|
11.
november 2006
Ebenezer


Góða
samkoma
Tað er mær ein stór
gleði vegna Tórshavnar býráð
at bera fram eina heilsan her í dag, nú ið
stóri salurin í Ebenezer eftir stóra
og umfatandi nýumvæling aftur er klárur
at taka í brúk hjá samkomuni.
Heilsanin og gleðin er bæði
persónlig og almenn.
Samkoman hevur fingið ein stóran,
vakran og ljósan sal við nýggjum listaverki
eftir Eyðun av Reyni og nýggja urgu, og havi
eg eina kenslu av, at øll í samkomuni stillisliga
hugsa: Endiliga er dagurin komin. - Dagurin,
sum øll í samkomuni hava longst eftir.
Nú, ið arbeiðið er
liðugt, er onki løgi í, at øll
eru ovurfegin, og gleðast um eitt væl úr
hondum frágingið arbeiði.
Tað merktist alt fyri eitt, tá
ið komið var upp í stóru trappurnar
uttanfyri, at øll eru stórliga fegin, at stóri
salurin nú stendur liðugur, soleiðis at allur
bygningurin aftur kann verða tikin í brúk,
eftir at menn og kvinnur í eitt knapt ár hava
brúkt so at siga hvørja fríløtu
at umvæla salin.
Tað prógvar, hvussu sterkar
og djúpar kenslurnar eru fyri hesum samkomuhúsi
og tí gleðiboðskapi, ið verður boðaður
hiðani.
Hoyrdi í samrøðu í
Útvarpinum í gjáramorgunin, at mestsum
alt arbeiði er gjørt sjálvboðið,
og at mett verður, at umleið 10 ársverk eru
brúkt í hesum ósjálvsøkna
arbeiði. Tað sigur ikki so lítið um samanhaldið
og offurviljan í Brøðrasamkomuni.
Hjá okkum, ið búðu
á hesum leiðum í miðbýnum,
og sum vóru børn og ung í Havn í
fimmti- og fyrst í sekstiárunum, gekk leiðin
hvønn dag framvið gamla Ebenezer, tá ið
vit fóru í og úr skúla.
Havnin var nógv øðrvísi
tá, ikki størri enn so, at øll kendu
hvør annan og vistu hvør var hvør.
Árliga nýggjársfestin
fyri havnarbørnum og útimøtini uttan
fyri Ebenezer, har vit lýddu á sang, Guðs
orð og vitnisburð.
Møtini og jólahaldini
hjá øðrum samkomum í býnum
eru alt partur av tí kjølfesti, sum hevur
ligið fast alla tíðina í huga, sál
og sinni.
Tað er við takksemi og eyðmýking,
at eg minnast aftur á hesa tíð.
Sum borgarstjóri í kommununi
fegnist eg um, at samstarvið við samkomuna altíð
hevur verið gott og fyrimyndarligt, og eg tori at siga,
at tað hevur verið til gagns og gleði fyri báðar
partar.
Havi hug í hesi heilsan at nevna
frítíðararbeiði fyri børn og
vikuligu ungdómsmøtini, har fleiri hundrað
børn og ung koma saman eina ferð um vikuna.
Sunnudagsskúlin, har eini 200-300
hvønn sunnudag koma at lurta eftir bíbliusøgum
og at syngja saman.
Og summarlegurnar á Zarepta fyri
børn og ung. Alt tiltøk, ið sanniliga
eru góður andaligur førningur at hava
við sær út í lívið.
Tað má eg siga, at lívsjáttandi
og hugtakandi er at síggja bussarnar uttan fyri Ebenezer
fyllast við glaðum og spentum børnum á
veg á summarlegu. Spelkin veittra tey foreldrunum
farvæl. Siga líkasum: Vit eru í
góðum hondum. Tað sæst, at tey gleða
seg at fara á legu.
Hetta er alt stórt og týðandi
virksemi, sum hevur ómetaliga stóran týdning
fyri trivnaðin og uppalanina av okkara børnum
og ungu í høvuðsstaðnum.
Fyri tey eldru og tilkomnu í
kommununi verður eisini nógv gjørt. Dømi
um tað, eru eldrasamkomurnar eina ferð um mánaðin.
Tórshavnar kommuna og samkoman
í Ebenezer samstarva á so nógvum økjum.
Eitt er heimið hjá gamla
Sloan við Tinghúsvegin. Kommunan eigur húsini,
men tað er brøðrasamkoman, sum umsitur og
brúkar ognina, og tað sæst, at húsið
er í góðum hondum. Eitt vælrøkt
hús í allar mátar.
Annað er frálíka samstarvið
vit hava við góðu sangkreftirnar í
Dupultkvartettini og Ebenezerkórinum. Framúrskarandi
sangkreftirnar, sum stór virðing stendur um,
bæði her heima og uttanlands.
Komi at hugsa um hugnaløturnar
í t.d. Undirhúsinum undan jólum.
Sangurin og andaktirnar á m.a.
Lágargarði, Tjarnargarði, Hvíldarheiminum,
Røktarheiminum, Ellisheiminum, Landssjúkrahúsinum
og í eldrasambýlum fjálga um og linna
lívskvøldið hjá teimum gomlu og
sjúku.
Hetta er alt sjálvboði arbeiði
í Harrans tænastu.
Sangkreftirnar í Ebenezer verða
eisini mangan brúktar, tá ið kommunan
hevur vitjan og til onnur høvi. Altíð
til reiðar tá ið heitt verður á
teir um eina hjálpandi hond.
Í býarumsitingini fegnast
vit um, at arbeiði at umvæla salin nú er
liðugt, tí stóra og fjølbroytta
virksemi í Ebenezer hevur stóran týdning
og skapar lív og virksemi í miðbýnum.
Sum tit vita og síggja roynir kommunan at gera sítt
til, at hugna um miðbýin, og síggja vit
fram til, at arbeiði at leggja flísarnar á
gongugøtuna verður liðugt um ikki so langa
tíð.
Sjálvt um alt í salinum
er broytt, og hann ikki er at kenna aftur, so er innihaldið
og boðskapurin enn sum áður hin sami! Hann
er ikki broyttur: at boða Guðs orð við sangi,
tali og vitnisburði.
Lat meg at enda ynskja Guds signing
yvir virksemi í Ebenezer og tað arbeiði,
ið verður gjørt hiðani.
Takk fyri
Heðin Mortensen
|