.
| Javnaðarflokkurin | Løgting | Býráðið | Ítróttur | Talur |






Send mær ein teldupost

Vitjandi nr:

síðani 1. sep. 03

 

 

02. desember 2006

Jólatræið á Vaglinum 2006


Góðan dag øll somul, og hjartaliga vælkomin til hesa hugnaløtu, nú vit fara at tendra jólatræið, sum ítøkiliga ber okkum boð um, at jólini av álvara eru farin at nærkast.

Tað er gleðiligt at síggja, at so mong hava leitað sær oman á Vaglið í dag, og ikki minst er tað hugaligt at síggja, at her eru børn í øllum aldri – bæði smærri og størri.

Jólini og adventin er eisini tann tíðin, ið gevur pláss og rúmd fyri okkum øllum, og tað er ikki fyri einki, at tikið verður til, at á jólum verða vit øll børn aftur.

Bara hugnin og dámurin, ið hvílir yvir hesi tíðini, fortelur okkum, at vit hava nakað at síggja fram til, og hóast jólini í nógvar mátar eru endurtøkur, gleðast vit hvørt ár.

Veturin er yvir okkum við sínum myrkri og kulda, men vit vita, at um jóltíðir vendir alt aftur og vit kunnu síggja fram ímóti ljósaru árstíðini, tá alt sprettir og spírar aftur.

Heilt í myrkri sita vit tó ikki hesa ársins tíð, tí júst jólini bera okkum ljós og hugna, og skulu vit veruliga síggja ljósið, mugu vit jú fyrst uppliva myrkrið.

Seinastu dagarnar hava vit í kommununi roynt at fríðka um og skapa hugna í okkara deiliga býi við tí, vit eiga at pynta okkara vakra høvuðsstað við.

Tá vit ferðast í býnum fyri at fáa ein bita av jólahugnanum við, síggja vit allastaðni ljósperur, grannbendlar og jólastjørnur hanga í trøum og tvørtur um gøturnar.

Nú er tað so jólatræið, vit eru savnað um, og eisini kunnu vit gleðast um tann lítla smáttubýin, sum er komin at standa í Tinghúsgarðinum.

Hugni og trivnaður hevur nógv at siga fyri okkum menniskju, bæði inni og úti, og nú fyrsti sunnudagur í advent er í morgin, tendra vit fyrsta ljósið í adventskransinum.

Børnini hava eisini í morgun latið aðru lúkuna í jólakalendaranum upp, og helst eru vit øll somul líka spent sum tey, nú niðurteljingin til sjálv jólini er byrjað.

Tað er eingin onnur tíð á árinum, har vit leggja so stóran dent á teir gomlu siðirnar, sum vit gera tað á jólum – og tað er gott, tí jólasiðir eru jú bara góðir siðir.

Samstundis sum vit fegnast um Jesus-barnið, sum var hin fyrsta jólagávan, bæði geva og fáa vit jólagávur, og tað liggur okkum á hjarta, at øll skulu hava tað gott.

Jólini eru kærleikans høgtíð, og kærleiki snýr seg jú um at geva, tí ikki fyrr enn vit sjálv geva, kunnu vit til fulnar uppliva ta gleði, tað eisini er at fáa.

Jólini eru eisini tann stóra høgtíðin hjá børnunum, og uttan glaða barnalyndi og ta samveru, vit hava saman – stór og smá – verða jólini sera fátækslig.

Í einum av versunum í sálminum »Jólaklokkan aftur ringir« syngja vit soleiðis:

Jesusbarnið føtt í fjósi
barnaeygað sær so bjart,
jólaboðið, jólaljósið
treingja gjøgnum hjartað hart.

Við hesum orðum í huga kunnu vit síggja fram ímóti jólunum, og gleðast um tey.

Vit vilja øll hava tað gott á jólum, og vit unna eisini øllum øðrum at hava tað gott, tí tað er eisini tað, jólini snúgva seg um, og tað er kjarnin í sjálvum jólaboðskapinum.

Men ongantíð mugu vit hava tað so gott, at vit ikki geva okkum stundir at hugsa um tey, ið ikki hava somu møguleikar sum vit, og sum kanska ikki gleða seg til jólini.

Mítt ynski skal vera, at vit eisini restina av árinum duga at bera víðari ta gleði og ta gávu, jólini geva okkum, so vit kunnu hjálpa, har vit kunnu, og har tað er brúk fyri tí.

Jólatræið her á Tinghúsvøllinum, sum er tað størsta í landinum, verður nú tendrað, og tað kemur at lýsa alla adventina, á jólum og fram til trettanda, tá tað verður tikið niður.

Lat okkum gleðast um hetta lýsandi jólatræið, og lat okkum geva ljósið víðari, so vit øll somul kunnu fáa eina góða jólahøgtíð og eini gleðilig jól.

Gleðilig jól øll somul.

Heðin Mortensen











Heðin Mortensen - tel. 31 11 96 / fax. 31 12 65 / fartel. 21 11 96

Gjørt síðuna og sum er webmaster -------> Guðrun Heðinsdóttir Mortensen



Løgtingið Býráðið ÍSF Skansin Forsíðan Send mær ein teldupost Býráðið Løgtingið Ítróttasamband Føroya