.
| Javnaðarflokkurin | Løgting | Býráðið | Ítróttur | Talur |






Send mær ein teldupost

Vitjandi nr:

síðani 1. sep. 03

 

 

20. januar 2007

Ítróttahøllin í Kollafirði



Góðu kollfirðingar – góðu gestir

Endiliga upprann dagurin, ið tit í Kollafirði og KÍF leingi hava bíðað eftir.

Tað kann av sonnum sigast, at dagurin í dag er hátíðardagur í Kollafirði.

Byrjað varð í skúlanum, har vit sóu ein mest sum nýggjan skúla. Síðani fóru vit í nýggju læknahølini, og nú eru vit komin til triðja stóra hátíðarhaldið í Kollafirði í dag, nú ið Ítróttahøllin alment verður tikin í nýtslu.

Eitt av stóru ynskjunum hjá kollfirðingum seinastu árini hevur verið at fingið eina ítróttahøll til vaksandi virksemið hjá KÍF, og ikki minst, at felagið í hondbólti og flogbólti kann venja og spæla sínar heimadystir á egnum vølli fyri sínum trúføstu áskoðarum og fjepparum.

Striltið hevur gingið, men sum orðatakið sigur: Tolin trívst. Nú er ynskið uppfylt, og stendur henda stásiliga høll liðug, og skal tað vera mín vón, at høllin fer at vera góður karmur um virksemið, ið fer at verða her.

Eg ivist ikki í, at tit, ið varða av, og eru virkin í ítróttafelagnum í bygdini, og fólkið alt, fara at njóta gott av, at bygdin hevur fingið eina stóra og stásiliga ítróttahøll, har møguleikar verða fyri ítróttatiltøkum og felagslívi av ymsum slagi. Tað, at samansjóða skúla og ítróttahøll tykir mær at vera gott hugskot, tí nú kann m.a. ítróttaundirvísingin í skúlanum gerast uppaftur fjølbroyttari og meira spennandi.

Havi hug at nevna í hesi heilsan, at í Kollafirði hava verið og eru undangongufólk, ið hava torað og havt áræði at bróta upp úr nýggjum og royna nýggjar leiðir og avbjóðingar.

Hugsi um “Hallarstuðlar”, sum við eldhuga og ágrýtni hava gjørt eitt stórt og týðandi arbeiði at fullføra hesa verkætlan, sum eg veit, fer at hava ómetaligan týdning fyri trivnaðin og fjølbroytnið í ítróttatilboðunum í bygdini, og sum ikki minst fer at verða týdningarmikil fyri samleikan, samveruna og samanhaldið. Um virksemið hjá Hallarstuðlum fer Vagnur Johannesen at greiða frá.

Lítið veiggj hevði verið í føroyska ítróttinum, um ikki tær mongu sjálvbodnu eldsálirnar: felagsnevndir, ítróttaleiðarar, venjarar, leikarar, viðhaldsfólk, stuðlar og í hesum føri “Hallarstuðlar”, høvdu lagt so stórt arbeiði í ítróttin, sum teir og tey gera. Hesi fólk eru lívæðrin og hjartatátturin í einum virkisfýsnum ítróttafelagsskapi og í arbeiðinum at skapa fyritreytir og menning í eini bygd ella kommunu.

At byggja eina tílíka ítróttahøll kostar. Og tað kostar nógv. Men eg haldi, at hetta er ein skilagóð íløga, sum kemur øllum samfelagnum til góða. Tí hetta er ikki bara ein íløga í eina høll, sum børn og ungdómar okkara kunnu nýta at íðka ítrótt í.

Nei, ein tílík ítróttahøll er ein savningardepil, ein mentanarmiðdepil í nærumhvørvinum.

Eitt skulu tit vita: Tórshavnar býráð hevur stóra virðing fyri tí arbeiði, ið tit hava gjørt, og teirri orku, tit hava brúkt at gera umstøðurnar betri at íðka ítrótt í bygdini.

Tí ítróttur er okkara størsta einstaka mentanarliga grein. Ongin onnur mentanargrein hevur so nógv virkin fólk. Ítróttur er besta trygdin fyri eini sunnari sál í einum sunnum likami, og ovurstóri týdningurin, ið ítróttur hevur í barna- og ungdómsarbeiði, skal ikki verða undirmettur. Um rætt verður atborið, stimbrar og styrkir ítrótturin uppalingina og fólkaheilsuna og er besta trygdin, verndin at fyribyrgja, at ungdómur okkara ikki kemur út í rúsevnismisnýtslu ella aðra skaðiliga ávirkan.

Í mínum arbeiði sum forseti í Ítróttarsambandi Føroya og við mentanarpolitikki havi eg sæð stóra týdningin, tað hevur fyri trivna og menning í landi okkara, at vit eiga ein virknan ungdóm, sum ikki sparir seg, men leggur tíð og orku í at kappast móti javnlíkum í báti, hyljum og á leikvøllum.

Vit, sum fáast við ítrótt og tískil hava dagligt samband og samstarv við fjøld av fólki í øllum aldri, ið er virkin í ítróttinum - serliga ungdóm, kvinnu sum mann - undrast og fegnast støðugt, hvussu eldhugi og sjálvsofran kunnu flyta fjøll - og gera tað!

Tað er við gleði, at eg sum borgarstjóri, í dag kann staðfesta, at Ítróttahøllin í Kollafirði er vorðin veruleiki, og at vit í kommununi eru komin enn eitt stig á leiðini at nøkta hallartørvin í kommununi.

Eg skal at enda takka øllum, sum hava verið við í arbeiðinum at byggja høllina, og fari eisini at ynskja kollfirðingum og KÍF, Kollafjarðar skúla og øllum borgarum í Tórshavnar kommunu hjartaliga til lukku og góða eydnu við hesi stásiligu ítróttahøll.

Heðin Mortensen
borgarstjóri












Heðin Mortensen - tel. 31 11 96 / fax. 31 12 65 / fartel. 21 11 96

Gjørt síðuna og sum er webmaster -------> Guðrun Heðinsdóttir Mortensen



Løgtingið Býráðið ÍSF Skansin Forsíðan Send mær ein teldupost Býráðið Løgtingið Ítróttasamband Føroya