|
13.
desember 2006
Pensjónistafelagið
Fari fyrst at takka fyri, at Hjørdis
og eg aftur í ár eru bjóðað
í jólaveitslu hjá Pensjónistafelagnum.
Lat meg alt fyri eitt siga, at vit bæði
eru ógvuliga fegin um at vera saman við tykkum
í kvøld, tí vit eru altíð
farin ríkari heimaftur úr veitsluni. Tað
hevur verið stak hugnaligt og lívsjáttandi
at veri her á Hotell Hafnia til jólaveitslu
hjá felagnum. Blíðskapurin, sum vístur
hevur verið okkum, hevur altíð verið
stórur. Hjartaliga tøkk eiga tit fyri tað.
Um hesa tíðina fram
í móti jólum er vanligt, at
nógvar bøkur og siðsøgulig tíðarrit
koma út.
Nú um dagarnar fekk eg bókina
Traðkaðu fólkinum slóð, sum Finnur
Johansen hevur skipað og lagt til rættis.
Finnur hevur í nógv ár
savnað myndir úr gomlu Havnini, og í hesi
bók eru myndir frá 1860 til umleið 1900.
Tað, sum ger bókina áhugaverda er, at
við hvørja mynd hevur Finnur skrivað ein
stuttan tekst um hús og fólk.
Tá ið tú situr við
bókini, undrast tú á, hvussu lítið
býurin í høvuðsheitum er broyttur
eftir ár 1900. Tað er ikki fyrr enn seinastu
50 til 60 árini, at stórar broytingar síggjast
í býnum.
Tað er nú einaferð so,
hjá vælsagtans okkum øllum, at gamlar
myndir fáa okkum at støðga á eina
lítla løtu, ella sum sagt verður á
modernaðum máli, fáa okkum at reflektera.
Vit grunda ella hugsa um, tað vit síggja, og
soleiðis var eisini við myndunum í nevndu
bók. Tankar mínir fóru á flog,
og fór eg at hugsa um dreingja- og unglingaárini,
tá vit høvdu allan býin sum spælipláss.
Havnin var nógv øðrvísi
tá, ikki størri enn so, at øll kendu
hvør annan og vistu hvør var hvør.
Tað skal ikki verða nøkur
loyna, at miðbýurin, Tinganes og vágirnar
báðar, standa mínum hjarta nær.
Tað var í hesum umhvørvi, at eg vaks upp.
Havi við hetta høvi hug at
nevna, at miðbýurin sanniliga er ein vøkur
perla við sínum trøum og urtagørðum.
Vit eru øll góð við miðbýin
og kenna ábyrgd fyri umhvørvinum her, og royna
eftir besta førimuni at hjúkla um arv okkara,
og ikki órógva umhvørvi meiri enn mest
neyðugt. Sjálvandi stendur tíðin ikki
í stað, men fyrilit og varsemi eiga at verða
raðfest høgt, um broytingar verða gjørdar.
Okkara og landsins hugnaligi miðbýur
er viðbrekin, og tað liggur á okkum at røkja,
umsita og fara væl um býarhjarta landsins,
tí einaferð skulu okkara eftirkomarar taka við,
og tá eiga vit skommina, um býurin ikki er
hugnaligari at búgva og virka í, enn tá
vit tóku við eftir teimum, ið bygdu bý.
Tað eru gott og væl 100 ár
síðani, at urtagarðarnir og trøini
í miðbýnum vóru gróðursett,
sum ein grønur ringur og verndareingil um miðbýin.
Í dag duga vit illa at ímynda okkum, hvussu
verið hevði, um trøini ikki vóru.
Jørgen-Franz Jacobsen skrivar
í nøkrum hugleiðingum, at tað er sovorðin
eyðkendur blíður dámur um henda gróðurgyrda
Áarvegin. Ongin væntar sovorðið so
norðarlaga og í hesum berliga landi.
Í Havn hava verið og eru
familjur við stórum áhuga fyri urtagarðsarbeiði.
Hugsi um tey í Geil og tey hjá Trónd
Hansen, Rasmus Effersøe, Rikard Long og seinni Karl
á Tórgarði og Thorvald Poulsen umframt
mong onnur, ið hava lagt og leggja stóra orku
í at gróðurseta og røkja urtagarðarnar
og frílendini í býnum.
Nú vit eru í jólahýri,
kann til stuttleika verða nevnt, at í 1904 fór
Trónd Hansen, sum tann fyrsti í landinum at
selja jólatrø í miðbýnum
í Havn.
Í einum jólablaði,
sum kom út fyri nøkrum árum síðani,
skrivar Vagnur Michelsen, at Trónd Hansen, ið
var føddur í 1881, sum ungur fekk áhugað
fyri urtagarðsarbeiði. Hann hjálpti millum
annað Djóna í Geil, sum plantaði fyrstu
trøini í plantaguni í Havn. Í
greinini stendur eisini at lesa, at tað var Trónd
Hansen, sum gjørdi urtagarðin millum Sparikassan
og Tinghúsvøllin.
Tað verður sagt, at har plantaði
hann eitt træ fyri hvørt barnið, ið
konan, Stephania ættað av Heyggi á Húsum,
átti. Tann vakra reyðbókin, ið stendur
norðan fyri kioskina hjá Astu eitur Træið
hjá Miu ella Miusa træ.
Mia Trónd var fødd í 1914 og doyði
í 2003.
Øll kenna vit áhugaverdu
myndirnar hjá Birgari Johannesen, sum hann plagar
at hava í bløðunum.
Herfyri hevði hann tvær myndir
av umhvørvinum norðan fyri Føroya Banka.
Onnur myndin var tikin í 1955, meðan hin var
nýggjari.
Myndirnar vístu, hvussu býarmyndin
er broytt seinastu 50 árini. Men selju-rønn
træið stendur enn í Steinagøtu,
har tað hevur staðið síðani 1912,
skrivar Birgar.
Henda myndin og nógvar aðrar
hjá Birgari plaga vanliga eisini at fáa mínar
tankar á flog.
Eg sá fyri mær Tórsgøtu,
sum var onnur høvuðshandilsgøtan í
býnum tá. Hin var eystanfyri, frá Kongabrúnni
og niðan móti Sjónleikarhúsinum.
Í mínum hugaheimi var
eg í Tórsgøtu og har um leiðir
við øllum tí nógva og fjølbroytta
virkseminum, ið fyrr var.
Har komu fram í minnið handilin
hjá Heinesen, sum seinni bleiv handil hjá
Valdemar Lützen, har sum Sosialurin nú er. Sjómansheimið
og kjøtbúðin hjá Jens Reinert.
Har var Vaskaríið og Reinsaríið.
Eg sá fyri mær longu bíðirøðina
uttanfyri Meiaríið, har vit stóðu
við hvør síni mjólkaspann og bíðaðu.
Handilin hjá LambaJóannes, har Ebba
og Niels Mortensen seinni fóru at selja gardinur
og klæðir. Posthúsið, Maria Poulsen
og Herluf Arnason.
Á horninum við Sverrisgøtu,
Frants Restorff og kjøthandilin hjá Heina
í Kjøt, har Lítli seinni fór
at selja sínar døgverðar. Handilin hjá
Viggo Dal-Christiansen. Frelsunarherurin og Føroya
Banka húsini.
Fram í minnið kom eisini
Karl hjá Vága-Heina og handilin hjá
Demmus. Har vóru skómakarar, bakarar, barberar,
smiður og nógv, nógv onnur fólk
og handlar.
Tankarnir leitaðu eisini oman í
Vágsbotn, sum tá í tíðini
hevði eitt yðjandi lív frá snimma
á morgni til seint á kvøldi. Har komu
fólk úr øllum Føroyum í
land av ferðabátunum, og har var somuleiðis
nógv vøra umskipað. Har ráddi Rubek.
Mjólkabátarnir komu og
fóru, og smábátarnir seldu fisk. Hetta
er alt ein horvin havnarmynd, treyðugt so, smábátarnir
selja enn fisk, grind og fugl í Vágsbotni.
Sum smádrongur og hálvvaksin
minnist eg, hvussu hugtakandi, men ikki vandaleyst, tað
kundi vera niðri í Vágsbotni, tá
rættiligur uppgangur varð, áðrenn eystari
brimgarður varð longdur.
Og eg ivist ikki í, at onkur,
sum er her í dag, veit onkra góða
at fortelja frá tíðini, tá ið
Vágsbotnur var ferða- og handilsmiðdepilin
í Havn.
Í bókini Handan
fyri havið býurin og bygdin skrivar
skaldið Magnus á Kamarinum einastaðni:
At hann sá myndir daga undan,
kendar og kærar ímillum. Hann hugdi aftur í
tíðina, har lá alt so raðið. Vøllurin
og Tinghúsið og Vaglið, Apotekið og Bókhandilin
og Kirkjan. Sjómansheimið og Grótgarðurin
og Áin og Kioskin og Áarvegurin og Skúlin,
sum onkur hevði sagt um, tá hann var liðugt
bygdur seinast í 1800-talinum:
....jú, nú hava
vit ein skúla, sum er eitt framstig og eitt prýði
fyri býin, og so rúmur, at okkum ikki nýtist
at byggja nakran skúla tey næstu hundrað
árini!
Og har lá Meinigheitshúsið
og Posthúsið. Meiaríið, har hin gamli
Jensen gekk so stokkdeyvur við einum røri, sum
hann stakk inn í oyrað, tá hann varð
noyddur at hoyra okkurt, og uppi á trætrappuni
vestanfyri stóð Ki, bøkjarin, í
bláari húgvu og jakka. Og har kom meiarist
Jensen, altíð so fryntligur og brosandi og upplagdur
og vældæmdur. Og har niðri lá Vaskaríið,
har sum hann seinni, eins og hjá Lützen og í
Bókhandlinum, arbeiddi sum býdrongur.
Soleiðis skrivar Magnus, og væl
ber til at fylgja honum á ferð hansara í
miðbýnum.
Við Eystaruvág var eisini
eitt yðjandi lív. Undir neystunum stóðu
kákamenn, lavamenn, Rasmus (Perla), Talis, Jóannes
hjá Gynni, Affe og aðrir útróðrarmenn
og prátaðu um útróður, veður
og vind og loystu dagsins spurningar og ivamál.
Á Kongabrúnni búði
eg sum smádrongur, og minnist eg tí væl,
tá ið t.d. nólsoyingar komu til Havnar.
Tað veri seg til handils, lækna, í skúla
ella til arbeiðis.
Vit smádreingir kendu væl
nólsoyarbátarnar, tí teir vóru
eyðkendir og lættir at kenna við grønmálaðum
stokki.
Teir lógu við Kongabrúnna
innanvert Bursatanga um ólavsøkumundið
og seldu lunda. Um mánaðarskiftið august/september
seldu teir havhest og annars, tá ið útróðrarveður
var, seldu teir havnarfólki eitt kók av nýveiddum
fiski til døgurða.
Góðveðursdagar plagdu
vit at spyrja fryntliga skiparan Villa á Rituni,
um vit kundu sleppa við ein túr til Nólsoyar.
Lovaðu vit at vera hampiligir og skikka okkum væl,
so var leyst og liðugt.
Hetta var við Rituni, ið Ternan
sigldi á í februar 1968 við molahøvdið
í Havn, og sum tað eydnaðist at sleipa inn
á Bursatanga, har hon sakk.
Grindadrápini á sandinum.
Fremmandu skipini og ferðafólkini. Tjaldrið
og Drotningin. Lossingarmenn og aðrir arbeiðsmenn
á veg til arbeiðis.
Soleiðis fara tankarnir á
flog, tá ið tú situr við einari gamlari
mynd í hondini. Ella sum sagt verður: Góð
eru gomul minnir.
Men nú situr onkur kanska og
hugsar, at tá vit nú hava borgarstjóran
her:
Hvørjar ætlanir hevur kommunan
á eldraøkinun?
Eg skal við hetta høvi ikki
fara í smálutir, men til ber at siga, at mítt
ynski er, at samstarvið millum kommununa og Pensjónistafelagið
kemur at styrkjast enn meira, okkum øllum at gagni,
tí virksemi hjá felagnum, er eitt stórt,
týðandi sosialt og fyribyrgjandi arbeiði,
sum ikki kann, og ei heldur skal verða undirmett.
Tað er umráðandi hjá
okkum politikkarum at vita, hvat veruliga ger mun í
gerandisdegnum og ikki minst, at tey eldru kenna, at hóast
eldri og pensjónistur, so er menniskjaliga tilfeingi
eins virðismikið og neyðugt fyri heildina, sum
hjá teimum yngru.
Í stuttum er talan um rættin
til eitt gott lív eisini á ellisárum.
Fari at nýta hetta høvi
at takka nevnd og tykkum limum, sum við eldhuga og ágrýtni
royna at skapa eina góða samveru í felagnum.
Vón mín skal verða,
at tað eisini í komandi tíðum verður
eins og higartil, at øll eru hjartaliga vælkomin
í Pensjónistafelagið til eitt prát
ella til tey mongu fjølbroyttu tiltøkini,
sum felagið skipar fyri.
Í kommununi eru vit teimum kvinnum
og monnum takksom, sum í mai mánaði í
1976, fyri 30 árum síðani, tóku
stig til at fáa sett á stovn eitt pensjónistafelag
í býnum, tí staðfestast kann, at
okkara pensjónistar hava tikið felagið til
sín frá fyrsta degi.
Høvdu tit, sum í dag standa
saman um Pensjónistafelagið, og sum koma saman
mikukvøld í Losjuni, ikki lagt so stóran
dent á, at har skal verða gott og hugnaligt at
koma, ja so hevði ongin jólaveitsla verið
í dag. Tøkk skulu tit hava fyri tað.
Nú ið vit eru í adventini
og jólahøgtíðin nærkast,
havi eg hug at taka fram eina samrøðu, sum eitt
blað hevði við Andrea Árting, ið
er vælkend, í øllum førum millum
eldra fólkið í landinum.
Hon fortaldi í hesi blaðsamrøðu,
hvussu jólini vóru hildin, tá hon var
smágenta í Havn, Andrea var fødd í
1891. Hon segði, at í onkrum húsi var
jólatræ, men tað var ikki vanligt tá.
Summi gjørdu sær kortini træ av greinum
og lyngi. Jólagávur vóru ongar, men
tey kundu fáa okkurt nýtt plagg at fara í.
Tað hevur verið, sum børnini nú á
døgum siga, bleytir pakkar t.d. eitt
par av sokkum, einar hosur, vøttir ella eina ullinta
undirtroyggju. Børnini fingu kanska nøkur
oyru at keypa bomm, fikur ella dadlur fyri.
Og eg ivist ikki í, at soleiðis
hevur verið mangastaðni í Føroyum
fyri góðum hundrað árum síðani.
Men tíðir og skikkir broytast.
Lat meg enda við hesum orðum.
Fari fyri Hjørdis og meg at ynskja
tykkum alt gott í framtíðini og eini góð
og hugnalig jól og eitt eydnuberandi nýggjár.
Takk fyri
Heðin Mortensen
|