tað skerst
ikki burtur, at í einum so traditiónsríkum
felag, vilja tað altíð verða nøkur,
ið hava skara burtur úr. Nøvn, sum vit
taka fram, tá ið vit skulu siga frá onkrari
hending, stuttligari søgu ella tilburði. Fólk,
sum liva í felagssøguni.
Her høvdu William og vinmaðurin Zahle, tann tíð
tað var, sína dagliga gongd, kanska serliga aftan
fyri pallin.
Í søguni um Grýluveitsluna skrivar
William m.a. um sín holla vin og listarliga arbeiðsfelaga,
at ikki vardi leingi fyrr enn vit løgdu í
vaðið at mála sjónleikatjøld,
og vit vóru uppií at fáa bæði
Villdunnuna hjá Ibsen og Náttarherbergið
hjá Gorki til framførslu í Sjónleikarhúsinum.
Og seinni í sama teksti skrivar William, at hann
altso, Zahle hevði, tá ið samanum
kemur, alstóran áhuga fyri Sjónleikarhúsinum
og endaði sínar dagar sum stjóri fyri
okkara heimliga leikpalli.
Her sóu vit á palli Knút Wang, Fraser,
Crayon, Kristinu Øster, Jóhannu Mariu, Jenny
Rein, Oskar, Olivur, Albert, Jóhan Seyer, Sverra
Egholm, Poul Johannes, Rólant, Jákup Olsen
og mong, mong onnur, sum tíanverri ikki eru millum
okkum longur.
Magna í Stórustovu, Lina Larsen og Poul Arne,
Hesi fólk og øll tit, ið eru her í
kvøld, hava ríkað okkum við nógvum
góðum løtum á pallinum í
Sjónleikarhúsinum millum ár og dag.
Onnur góð fólk í Havn t.d. Hansina
á Kák og Seymi Sanna høvdu eisini tokka
til húsið og virksemið tess. Vit minnast
Rikard Mouritsen og Karl á Tórsgarði,
sum passaðu ljós og ljóð og annars
høvdu sína gongd her, tá ið okkurt
tiltak var.
Í biografinum vóru Ewald Arge og Pauli einaráðandi.
Teir vóru sanniliga eisini partur av Sjónleikarhúsinum.
Mangan var stuttligt, tá ið Pauli legði fram
roknskapin á aðalfundum, og fortaldi um túrarnar
í Keypmannahavn, tá ið hann við karamelludósini
fór at vitja films leverandørarnar í
Danmark. Tá mundi láturin ikki tagna aftur
á aðalfundinum.
Undir krígnum tók enska hervaldið Sjónleikarhúsið.
Í bókini Handan fyri havið
býurin og bygdin skrivar skaldið Magnus
á Kamarinum einastaðni, at her hildu hermenninir
veitslur, og øll konufólk høvdu fría
atgongd. Eitt kvøldið var tó endað
galið hjá eingilskmonnum. Ein havnarmaður
var komin innum, ikki tí at kona hansara var har.
Nei, hann skuldi bara vísa hesum eingilskmonnum,
at føroyingar eisini kundu berjast. Hesin maður
var tiltikin djarvur og sterkur, og hann dugdi at berjast.
Hann hevði stillað seg í eitt horn í
dansihøllini, og eingilskmenninir royndu seg við
sínum fair play, maður móti
manni. Men hetta kostaði teimum ov nógv, tað
var ógjørligt at klára henda havnarmannin.
So sendu teir boð eftir Red Caps, men tá
var hann horvin, hann vildi bara undirstrika, at hann fann
seg ikki í nøkrum.
Magnus sigur víðari, at tá maðurin
var liðugur at banka hermenn, lá ein næstan
tveir metrar høgur bunki av eingilskmonnum stáplaður
frammanfyri honum, sum sandsekkir, ið kundu verja hann,
um teir fóru undir at skjóta.
Soleiðis skrivar Magnus um tíðina, tá
ið enska hervaldið búleikaðist í
húsinum.
Eg tori at pástanda, at øll havnarfólk
og mestsum allir føroyingar onkuntíð á
lívsleiðini, so ella so, hava havt okkurt tilknýti
til Sjónleikarhúsið. Um ikki, so hava
tey forsømt seg.
Vit, sum eru komin saman her í kvøld, hava
nógv góð, hugnalig og stuttlig minni úr
húsinum. Og eg ivist ikki í, at onkur her
í kvøld, veit onkra góða at fortelja.
Tú kemur at hugsa um góð dansikvøld,
bæði í føroyskum og enskum dansi,
sunnukvøldini við Gogguni, og mikukvøld
og leygarkvøld við Faroe Boys og øðrum
orkestrum, spennandi filmar á løriftinum,
kvøldsetur og upplestur, konsertir, framsýningar
og sjónleikir.
Og ikki um at tala grindadansin og uppboðssølurnar
hjá Sigfred Skaale, basararnir, veitslurnar, politisku
fundirnar og mong, mong onnur tiltøk.
Sjálvur minnist eg við gleði aftur á
barnadansin í 50-unum, tá ið Dávur
Magnussen, apotekarin, og Jóhannes av Skarði
og onnur lærdu okkum stev og Ormin Langa.
Ja, høvdu hesir veggir kunna tala, so hevði nógv
áhugavert verið at hoyrt. Hoyrt teir fortalt
frá tiltøkum í hesi høll í
heili 80 ár.
Vónandi kemur søgan hjá hesum húsið
og felag skjótt út í bók, soleiðis
at vit kunnu varveita søguna.
Havnar Sjónleikarfelag, sum er eldri enn húsið,
hevur síðani tað varð stovnað í
1918 verið eitt ógvuliga virkið felag, har
felagsnevnarin hevur verið áhugin at spæla
sjónleik og at varðveita húsið, og
hava skiftandi nevndir og limir við eldhuga og ágrýtni
roynt at skapa eina góða samveru í og
rundan um felagið og húsið.
Og her rennur saman millum áhugamálini hjá
býráðnum og ymsu feløgunum í
býnum, tí hjá okkum, í politiska
arbeiðinum er fremsta uppgávan, at skapa góðar
umstøður fyri trivnaði og menning soleiðis,
at fólk kunnu koma saman í frítíðini
um felags áhugamál í góðum
og tryggum umhvørvi.
Men ikki tykkum at siga, - tað eru feløgini,
sum fylla karmin, og av royndum veit eg, at her í
húsinum verður gingið við lív
og sál upp í arbeiði, tí vit eru
øll góð við felagið og húsið.
Treyðugt so, nøkur meir enn onnur, men sum sagt,
felagsnevnarin er áhugin fyri sjónleiki og
húsinum
Í býnum eru tvey leikhús. Í
báðum førum er fíggjarligi stuðulin
frá býráðnum týdningarmikil
fyri virksemið. Um stuðulin er nóg stórur,
kann altíð vera kjakast um, men tað er ein
sannroynd, at hevði býráðið ikki
sæð týdningin av at stuðla sjónleikinum
í býnum, hevði stuðulin ikki verið
so stórur, sum hann hóast alt er. Vit vita,
at tá ið sjónleikur er á skránni,
gevur tað avkast og íkast til annað vinnuligt
virksemi í býnum.
Samstarvið millum Sjónleikarfelagið og býráðið
hevur alla ta tíð, eg havi verið í
býráðspolitikki, verið fyrimyndarligt,
og eg tori at siga, at tað hevur verið til gleði
og gagns fyri báðar partar.
Gleðiligt er, at tað í fjør eydnaðist
at fáa eina fasta dagliga leiðslu í húsið,
so at Sjónleikarhúsið verður eitt
enn meira virkið mentanarhús, og at tað,
tá alt er komið í eina fasta legu, fer
at hava eitt gott og fjølbroytt tilboð til øll
í býnum og øll, sum vitja býin.
Eg vil nýta hetta høvi at ynskja dagliga leiðaranum,
Oddvá Nattestad, og felagsnevndini blíðan
byr í arbeiðinum at gera Sjónleikarhúsið
til eitt spennandi mentanarhús.
Ein sjónleikur er ein stór verkætlan,
og krevur, at stev, samstarv, samanhald og hugflog er gott.
Neyðugt er at lyfta í felag, skal málið
røkkast. Og her vita vit, at góðar, kreativar
kreftir hava lagt og leggja stóra orku í,
at tað skal eydnast.
Fastir táttir í húsinum eru ólavsøkukabarettin
og leikhúsjól.
Kabarettin gevur ungdóminum møguleikan at
royna seg á palli, meðan Leikhúsjól
gevur børnunum avbjóðingar.
Mong eru tey, ið hava stuttleikað sær í
Sjónleikarhúsinum á ólavsøku,
tá studentar og seinnu árini tey ungu í
felagnum hava spælt vælumtóktar og fyndugar
kabarettir. Mangir vælyrktir og rámandi tættir,
sum í dag eru fólkaogn, eru fyrstu ferð
bornir fram á pallinum í hesum húsi.
Nógvu leikararnir, ið kanska fyrstu ferð
stóðu á palli í eini ólavsøkukabarett,
munnu hava nógv góð og stuttlig minnir
frá teirri tíðini.
Harumframt verður miðað eftir at seta upp barnaleikir
og aðrar leikir á hvørjum ári,
alt eftir hvussu orkan og áhugin er.
Kundi hugsað mær, at vit sóu fleiri barnaleikir,
men eg veit, at tað er tíðarkrevjandi, kostnaðarmikið
og strævið. Tó kann eg ikki lata vera við
at hugsa um Kardamunnubýin.
Tað var ein brakandi succes. Mær er sagt, at leikurin
gekk fyri fullum húsi 63 ferð. Her vóru
børn, ung og eldri saman um ein familjuleik, ið
eydnaðist stak væl.
Tað man vera eindømi í føroyskari
sjónleikarsøgu, at gravgangurin at fáa
atgongumerki er so stórur, at neyðugt er at brúka
lýsingartorgið í Sosialinum at sóknast
eftir atgongumerkjum. Haldi meg minnast, at ein dagin vóru
tríggjar lýsingar, har fólk ynsktu
at keypa atgongumerkir.
Havi hug at nevna upplestrarbólkin hjá Linu,
har afturvendandi tiltakið í november mánaði
í Tilhaldinum verður væl vitjað. Eg
veit, at okkara eldru borgarar gleða seg til hetta tiltakið
á hvørjum ári.
Tórshavnar Kvøld- og Ungdómsskúli
hevur í samstarvi við Sjónleikarfelagið
skeið í sjónleiki fyri børn, sum
Hedwig Westerlund og Páll Danielsen taka sær
av. Eitt frálíkt tilboð til skapandi og
kreativ børn og ung, ið ikki smæðast
at fara á pall. Tað hava vit mangan sæð
við góðum úrsliti.
Føroya kvøldini um summarið
er eisini ein táttur, sum vit í kommununi
og ferðavinnan eru glað um, tí tey geva útlendskum
ferðafólki og øðrum áhugaðum
eitt gott høvi at uppliva brot úr
føroyskum skaldskapi, føroyskan dans fyri
at enda kvøldið við einum góðum
føroyskum bita.
Hóast tað kanska ikki altíð hevur
verið líka lætt at reka eitt felag sum
Havnar Sjónleikarfelag og Sjónleikarhúsið,
tað vil so vera, at viðhvørt gongur tað
væl, og aðrar tíðir minni væl,
tá ið alt stórt sæð verður
gjørt av áhuga, so er at vóna, at tað
eisini í komandi tíðum verður eins
og higartil, at tað er hugurin, ið drívur
verkið.
Til ber ikki at nevna alt, tí tiltøkini eru
so mong og fjølbroytt, men eg havi huga at nevna
eitt afturat, og tað er, at Tórshavnar kommuna
í nógv ár hevur latið Sjónleikarfelagið
umsita húsini hjá Hans Andriasi, har MáF
hevur skrivstovu.
Nevndin í MáF og dagligi leiðarin gera
eitt stórt arbeiði at menna áhugasjónleikin
í Føroyum.
Sum ÍSF forseti minnist eg við gleði aftur
á fimmti ára hátíðarhaldið
hjá felagsskapinum í 1989. Hetta var í
formanstíðini hjá Gullu.
Vit vendu okkum til MáF og Havnar Sjónleikarfelag
við ynski um at samstarva um ítróttarleikin
Framá. Tað eydnaðist, og fekk
leikurin stak góða undirtøku. Um tað
var tí, at 21 mannligir fótbóltsleikarar
og hjálparfólk hálv- og heilnaknir
vóru á palli, skal eg lata verða ósagt.
Men væl gekst. Leikurin var eisini spældur á
pallinum í Tjóðleikhúsinum í
Reykjavík.
Men tað dugir einhvør at síggja, at alt
hetta fjølbroytta virksemi krevur tíð,
orku og fíggjarligan stuðul, og tað er m.a.
her, at Tórshavnar býráð kemur
inn í myndina.
Stuðulin til Sjónleikarfelagið er ein knapp
mión kr. um árið, umframt at stuðul
verður latin til hvørja uppseting.
Sjónleikarhúsið er seinastu 20 árini
við hjálp frá býráðnum
umvælt og úbygt. Lán eru niðurgoldin
og fíggjarligi stuðulin øktur munandi.
Húsið er nú í góðum
standi og virksemið stórt. Men nógv liggur
á limum og nevnd at útvega inntøkur,
og var ikki húsaraksturin so tungur, hevði munandi
meira kunnað verið gjørt við tað,
sum er endamálið við húsinum, tað
at venja og framføra sjónleik.
Virksemið í húsinum, er eitt stórt
og týðandi mentanarligt arbeiði, sum hevur
havt ómetaliga stóran týdning fyri
øll sum, har nær sagt brenna
fyri sjónleiki.
Enn sum áður er Sjónleikarhúsið
karmur um eitt ríkt mentanarlív í býnum.
Lat meg enda við orðunum hjá Rasmusi Effersøe,
ið standa uppi yvir pallopinum:
Til gamans og álvara
Latið okkum leggja okkum í geyma frálíku
orðini hjá hargarskaldinum og samfelagsrevsaranum,
Poul F. Joensen, sum í yrkingini Skemtarorð
hevur hesi vísdómsorð:
Skemtarorð, ið látur vekja,
hví skal eg við teimum tiga!
Látur best kann sinnið lekja,
lívið nokk av sorg kann siga!
Sært tú ei tað, sum kann gleða,
ber tað ringa her á foldum,
kanst tú ei við øðrum læa,
betur tú vart undir moldum.
Hjartaliga tillukku á 80 ára
degin, Sjónleikarhúsið
Takk fyri og góða veitslu!
Heðin Mortensen
|